týsdagur 8. september 1987síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nú fyrsta oktober kemur
lógin um longda barns-
burðarhvíld til oll í gildi.
Henda lóg gevur ellum
mammum, eisini teimum
heimaarbeiðandi, rætt til
fulla dagpeningaupphædd
í 20 vikur, næsta ár 24
vikur. Eisini er meguleik-
in hjá pápanum at fáa
barnsburðarfarloyvi.
Hetta er mál, ið hevur
ligið javnaðarflokkinum á
hjarta í langa tíð, og
kunnu vit tí eisini frøast
yvir hetta í dag.
Øll minnast vit orða-
skiftið undir afturhalds-
landsstýrinum, ið sat frá
81-85. Tá legði javnaðar-
flokkurin uppskot fram
um longda barnsburðar-
hvíld. Uppskotið, ið varð
gjørt til skuffumál hjá
afturhaldslandsstýrinum.
Uppskotið, ið kundi havt
tryggjað teimum tíma-
lentu kvinnunum, eisini
monnunum, betri livikor.
Tá var fólkaflokkurin
ikki sinnaður at beta um
korini hjá teimum tíma-
lentu, men at gera gjøldur
burturúr barnsburðar-
hvíldini, tað vóru teir,
saman við hinum
flokkum, fúsir til.
Og hvat ger hesin
flokkur so í dag, jú, teir
siga seg ganga inn fyri
barnsburðarhvíldini. Men
um ein lurtaði eftir Páll
Vang í útvarpssending
fólkafloksins nú upp undir
-
tiåindahla Aid
| KVINNUR! — veljið ein
sterkan Javnaðarflokk !
valið, kom týðuliga fram,
hvat flokkur hansara
meinar. Páll Vang segði
mitt í einum útspillandi
orðafloymi av okkara
vælgerðaralandsstýri:
„Einaferð hugsaðu okur
um alternativ til fiski-
vinnuna. Men sambært
sitandi landsstýri er
meguligt alternativ
kanska barnsburðarfar-
loyvi til menn og annað
tvass.«
Hetta sigur ikki so lítið
um fólkaflokkin, um teir
ráddu skuldu vit kanska
als ikki havt barnsburðar-
farloyvi, ella í hvussu so er
ikki menninir. Páll Vang
mátti verið vitandi um, at
um maðurin skal hava
barnsburðarfarloyvi ella
ikki, ræður ein sjálvur
fyri. Hví skal pápin ikki
hava meguleika fyri at
vera saman við barni
sínum fyrstu tíðina hjá
barninum, eins væl og
mamman? Tað mátti
kunna gjert Páll Vang tað
sama, um påpin før í
barnsburðarfarloyvi ella
ikki. Ta tíðina, pápin fer í
farloyvi, missir mamman
av sínum. Úrslitið er tað
sama. Landskassin skal
ikki av við eina krónu
meira!
At vit nú eru so heppin,
at vit liggja frammanfyri
okkara grannalond, við
tað at tann heimaarbeið-
andi mamman eisini fær
dagpening ta fyrstu tíðina
hjá barninum, kunnu vit
bert freast um, og er hetta
javnaðarflokkinum at
takka. Og fari eg tí at
heita á allar framskygdar
kvinnur um at velja tykk-
Síða 9
ara flokk. Flokkin, ið ikki
ger mun millum kvinnur
og menn. Nevniliga
javnaðarflokkin!
Gott val
Elin Lindenskov.
Rikisfelagsskapurin
og Javnaðarflokkurin
Tað er fyri so vítt nakað
rætt í tí, sum D.J. Seren-
sen skrivar, at tað innan
javnaðarflokkin eru
reddir, sum ikk ihava so
nógv til yvirs fyri okkara
heimastýrislóg og tí ikki
viðurkenna henda felags-
skap, men stýra ella rætt-
ari sagt, royna at stýra
fram ímóti einum teir
kalla meira sjálvsteðug-
um Feroyum.
Hetta er eingin loyna,
men samstundis má undir-
strikast klárt og týðuliga,
at hesin partur av javn-
aðarflokkinum er í minni-
luta, tað er og vil eisini í
framtíðini vera so, at tað
vera meirilutar og minni-
lutar í einum demokrat-
iskum flokki. Í hesum feri
og viðvíkjandi hesari søk,
so er tað ein stórur
meiriluti, sum er fyri at
halda seg til spælsins
reglur, sum vilja viður-
kenna okkara heimastýris-
lóg, sum ikki, sum DJ.
Serensen sigur, er smíðað
av donskum embætis-
monnum, men er væl og
virðuliga = smíðað av
ábyrgdarpolitikarum úr
sjálvstýrisflokkinum,
sambandsflokkinum og
úr javnaðarflokkinum.
Hesir ábyrgdarpolitikarar
kundu arbeiða saman og
gjørdu tað til gagn fyri tað
føroyska fólkið. Tað var
Sverri Midjord, løgtingsmadur, valevni
Javnaðarfloksins til Fólkatingsvalið:
soleiðis, at sjálvt um teir
vóru ósamdir, ja, sjálvt
rættsligar ósemjur vórðu
niðurlagdar, fyri at skapa
trygdargott samarbeiði
yvir mong ár, til gagns
fyri Feroya fólk, og við
heimastýrislógini sum eitt
trygt grundarlag undir tí
útbygging, sum skuldi
fremjast. Her bleiv ikki
rumblað við tómum, inni-
haldsleysum orðum, men
farið til verka og framd
vórðu dygdarverk.
