Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-09-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 1987síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Javnaðarflokkurin vann tíðindablaðið Nr. 102 = 10. september 1987 fólkatingssessin aftur Sambandsflokkurin misti sítt umboð — fólkaflokkurin Atli Dam, nývaldur á fólkating Javnaðarflokkurin hevur nú aftur fingið sæti á fólkatingi. Urslitið av fólkatingsvalinum týs- dagin gjerdist, at sam- bandsflokkurin misti sítt fólkatingsumboð til javnaðarflokkin. Fólka- flokkurin varðveitti sítt umboð á Christiansborg. Fyri fólkaflokkin varð Óli Breckmann valdur og fyri javnaðarflokkin Atli Dam. Pauli Ellefsen fer sostatt ikki aftur á fólka- ting hesa ferð. Vallutøkan var størri enn við fólkatingsval ann- ars. Tilsamans 68,32% av teimum gott og væl 32.000 veljarunum vóru á vali. Við fólkatingsvalið fyri fýra árum síðani var valluttekan góð 61% Allir flokkar við undan- taki av fólkaflokkinum og javnaðarflokkinum høvdu afturgongd. Framsóknar- flokkurin stillaði upp fyri fyrstu ferð. Fólkaflokkurin fekk flestar atkveður, tilsam- ans 6403. Tað eru 28,85% og ein framgongd uppá 3,75% í mun til seinasta fólkatingsval. Javnaðarflokkurin fekk 5482 atkveður og 24,7% og hevði sostatt eina fram- gongd uppá 1,16%. Sam- bandsflokkurin fekk 5326 atkveður, sum eru 24% og ein afturgongd uppá 1,85%. Tjóðveldisflokk- urin hevði sterstu aftur- gongdina. Hann fekk 3473 atkveður ella 15,65%, ein afturgongd í mun til sein- ast uppá 4,23%. Sjálvstýrisflokkurin fekk 1068 atkveður ella 4,81% og merkir tað eina afturgongd uppá 0,81% Framsóknarflokkurin hevði 440 atkveður ella 1,98%. Flestu persónligu at- kveðurnar fekk Oli Breck- mann. Hann hevði til- samans 3681 atkveður. Næstur á fólkaflokslistan- um var Jógvan Sundstein við 1591 atkveðum. Pauli Ellefsen á sam- bandslistanum fekk næst- flestar persónligar atkveð- ur, tilsamans 2379 A javnaðarlistanum fekk Atli Dam flestar at- kveður, ialt 1818. Næstur honum var Jákup Linden- skov við 686 atkvødum A tjóðveldislistanum fekk Jóngerð Purkhús flestar atkveður, 737 Á sjålvstyrislistanum hevði Lasse Klein 321. A framsóknarlistanum hevði Adolf atkveður Hansen 220 jan Jóngerð Purkhús, landsstýriskvinna tjóð- veldisfloksins hevði eitt gott val. Hon fekk flest- ar atkveður á tjóðveldis- listanum, íalt 737 Pauli Ellefsen ikki afturvaldur varðveitti sítt Jákup Lindenskov fekk næstflestar atkveður á javnað- arlistanum. Floksleiðsla javnaðarfloksins fer nú at av- gera um hann skal taka sæti á fólkatingi fyri Atla Dam. Óli Breckmann afturvaldur á fólkating | |