leygardagur 5. september 1987síða 28
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Fólkatingið og
teir borgarligu
foroysku flokkarnir
Tað er eingin loyna, at teir
borgarligu flokkarnir í
Feroyum líka væl kundu
verið í listasambandi við
danskar flokkar. Fyri
fólkafloksins viðkomandi
við teir konservativu og
fyri sambandsflokkin við
Vinstra. Tí teir føroysku
flokkarnir hava longu
kunngjørt, at teir fara, um
teir fáa umboðan, at verða
finnur í donskum poli-
tikki. Teir fara ikki at
rekja føroysk áhugamál.
Teir fara at verða brúktir
at fera danskan borgar-
ligan politikk.
At sambandsflokkurin
er danskur flokkur, tað
hava vit altíð havt var-
hugan av, men at tann fer-
oyski fólkaflokkurin er
gjerdur til ein reinan
danska flokk, tað kunn-
gjerdi formaður teirra, tá
hann bart út segði frá:
>Vit fara at styðja eina
danska borgarliga stjórn<.
Her bleiv ikki sagt, at
teir vildu rekja áhugamál
Feroya fólks, men her
bleiv sagt frá, at teir vildu
lata seg brúka í tí poli-
tikki, sum í dag verður
ferdur í Danmark.
Tann feroyski fólka-
flokkurin við radikalum
sjålvstyri - á skránni
verður tyngdin á vág-
skálini, sum kemur at
fremja ein politikk, sum so
sanniliga kemur at raka
okkum feroyingar, hvenn
tað vita vit ikki uppá
forhond. Men at tað verða
nekur, sum verða rakt,
nekur, sum kanska
frammanundan eru illa
fyri, men hetta sakar ikki
fólkaflokkin, bert teir fáa
loyvi at føra danskan
politikk.
Sambandsflokkurin er
danskur flokkur, so har er
einki at vænta, tó hevði
ein vónað, at hann var so
mikið batnaður, at hann
hóast alt vildi vart før-
oysk áhugamál, men tað
Bert lúsin útlendsk er,
hon ongan skriða ger«.
Tað er sambandsfloksins
steða.
Tað er eingin loyna, at
hesir flokkar, sum tey
seinastu fýra árini hava
átt umboðan á danska
fólkatingi, hava verið av-
gernadi atkveðan hjá
donsku stjórnini, og sum
slíkir verið við at fremja
sanniliga vilja halda fram
sambært uttalilsi frá
verandi stjórn. Niður-
skurður á til domis sjúkra-
húsekinum, sum so
sanniliga kunnu koma at
raka feroyingar, teir
foroyingar og tað eru ikki
fáir, sum vegna sjúku
verða sendir til Dan-
markar fyri at fáa sær
heilsubót. Tað er eingin,
sum uppá forhond kann
siga, hver og hverjar
familjur, sum verða raktar
av spariknívi borgarligu
stjórnarinnar, við hjálp
frá borgarligu umboðun-
um úr Feroyum.
Men eitt er greitt, at tað
verða so sanniliga í fram-
tíðini = eisini feroyskar
familjur, sum koma at
verða raktar av hesum
spariknivi, sum verður
førdur av umboðum fólka-
og sambandsfloksins í
Feroyum. Teir siga tað
hesaferð uppá forhond:
„Vit vilja føra sama poli-
tikkin«.
Tað má vera ellum
føroyingum greitt, at teir
feroyingar, sum fara at
sekja sær heilsubót í Dan-
mark, teir koma undir
somu skipan sum danir,
teir verða ikki bara at
gjalda fyri læknaviðgerð,
men so sanniliga fyri
sjúkrahúsuppihald.
Hetta, sum enn er ein
rættur, sum vit sambært
heimastýrislóg okkara
eiga.
Tí sambært ætlanum
hjá verandi donsku
stjórnini er tað sett fram
at nú skulu sjúklingar
gjalda, ikki bara fyri við-
gerðina, men líka til matin
— og hesa skipan koma
sjálvandi feroyingar, sum
vegna sjúku eru sendir á
donsk sjúkrahús, eisini
undir.
Hetta er eitt av teimum
mongum spariætlanunum,
sum beinleiðis koma at
raka okkara samfelag.
Hvenn tað verður hetta
kemur at raka, tað vita vit
tíbetur ikki framman-
undan, men at føroyingar
verða raktir, tað er ein
veruleiki, og sjálvandi
onnur við koma undir
somu lagnu. Tað kann ikki
vera ætlanin, at eitt fer-
oyskt fólkatingsumboð
ikki hevur aðrar uppgávur
enn hesar í fólkatinginum
at rekja. Um so er, so var
betur hann sat heima.
