týsdagur 8. september 1987síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
frælsi
javnaður
breðralag
Nr. 101 * týsdagur 8. september 1987
Í Di
Veðurgudarnir vóru í góð-
um hýri sunnudagin, tá
íslendski forsetin vitjaði í
Stóru Dímun
Borðreitt var við ollum
goðum í Stóru Dímun. Alt,
utan sildin, var av oynni.
60. årg. * Kr. 6,00
Eitt javnaðar-
umboð á fólkating
Síðani 1960 hevur Javnaðarflokkurin —
burtursæð frá teimum fýra seinastu árunum
— uttan slit havt umboðan á Fólkatingi.
Umboð Javnaðarfloksins hevur har talað
foroyinganna sek og verið loyalt mótvegis
logtingsmeirilutanum. Eitt verdugt og sak-
ligt umboð.
Fyri fýra árum síðani eydnaðist ikki
Javnaðarflokkinum at vinna umboð á Fólka-
tingi. Úrslitið hevur verið, at Feroyar hava
verið umboðaðar av tveimum borgarligum
umboðum, sum als ikki kunnu sigast at hava
talað sek føroyinga á nakran verdugan og
semiligan hátt. Sambandsmaðurin hevur
lítið og einki verið har og fólkafloksumboðið
hevur so dyggiliga gjørt okkum ellum fyri
skommum.
Hesi umboð mugu nú skiftast út.
Fólkatingsumboeðanin er alt ov týdningar-
mikil til politiskt solospæl hjá ávísum
persónum, sum vit hava verið vitni til hesi
seinastu fýra árini.
Fólkatingsumboðanin er eitt nógv
týdningarmiklari amboð. Tað er avgerandi,
at tey mongu samfelagsmál, sum verða við-
Myndafråsøgn á síðu 2 & 3
gjørd í Danmark, eiga talsmenn, sum viður-
kenna tann sáttmála Danmark og Feroyar
hava sínámillum — við rættindum og
skyldum.
Rættindini at loysa verandi og komandi
spurningar í felag, og skyldur til sjálvi at
fyriskipa egin viðurskifti innan karm heima-
stýrislógarinnar, har hetta tænir báðum
pertum best.
Tí er neyðugt, at hver einstakur ger sær
greitt, at øll fara á val, sum eiga í sær neista
av hugsjón um verju av borgaranna rætt-
indum, virkismeguleikum og virkisfrælsi.
Hinir flokkarnir vilja gera hetta valið til
eina styrkiroynd millum andsteðu og
verandi landsstýri.
Hetta hava vit einki ímóti. Vit kunnu
óskammað leggja politiska verk okkara fyri
dóm veljarans.
Eg vil at enda inniliga heita á øll javnadar-
fólk og annars øll onnur, sum vilja skifta út
ósemiligu reddirnar á fólkatingi við eitt
semuligt og verdugt umboð. Eitt javnaðar-
umboð. Gott val.
Atli P. Dam