Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-09-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 1987síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 102 - 10. september 1987 Síða 7 Ein gloymsk heimahjálp Aftursvar til lesarabræv frá hetmahjålpara | „4 í Dagblaðnum 5. september Lesarabrævið byrjar við »Er Ingeborg vorðin gloymsk við vilja, ella er hon heilt forkálkað?< Nei, góði heimahjálpari, sum ikki torir at brúka sítt kristna navn, eg eri hverki gloymsk ella forkálkað enn. Men eg nýti mín demo- kratiska rætt, sum allir borgarar í hesum sam- felagnum hava, til at stuðla tí politiska flokki og stevnuskrá, mær sýnist best um, uttan mun til hvat mítt starv er. Ella, er tað soleiðis, at vit ikki ell hava henda rætt? Skal hann sytast einstøkum persónum orsakað av teirra borgarliga starvi? Eg havi sum formaður í Feroya Arbeiðarafelag rekt mítt starv eftir feri- muni, eisini hvat heima- hjálparunum viðvíkur síðan tær blivu limir í FA. Í stríði tykkara fingu tit allan tann stuðul, stjórnin í meginfelagnum var før fyri at veita tykkum, men tað er nokk farið i gloymskuna. At eg skal hava svikið mítt álit sum formaður Føroya Arbeidarafelags, tí eg studli Javnadar- flokkinum til fólkatings- valið og harvið nýti mín demokratiska rætt til at velja, tað eg vil, undrar meg ikki, at eitt álop kemur úr einum lesara- brævi í Dagblaðnum — hetta er fólkaflokkinum líkt. Tí øll vit eðrvísi hugsandi verða jú klapp- jaktað í málgagni fólka- floksins á ein so hatur- fullan hátt, at ein skal fara líka aftur til seinast í 30- árunum, tá ein flokkur kom til Týsklandi. Teir hátt. Hetta, mín góða heimahjálp, hevur einki við demokrati og frælsi at gera. Eg taki undir við, at fólkaræði og frælsi skal vera í landi okkara, og hver einasti borgari skal hava rætt til frítt at velja tað, honum sýnist best um, men tað verður ikki, um vit skulu taka ljótu skriving tína fyri fult. Hvat viðvíkur sáttmál- vissur valdið í nýttu sama anum hjá heimahjálpar- unum havi eg ikki frætt, at Landsstýrið hevur noktað at gera sáttmála við felag títt, men eg við- gangi, at tað gongur striltið at fáa gongd á. Men, hvussu var vorðið tey árini fólkaflokkurin sat í samgongu undan hes- ari. Tá royndi Heimahjálp- arafelagið at gera sáttmála, tað tá? Tú skrivar um at leggja byrðar á skattaborgar- arnar. Hvat gjerdi sein- asta samgonga tríggjar mánaðar, eftir at fak- feløgini høvdu gjørt sått- måla i 1983? Ju, tå løgdu teir bæði tollgjald og meira skatt á okkum øll. Tað hevur tú nokk gloymt, ella var tað í lagi, tí fólkaflokkurin var í samgongu? Hver kom við p-talin- um? Var ikki fólkaflokk- urin í samgongu tá? Og veitst tú, hvat teirra upp- skot gekk út upp á — at p- talið skuldi brúkast í øll- um viðurskiftum. Men umboð fyri javnaðarflokk- in og tjóðveldisflokkin fingu broytt hetta, soleiðis at tað bert bleiv í sam- bandi við skatt. Veitst tú, hver var formaður í log- tingsins edv-nevnd tá? Ein fólkafloksmaður! Feroya Arbeiðarafelag sendi uppskot inn um at fáa broytt hetta lógarupp- skot um privatar edv- skráir. Vit gjerdu eitt stórt arbeiði. Trýrt tú, at nakað bleiv broytt? Nei, ikki so frægt sum eitt svar kom aftur frá tásitandi samgongu Tá gjordu hesir menn eina lóg. ið tók eydnaðist og skerdi okkara frælsi tók ein part av frælsinum einstøkum borgara. Hvi åtaladu tit tad ikki tå, men royna alla tíðina at hava at ødrum sum eru ødrvisi hugsandi. So hvat vidvikur skålka- frå hvørjum brøgdum Landsstýrisins hugsi eg nokk at hin undanfarna samgongan var ikki aftan fyri núsit- andi, heldur framman fyri. Tú skrivar, at eg eri farin í javnaðarreiðrið aftur. Eg skal siga tær, at skal eg velja millum eitt fólkafloksreiður og eitt javnaðarreiður, so velji eg sjálvsagt hitt seinna. Rætt er tað, at eg meld- aði meg úr javnaðarflokk- inum eftir heimahjálpara- stríðið. Har nýtti eg eisini mín demokratiska rætt at mótmæla og átala ta við ferð, ið ikki bert tit heima- hjálparar fingu, men eisini Feroya Arbeiðarafelag, ið stóð á fy ri tykkara. Eg kann siga tær tað, sum eg áður havi sagt: Eg fari altíð at átala og fordøma, tá eftir okk- ara metan ikki rætt verður farið fram móti arbeiðara- stættini, uttan mun til hver situr við politiska valdinum. Eg havi altíð gingið inn fyri stevnuskrá javnaðar- floksins og teimum hug- sjónum, hon byggir á. Eg broytti ikki politiska hugsjón, tann dagin eg meldaði meg út úr javnað- arflokkinum — havi ongantíð verið politiskur vingliskeltur. At vevja mítt arbeiði sum formaður í Feroya Arbeiðarafelag upp í, hvat eg velji, nýtist tær ikki. Heldur tú sum lenmót- takari, at javnaðar- flokkurin ger lítið, so kann eg fortelja tær, at fólka- flokkurin kemur í hvussu er at gera upp aftur minni bæði fyri teg og okkum øll onnur. Teir gera einki gott fyri tað arbeiðandi fólkið her á landi. Teir verja bara ein stætt, teir ið umboða kapitalin. Eg haldi, tú mans vera nakað gloymsk, men eg skal hjálpa upp á minni títt. Fyri bert stuttari tíð 000 arbeið- verkfalli. Hvussu goysti ikki Dagblaðið tá bæði gall og gor út yvir tey, sum umboðaðu ar- beiðararnar og royndu at verja teirra demokratiska rætt í einum lógligum verkfalli. Tá hjálpti fólka- flokkurin arbeiðsgevarum og reiðarum. Royndi í Løgtinginum at gera upp- skotið hjá arbeiðsgev- arunum til lóg. Hatta hava arbeiðararnir í hvussu er ikki gloymt. odda stríði síðan vóru arar í Heldur ikki gloymt, hverjir politiskir flokkar tóku undir við verkafelogunum. Tað man nokk heimahjálpin gloymt. Vágur 8. sept. 1987 hava vit hava Ingeborg Vinther Grønlendingar fáa nu hús Húsið skal vera liðugt næsta summar Nú er farið í gongd við at projektera grenlendinga- húsið, ið byggjast skal á Kinatreðni í Havn. Ar- beiðið verður boðið út í januar mánaði. Húsið er mett at kosta tvær mió. krónur. Grund- stykkið hevur býráðið latið Grenlendingafelagið ætlar at brúka húsið til hugnakveld og onnur tiltøk í felagnum. Tað er egnað til sjónleik og til tónleikaframferslur Møguleiki er eisini fyri at leiga tað út til tiltek hjá eðrum feløgum. Grenlendingafelagið hevur umleið 120 limir Ætlanin er, at húsið skal standa lidugt longu næsta summar.