Eg meti okkara rætt
sum umboðan í danska
fólkatinginum at vera av
stórum týdningi fyri at
betra viðurskifti Feroya
og Danmarkar ímillum.
Hvørvitt Føroya fólk
ætlar at gera bruk av
atkvødu sini til hetta
fólkatingsval til at forða
fyri at gera vidurskiftini
verri imillum Danmark og
Føroyar, so farid å val og
veljid eitt javnadarumbod.
Hvørvitt feroyingar vilja
forða fyri at niðurskurðir
innan heilsuverkið verða
framdir, sum koma at
raka ikki bara danir, men
so sanniliga eisini
føroyingar, sum skulu
sekja sær heilsubót, hver
vítt til vilja fremja eina
Nr. 100 — 5. september 1987
fólkatingsumboðan, sum
tænir Feroya fólki, sum
talar Feroya fólks sek, so
vilja tit eitt og helst bæði
javnaðarumboðini.
Men er ætlanin at ver-
andi politikkur skal fremj-
ast, so velja tit sjálvandi
teir, sum bart út siga: Vit
fora sama politikk — og
hann er danskur.
Men komið ikki aftaná
og sigi, at tit ikki vóru
ávarað.
Sverre Midjord
Er tað
álitið hjá
Sambandsflokkinum
Jú, sanniliga er tað
nógv fyri at hoyra lús
hosta og loppu
goyggja, serliga tá ið
lúsin er vorðin so væl
gedd av sosialistablóði,
at hon nú má finna sær
annað hold at sita á.
Tað var ikki eiti á
skolu, sum eg fekk frá
D.J. Sørensen, og
persónlig við. Tað er nú
einaferð soleiðis, at tá
ein kennist so væl sum
nú eg og viðkomandi
kennast, so verður
talað um mangt og
hvat, men eg má sanna
orðini: >Sig ikki vini
tínum alt tað tú veitst,
hann kann blíva óvinur
tín, ger ikki óvini tín-
um allan órættin, hann
kann blíva vinur tin«.
Í Dimmalætting er
D.j. Serensen so per-
sónligur, at tað verður
torført at bera upp
ímóti, men tað tað fara.
Eg vil bert siga við
sambandsflokkin, nú
teir tykjast at hava
tikið fyrrverandi vara-
legtingsmann hjá javn-
aðarflokkinum inn í
sambandshitan, um tit
ætla at byggja trú-
verdigheit tykkara á
henda fyrrverandi
varalegtingslim
javnaðarfloksins, = so
kunnu tit bert kannað
legtingstíðindi fyri har
at fáa at vita hverji
avriksverk hann sum
løgtingslimur av-
greiddi. Og i sama
viðfangi kunnu tit
kanna eftir teir
trupulleikar, sum P.M.
Dam sáli hevði, tá ið
hann setti í starv hann,
ístaðin fyri hana. Eg
rokni við, at sambands-
flokkurin í longdini vil
koma líka illa fyri av
hesari = verju DJ.
Sørensens, sum
maðurin á sinni i neyð-
synjarørindum, bróka-
leysur datt út av kola-
dunganum í Hvalba og
sum framvegis tykist
at hava trupulleikar av
falli sínum.
Sverre Midjord.
Sverri Midjord, legtingsmaður, valevni
Javnaðarfloksins til Fólkatingsvalið:
Útbjóðing
Fyri Elduvíkar kommunu verður við
hesum boðið út alment at gera:
Vatnleiðing í Elduvík og Funningsfirði
Tilboð skal gevast uppá hvert arbeiði
sær.
Í Elduvík umfatar arbeiðið 1000 m av
høvuådsvatnleiding og tveir goymslu-
brunnar.
Í Funningsfirði umfatar arbeiði 1980
m hevuðsvatnleiðing og somuleiðis
eisini tveir goymslubrunnar.
Útbjóðingartilfar kann fáast við at
venda sær til undirritaða — moti
depositum kr. 1.500 í krossaðum kekki
fyri hvort arbeiði. Tilfarið verður sent út
frá 16. september og skal bíleggjast í
seinasta lagi fríggjadagin 11. september
1987.
Lisitasjånin verður hildin á tekni-
stovuni hjá P/F A. Setberg mánadagin
5. oktober 1987 kl. 14.00. Tilboð skulu
verða átin P/F A. Setberg í hendi
áðrenn lisitasjónina og tá ið tilboðini
verða latin upp kunnu teir bjóðandi vera
hjástaddir.
P/F Arnfinnur Setberg, ráðg. verkfr.
Hornavegur 1, 188 Hoyvík, tlf. 1 4654
Reingerðingshjálp
Sekt verður eftir fólki at vaska á skriv-
stovu okkara.
Skrivlig umsókn verður at senda til:
Tryggingarsambandið Føroyar
Postboks 329, 110 Tórshavn