Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-09-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. september 1987síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 101 * tysdagur 8. september 1987 TB-HB 2-2 (1-0): Hvor sitt sig Ein av toppdystunum hetta vikuskiftid var á Tvøroyn. Harleiktu TB og HB javnt — 2-2. Av Tveroyri frætta vit, at IB hevði yvirtakið á dystinum í fyrra hálvleiki. Í 37. min. eydnaðist tað Birgir Dimon aftaná sjálvur at hava skotið bóltin inn um HB-verjuna og síðani sjálvur at reka inn móti málinum, at fáa sett bóltin í netið til 1-0. Og fleiri mál komu ikki í fyrra hálvleiki Í seinna hálvleiki sást týðuliga, at bæði liðini vildu vinna dystin og rættiliga nógv ferð var á spælinum. Í 54. min. eydnaðist tað Jan Dam at javna út fyri HB og í 73. min. fekk Gunnar Mohr B36-EB, 2. deild, 8-0 (4-0): bóltin og setti hann i málið til 2-1. Aftaná hetta stóð nógv á dystinum restina av tíðini. Seinastu minuttirnar var steðugt álop á HB-málið. Hetta endaði við at TB fekk brotsspark tá einans minuttur var eftir av dystinum. Jóan Petur B36 vann aftur stórsigur Sjálvt um B36 íikki megnaði at vinna 2. deild í ár, hava teir kortini fleiri góð úrslit at vísa á. Teir hava ikki klárað seg ser- liga væl á útivelli í ár, serliga í fyrru helvt av kappingini, men haraftur- ímóti hava teir fleiri ferðir víst, at á heimavelli eru teir ikki mjúkir at strúka. Sunnudagin var tað aft- asta liðið í 2. deild, EB, sum skuldi hava toyggið. Og soleiðis varð tað eisini. EB fekk bank. Fýra mál komu í fyrra hálvleiki og fýra í seinna. Øll 8 málini vórðu trýst inn um mál- linjuna hjá EB. Sum tað sæst á úrslit- unum, átti B36 allan dyst- in, úr enda í annan. Hetta kom kanska serliga av, at B36 fekk sítt fyrsta mál longu í 7. min., og bert lítla lotu seinni fingu teir aftur mál. Og vit vita, at tað ongantíð er stuttligt at fáa eina tílíka >sjokk- byrjan«. Tað var Bergur Magnussen, ið skeyt hesi bæði fyrstu málini. Annars vóru teir, ið skutu málini fyri B36 Bergur Magnussen 3, Kári Gull- foss 2, Meinhard Dalbú 1, Jákup Símun Simonsen 1 og Sámal Hansen 1. EB liggur nú aftast í 2. deild saman við Sumba. Teir hava eftir at leika ímóti ÍF í Fuglafirði og SÍF á Eiði. Eiðismenn plaga at klára seg væl á heimavelli, so kanska eydnast tað teimum at leika við 2. deild aftur komandi ár. Annars kann sigast um Tit ringja liðini í Sundalagnum, EB og Streym, at tey ikki hava megnað at gjert rættiliga vart við seg í deildunum, tey leika í, hetta kappingarárið. Ein spurningur hevði tí verið, um tey ikki áttu at sam- arbeitt soleiðis, at tey í øllum førum fingu eitt rættiliga gott lið. Mogu- leikin er í hvussu er til staðar, tí bæði liðini hava nakrar heilt góðar leik- arar. Men hetta er so bert ein hugleiðing. | Gdm- vit skriva Ringið telefon ts Algarson setti bóltin trygt í netið til javnleik 2- 2. Hetta gjørdist endaliga B71-Sumba, 2. deild, 6-1 (2-1): úrslitið og hevur sam- stundis við sær, at trý lið nú hava 15 stig. Tað eru TB, HB og GI. B/1 vann uppiborið I dystinum heima á sandi leygardagin millum B71 og Sumba, vunnu sandingar bæði væl og virðiliga, og enn einaferð hava teir víst, at teir so avgjørt ikki eiga at leika í lægri deild enn 2. deild. Trý mál komu í fyrra hálv- leiki, tvey til B71 og eitt til Sumba. Í seinna hálv- leiki komu eisini trý mál, men her fingu sandingar øll. Vit frætta heima av Sandi, at sigurin so av- gjørt var uppiborin, og at Sumba má taka seg saman, um teir skulu gera sær vónir um at vera í 2. deild aftur komandi kapp- ingarár. Málini fyri B71 skutu Eli Hentze 3, Páll á Reynatúgvu 2 og Jóan- Talvlandslið til Guernsey Stutt áðrenn blaðið fór til prentingar frættu vit, at eitt føroyskt OL-lid fyri telvarar eisini skal til Guernsey. Eftir hvat vit hava frætt er hetta nakað, sum knappliga er íkomið. Við á liðnum verða Leif Kristensen, Getu Talv- felag, Jóan Pætur Mid- jord, Havnar Telvingar- felag, Finnbjern Zachariassen úr Talvfelag- num Streymi, Hans Jacob Petersen úr Kollafjarðar Talvfelag, Torbjern Thomsen, eisini úr Kolla- fjarðar Talvfelag og Rani Nolsøe ur Klaksvíkar Talvfelag. Ein kapping fer i løtuni fram å Guernsey fyri stør- telvarar. Millum aðrar er kendi og fyrrv. heims- meistarin Boris Spaskii. So kanska fåa føroysku telvararnir møguleika fyri at telva simultan ímóti Petur Clementsen 1. Fyri Sumba var tað John Ellingsgaard, ið fekk tað eina málið. Eisini frættu vit, at ein tann besti leik- arin á vellinum henda dagin var Páll á Reyna- túgvu. Hann skaraði fram- úr, verður sagt. Gdm- fyrrv. heimsmeistaranum. Av tí at vit ikki fingu orð á formannin í Talv- sambandi Feroya, Hanus Joensen á Kjalnesi, hava vit meguliga meira um telvingina á Guernsey í hósdagsblaðnum Gdm-