Okkara smiður var sjálvur
P.M. Dam, sáli, hevur tú
gloymt tað, tað vita í
hvussu so er allir føroy-
ingar, og so tryggan kendi
Dam sáli seg í hesum
felagsskapi, at hann segði
at tað var »Vakrasta blad í
donsku søguni« og
mangan tók hann til at tað
var ikki spurningur um
tjóðarfrælsi, men meira
lívsfrælsi, har ein kundi
liva, tala og virka frítt.
Hetta frælsið gevur
heimastýrisskipan okkara
og bæði heimastýris-
skipanin og
ríkisfelagsskapurin hava
verið og vilja eisini í
framtidini vera ti føroyska
samfelagnum at gagni. Tó
eiga vit ikki at stara
okkum blind uppá hesi
viðurskifti, men sum ein
sjálvsteðug tjóð sum vit,
sambært somu skipan,
framvegis eru, so eiga vit
at leggja leiðirnar soleiðis,
at tað verður til bata fyri
tað fólkið, sum her býr, vit
eiga sum umboð bæði á
Legtingi og ikki minni í
Fólkatinginum at brúka
okkara umboðan til at
gagna Feroyum og ikki
sum nú verður gjert, tað
øvugta.
Bæði fólkaflokkurin og
sambandsflokkurin hava
ikki við einum orði sagt
frá, hvussu teir í farnu
fólkatingssetu og í kom-
andi hava vart áhugamál
Feroya fólks.
Fólkaflokkurin = hevur
sagt frá, at teirra uppgáva
er at styðja eina borgar-
liga danska stjórn, og
sambandsflokkurin, hann
sigur frá, at hann vil fera
sama politikk sum
vanligt, tað vil siga at teir
fara at styðja eina danska
borgarliga stjórn.
Hvergin av hesum
flokkum hevur enn sagt
frá hvussu hann vil
umboða Feroyar, og sjálvt
um teir siag seg vilja rekja
áhugamál Feroya fólks, so
hevur tað víst seg ferð
eftir ferð, at teir gera tað
teir i Føroyum siga seg
ikki vilja gera.
Tad vil siga teir villleida
veljaran i Føroyum, fyri
so, tá ið teir eru valdir, at
gera sum teimum hóvar,
uttan mun til avleiðing-
arnar. Hetta er veruligur
borgarligur politikkur.
Við soleiðis beinleiðis at
siga frá og enntá uppá
forhond at taka steðu og
geva tilsegn um stuðul,
eru teir við at máa steðið
undan okkara ríkisfelags-
skapi. Sambandsflokkurin
og fólkaflokkurin eru
meiri vandamiklir fyri
samvinnuna ímillum Fer-
oyar og Danmark enn
tjóðveldisflokkurin
nakrantíð kann blíva.
Tað eru teir borgarligu
flokkarnir i Feroyum, sum
stýra Feroyum ímóti
sjálvstýrinum við teimum
avleiðingum og niðursetan
av livifótinum í kjalar-
verrinum, avgjerda steðu-
takan teirra áðrenn valið
til styðjan av eini dansk-
ari stjórn er tað sum
kemur at taka steðið
undan ríkisfelags-
skapinum.
Hann kann brúkast til
nakað meiri positivt.
Sverre Midjord
Framhald av síðu 7
istar, og at tey elska alt,
sum er eystan jarntjaldið
og hata alt vestanfyri.
Fleiri eru helst tey, ið
trúgva hesum (>Bert tú
sigur eina lygn nóg ofta
...<). Líka so nógv, helst
fleiri, munnu tey vera,
sum við at hugsa eitt
sindur, vita, at javnaðar-
politikkur er tann, sum
liggur longst frá kommun-
ismuni, líka so langt sum
hann liggur frá fasismuni,
tí hann liggur í miðjuni.
Av tí at vit ikki enn eru
sloppin av við allar álops-
samgongur, ganga javnað-
arpolitikarar í teimum
londum, sum eru limir í
Nato, inn fyri hesi sam-
gongu.
Javnaðarflokkurin sat
við ræðið í Danmark, tá
hetta land fór upp í EF.
Javnaðarmaðurin
Tryggve Bratteli var for-
sætisráðharri í Noregi
somu tíð, og hann fór frå,
tí Noreg ikki fór upp í EF.
Nú kann ein vera samd-
ur ella ikki samdur við
limaskap ella íkki
EF/NATO, men hetta
skuldi víst, at javnaðar-
politikkur er vestanpoli-
tikkur. Tann av teimum
føroysku flokkunum, sum
stendur næst kommun-
ismuni, er fólkaflokkurin,
tí tað er so evarska lítil
munur millum uttasta
høgra og uttasta vinstra.
Hoyrdu tit ikki í út-
varpinum, at russar í
fimtiárunum bjóðaðu
nasistinum Rudolf Hess
leiðarastarv í Eysturtýsk-
landi?
ohe.