Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-09-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. september 1987síða 8

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Sambandið for niður við flagginum — harðræðið fekk fotin fastan! Loysing/samband, bjålvingarstudul, farmaskip, barns- burdarfarloyvi — alt gjørdist so ómetaliga tydningarleyst 8. september 1987. Tad hvarv aftan fyri tann veruleika, at demokratiið i Føroyum henda dag varð eyðmýkt 3681 ferðir. Demokratiið er tolið. Við- hvert kann tað tykjast, sum tað er ov tolið. Tað letur seg nevniliga misnýta. Tað ger ikki mótsteðu, tá tað verður hótt av peningavaldinum. Tað ger ikki mótsteðu, tá rørslur taka seg upp, sum hótta sálina i demokrati- num: at einhver kann hugsa og siga tað, hann vil. Eitt demokrati er ikki sum eitt diktatur. Eitt demokrati kann onki gera einsamalt. Tað er í okkara — tínum og mínum — hondum. Verja vit tað ikki, er tað verjuleyst! Seinastu uml. 12 árini hevur demokratiið í Fer- oyum verið undir stødug- um trýsti. Stjórin á einum blaði í Feroyum hevur áhaldandi gjert gjøldur burturúr og sáað hatur móti teimum, sum ikki hugsa og halda tað sama sum hann. Andsfelagar hansara vóru ikki so nógv- ir í byrjanini. Tí hver fer- ovingur kundi t.d. taka undir við fasistiska eina- ræðinum í Chile? Tað vóru fáir. Hver feroyingur kundi taka undir við óhugnaligu hetzini móti okkara frægastu lista- monnum og rithevund- um? Teir vóru fáir. Men stjórin misti ikki mótið. Við eini ótrúligari arbeiðsmegi helt hann á við at speireka, jagstra og hunddálka annaðleiðis- hugsandi menniskju. Og hann fekk fólk afturat sær. Blaðið gjerdist at endanum eitt stórt organ fyri hatri og mentanar- loysi. Stjórin er eisini ting- maður. Fyrsta hann var valdur. løgdu fólk til merkis, at nú vóru nýggj, ónarmið komin inn um tingsins gátt. Men harðrend sj tey løgdu ikki so nógv í tað. Hatta er »bara Oli«, søgdu tey. Men hann gjørdist alsamt meira dominerandi. Myndaði al- samt meira flokk sín. Og við fólkatingsvalið 1984 náddi hann málinum — tá yvirhálaði hann floksfor- mannin i Þpersónligum atkveðutali. Hetta dámdi ikki tí hampuliga floksfor- manninum og eðrum hampuligum fólki í flokk- inum. Tey vildu helst, at stjórin fór úr flokki teirra. Men at blaka hann úr — tað tordu tey ikki. Hann fekk jú so nógvar at- kveður... Men í 1987 var aftur val. Og tey »hampuligu« í flokkinum gingu saman og legdu ein taktikk, sum skuldi tryggja, at tann gamla steðan kom aftur: Stjórin skuldi arbeiða fyri atkveðurnar — men tey »hampuligu« skuldu fáa tær! Tey skuldu mynda flokkin! Tey avgjerdu tí at bert ein av teimum „stóru“ hampuligu skuldi stilla upp, soleiðis at hann fekk allar tær hampuligu atkvødurnar og kundi yvirhåla stjóran. Snilt, snilt — men ikki nóg snilt!! Stjórin fekk nevni- liga meir enn helvtina av atkveðum floksins. Og meir enn dupult so nógv sum formaður floksins, Jógvan Sundstein. >Ferir hetta til formannsskifti í flokkinum“, spurdi út- varpið hann. »Nei«, svaraði tann neyðars, hampuligi = floksformað- urin. >Ég fari ikki frá or sakað av einum tilvildar- ligum fólkatingsvalis. Tað ljóðaði hjálparleyst. Jánkasligt. Og mong tóku synd í hesum neyðars, vrakaða hampamanni. Tí øll vistu, at líka mikið hvat hann segði, so hevdi tann reelli formaðurin í flokki hansara í fleiri ár verið stjórin. Og nú vístu veljararnir, at tað var tað, teir vildu hava. Teir for- kastaðu »hampalinjuna« og valdu harðræðið!! Hevur veljarin altíð rætt? Tað var við stórum spenn- ingi at eg, eins og nógv onnur, setti meg at lurta eftir valsendingini týs- kveldið. Hesuferð var tað nevniliga nógv meira spennandi enn fólkatings- val plaga at vera. Tí í næstan fýra ár hevði ein fasistoidur (eg haldi, eftir at hava lisið Dagblaðið í langa tíð, at Breckmann er reinur fasistoidur og mótsteðumaður demo- kratisins, óansæð hvat rætturin sigur) umboðað okkum í Danmark. Nú skuldi hann niður við nakkanum! Og eg valdi Atla, tí eg helt, at hann hevði best meguleikar at basa honum. Atli kom inn — gott! Sambandið fall — sera gott!! Men eg var ikki glaður, tá valið var av. Tí hetta gjørdist stersti sorg- ardagur í tí partinum av politisku søgu Føroya, sum eg havi verið eyg- leiðari