Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-09-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. september 1987síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Sáttmáli undirskrivaður: Millumbylgju- sendarin skal nú setast upp Foroyskir sjómenn í Norðuratlantshavi kunnu skjótt hoyra útvarpið. Um gott og væl eitt ár kunnu feroyskir sjómenn, ið royna so langt burturi sum við Eysturgrenland, hoyra Utvarp Føroya. Tá verður tann nýggi millum- bylgjusendarin helst sett- ur til. Aftaná drúgvar sam- ráðingar undirskrivaðu stjórarnir á sveisisku fyri- tekuni Bromboveri (BBC) og Telefonverkinum undir sáttmála um keyp og upp- seting av einum millum bylgjusendara fyri til- samans góðar 32 mió. kr Sendarin verður settur upp í syðra partinum av Suðuroynni, helst í Akra- byrgi. Uppsetingin, sum m.a. fevnir um tveir bygn- ingar og uppseting av eini 150 metrar hegari mastur fer at taka einar 15 mánað- ir. Ætlanin er so at roynd- arkoyra sendaran í oktob- er næsta ár fyri so at taka hann í brúk kanska í november 1988. Tvey tilboð Spurningurin um at fáa ein millumbylgjusendara hevur javnan verið frammi í tí almenna orða- skiftinum her á landi. Nú herfyri samtykti løgtingid so at innheinta tilbod um keyp av einum sendara. Nú móti endanum vóru so tvey tilboð at velja ímillum — annað frá sveis- isku fyritøkuni Brom- boveri og hitt frå vestur- tysku fyritøkuni AEG Telefunken. Tey vøru jøvn i prisi, men fyrimunurin vid sveisiska tilboðnum er, at tann sendarin brúkar 30% minni orku enn tann týski. Talan er um ein sendara uppá 200 KW. Fyri at sammeta við aðrar send- - arar, so kann nevnast, at sendarin å Vigra i Noregi, sum mangir føroyskir sjó- menn kenna, er bert 100 KW. Økja loyvið! Tað eru nú 11 ár síðani førovingar á eini altjóða ráðstevnu í Geneve fingu tillutað eitt sendiloyvi uppá 200 KW. Men um so er, at feroyingar einaferð hava brúk fyri at rekka enn longri og vit fáa loyvi at senda við 300 KW, so er longu hædd tikin fyri hesum í tilboðnum, sum føroyingar nú hava tikið av. Sendarin er nevniliga uppá 300 KW, og tað skal tí eingin eykaílega gerast, um vit fáa loyvi at senda við 300 KW-sendara. Við hesum nýggja send- aranum kunnu feroyskir fiskimenn um alt Norður- Feroyskir sjómenn kunnu skjótt hoyra útvarpið sjálvt um teir eru staddir langt burturi atlantshavið hoyra fer- oyska útvarpið. Hetta má sigast at vera eitt ómeta- liga stórt og ikki minst til- trongt framstig. jan Helst verður nýggi millumbylgjusendarin settur upp her á Akrabyrgi Nr. 104 — 15. september 1987 | Sólbjern Jacobsen, telefonverksstjøri, skrivaði týs- kveldið undir sáttmála við stjóran á sveisisku fyri- tekuni Bromboveri um keyp av einum millumbylgju- sendara fyri 32 mió. kr. > SS