til. Spillan, hatur- saarin, urin, mentanarloysing- (haldi eg) og rasisturin (haldi eg) Óli Breckmann fekk nær- um stersta atkveðutal, sum nakar feroyskur politikari nakrantíð hevur fingið; 3681. Atli kom inn. Sambandið fall. — Men tað var líka við, at eg græt. Og í viðmerking síni til úrslitið, segði Atli Dam tann beiska sannleikan: veljarin hevur altíð rætt! Og soleiðis er tað. Soleiðis eru treytirnar í demokra- tinum... Ég var púra fyri ongum. Eru tað veruliga 3681 feroyingar, sum ynskja eina tílíka sam- felagsskipan, sum Breck- mann er talsmaður fyri? Eru tað veruliga 3681 fer- oyingar, sum halda, at verðin er svert og hvít? Sum eru ímoti, at vit verja náttúru okkara? Sum ikki virða okkara frægasta skaldskap sum annað enn fótatraðk? Eru tað veruliga 3681 feroyingar, sum eru ímóti Amnesty International? Sum eru ímóti, at vit veita menn- ingarhjálp? Sum vilja, at útvarpið og sjónvarpið skulu verða stýrd av pen- ingavaldinum? Sum vilja gera Føroyar til »en sø- skanse i Atlanten«? Sum halda tad vera galid at mótmæla apartheid? Eru tað veruliga 3681 føroy- ingar, sum halda, at øll onnur eru kommunistar? Sum taka undir við undir- fasistoidurin Sjúrður Skaale: sum ynskja eina tílíka samfelagsskipan, sum Breck- mann er talsmaður fyri? gravandi fasistiskum loynifelgsskapum í Dan- mark? Sum hálova Pino- chet? ERU 3681 FØROY- INGAR FASISTOIDAR. Tað segði valið. Tað segði demokratiið. Men, sum sagt í byrjanini, so letur demokratiið seg lætt misnýta. Veljarin hevur altíð rætt í einum fult demokratiskum samfelag Men í einum misnýttum demokratii er tað ikki givið, at hann hevur rætt! Seinastu 12 árini hevur Breckmann skrivifrælsi misnýtt okkara til óhugnaliga propagandu. Í 12 ár hevur hann sáað hatur í samfelagi okkara. — Og tað var hetta, hann heystaði týsdagin! Tað vóru ikki atkveður, vunn- ar á demokratiskan hátt, men atkveður, vunnar við haturspropagandu!! Tað ljóðar undarligt, men tað er í hesum veru- leika, at vónin liggur. Fer- oyska demokratiið hevur nevniliga ikki 3681 mót- steðufólk. Tey vóru »bert« offur fyri propaganduna. Atkveðurnar vóru fruktir av arbeiðinum hjá einum manni. Tað er sáðið, sum hesar fruktir eru vaksnar úr — Dagblaðið — sum eru so vandamikið. Tí er tað, vit skulu mótarbeiða. Tí er tað, vit skulu geva vánalig gróðrarlíkindi. | Eydnast tað, so hverva fruktirnar av sær sjálvum. Men hetta er sjálvandi ikki nekur lett uppgáva. Fólk, sum lesa Dagblaðið, lesa nevniliga ofta onki annað. Og tey kenna seg so trygg í teirri svert hvítu heimsmyndini, sum Breckmann málar teim- um, at tey vilja ikki hoyra um nakað annað. Tey vilja ikki kenna tann kompliseraða veruleikan. Tað er tí sera trupult at greiða hesum menniskjum frá, hvenn vanda tey seta bæði seg sjálvi og onnur Nr. 103 — 12. september 1987 — Eru tað veruliga 3681 feroyingar, í við at styðja hesar kreft- ir. Og tað verður ikki lætt- ari, tá Breckmann eftir stóra heyst sítt helst fer at herða propaganduna mun- andi. Tað er bert eitt vit kunnu — og mugu — gera: sakliga at tosa við hesi menniskju fyri at fáa tey at skilja, hvat tað er, tey eru offur fyri. — Og vit mugu gera tað, hverja ferð hevi býðst! Listafólkið Í eini yrking, skrivað síðst í tríatiárunum, segði tann mæti týski hevundurin Bertolt Brecht nakað so- leiðis: >Ég veit væl, at tað bert er tann glaði, sum er væl umtóktur. Honum er tað, fólk tímir at lurta eftir. Og eg kundi sjálv- andi sett meg at skriva um blómandi súreplatre og heit gentubróst. Men tað einasta, ið dregur meg til skriviborðið í hesum degum, er ræðslan av talu Ferarans. Til hon er av, má eg nýta orku mína til at berjast móti henni«. Er tað nakað Breck- mann ræðist, so er tað fólk, sum yrkja, skriva og arbeiða við myndlist. Við eðrum orðum: fólk sum hugsa sjálvsteðuga, og siga tað, tey meina. Tí er tað, hann hevur ført eina so óhugnaliga hetz móti okkara frægastu listafólk- um. Hann ræðist tey!! Hann ræðist tann fria tankan!! Føroysk listafólk! — Serliga tit, sum skriva, yrkja og syngja — sigið sum Brecht segði! 8. sep- tember átti at fingið tykk- um at lagt tey »heitu gentubrøstini« til síðis eina tíð fyri í staðin at ar- beiða ímóti stjóranum. Meir enn nakar annar eru tað tit, sum kunnu upp- lýsa og ávara fólk. Nýtið meguleikan! Á |