Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-09-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. september 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76. 3800 Tórshavn Utgevari: P!f Sosialurin Abyrgdarblaðstjóri: Jan Múller Fyritaksstjóri: Krisjan Daht Blaðfótk: Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith Ljésmyndari: Kalmar Lindenskov Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 FÅ Tingmannaråd Utnorðurs Í DAG verður fyrsti fundur hjá TMÚ, sum hildin verður í Føroyum, settur í løgtings- húsinum. Tingmannaráðið er sett av landstingi grøn- lendinga, løgtingi føroyinga og altingi islendinga. | råd- num situr ein limur fyri hvønn flokk, ið hevur um- boð í nevndu lóggávuting- um. ENDAMÁLIÐ við ting- mannaráðnum er at styrkja samstarvið millum tær triggjar brødratj6dirnar í út- nyrðingspartinum av Norð- urlondum. Serstakliga eigur samstarvið at snúgva seg um varðveitsluna av okkara náttúrugivna ríkidomi í havinum og um havum- hvørvid sum heild. Eisini verður í samstarvssáttmála- num dentur lagdur á sam- ferðslu-, mentunar- og frið- arspurningar. TNGMANNARÅDID hevur ikki avgerandi myndug- leika, men kann tó koma við tilmælum ti landsstýrini og íslendsku stjórnina. So- leiðis, sum gongdin hevur verið tey seinastu árini, eru tað alt fleiri, sum fata týdn- ingin av einum øktum sam- starvi millum smátjóðirnar í Norðuratlantshavi. Nógvir vandar hótta hesar tjóðir — vandar av reint tímiligum slagi sum hav- og luftdálk- ing. herferðir hjá um- hvørvisfelagsskapum, sum einki hava fatað av verulig- oddagrein ari umhvervisvernd. Men eisini vandar av mentunar- ligum slagi hótta hesar smátjóðir. Um ikki so langa tíð verða tær undirgrýttar við tí vánaligasta av tí vána- ligasta lættisoppatilfari, sum hugsast kann frá sjón- varpssatelittum, so nógv skuldi veriða at tala um og nógv skuldi verið at sam- starvast um. TINGMANNARÁÐIÐ hevur higartil havt tveir fundir og á hesum fundum samtykt skilagóð tilmæli. Tað er næstan óneyðugt at minna á, at skulu hesi tilmæli gera gagn, so mugu avvarandi myndugleikar fylgja hesum tilmælum, um tað yvirhøvur ber til. Gera teir ikki tað, s er vandin fyri, at tað unga parlamentariska smstarvið millum brødratj6dirnar í út- norðuri fær somu lagnu sum so mangt annað gott hugskot í norðurlendskum samstarvi. VIT FARA tó at vera bjart- skygd. Alt hevur higartil bent á, at samstarvið ting- manna millum verður tikið við stórum álvarsemi í øll- um trimum londum og tí kann bert gott koma burtur- úr. Vit fara at ynskja grøn- lendsku og íslendsku parla- mentarikarunum vælkomn- ar til Føroya og fara sam- stundis at ynskja øllum lut- takarum góða og úrslitaríka rådstevnu her i Føroyum. FF + 505 2222 > <> Ein tøkk til Sjúrða Skaale Eg kenni tygum ikki, men hóast tað fari at eg loyva mær at takka tygum fyri frálíku grein tygara í Sosialinum 12. í hesum mánað. Í myrkursins kulda, har andaligt lív verður svav- að, kunnu smáir svávul- pinnar fleva lívið og deyðan, tað lærdi små- gentan hjá H.C. Andersen okkum. Ein slíkur svávulpinnur er grein tygara. Men tann slavna luftin, ísakalda myrkrið tykist at súgva seg um okkum. Lygn, hatur, menniskja- jagstran eru ógvuslig vápn. Og Gud náði hann, ið ikki fær vart seg. Fyri uml. 8 árum síðani skrivaði eg eina lítla grein, sum eg kallaði >Stutt um- mæli av sjónleikinum Autodafé«. Ikki ti at hon var serliga væl skrivad, men mær tykir, at evnið nú er meira aktuelt enn nakrantíð. „Greinin var soljóðandi: „Dapurt, myrkt, lívs- kevandi, vitloysi. Hetta er tað, sum merkir ellar myndar henda framúr væl uppsetta og væl leikta sjónleik. Her skal í stuttum sigast frá gongdini í sjón- leikinum, sum rithevund- urin so meistarliga hevur dugað at dramatiserað. Í einum sali einastaðni í einum lítlum fjarskotnum samfelag hevur í longri tíð mikil esing verið orsakað av, at samkoman í hesum sali er sannførd um, at tað, sum kommunistar og teirra líkar kalla upp- lýsing og andalig menning, er av tí ónda og tessvegna eigur at verða jarðlagt nú, beinanvegin, fyri tíð og allar ævir. Á hesum era fundi verður viðtikin, at ræðið í landinum má leggjast í aðrar hendur, og at lesing og skriving í skúlunum kemur undir strangt al- ment eftirlit. (Tey á pall- inum eru øll framúrskar- andi — óhugni valdar). Vidtøkan verður løgd inn å ting, sum beinan- vegin setir eina nevnd, ið verður kallað BLAPO (stytting av orðunum blasfemi og pornografi) til tess at taka sær av hesum álvarsmáli. Tað ótrúliga hendir. BLAPO-nevndin upp- loysir tingið og rennur tað heim. BLAPO fær polit- iskt vald. BLAPO stjórnar land- inum! Og nú síggja vit leik, sum av sonnum kann sig- ast at vera einastandandi um okkara leiðir, og slíkt hevur ikki áður verið at sæð á okkara palli. Tað er nátt. Fútin verður handtikin, hálaður úr seingini, og illa viðfarin koyrdur í fanga- legu. Dómarin frákoyrdur og fær boð um at fara av landinum. Í útvarpinum verður kunngjørt, at autodafé (bókabrenning) verður á midnátt á torginum i sjálvum miðbýnum. Áðrenn tey, ið starvast í bókahandlum og bóka- sevnum verða handtikin og koyrd í arbeiðslegu, mugu tey hjálpa at út- flýggja bekur um átrúna og kynslív og yvirhevur allar bekur skrivaðar av kommunistum (t.d. Willy Heinason og Steingrím S. Jákobsson). Uppá slagið 12 (mid- nátt) setir >ferarin< eld á alla bókarúgvuna, sum var orsekin til, at tað æviga lívið hjá so mong- um manni og mangari kvinnu var glatað. Á staðnum, meðan ør- skapurin er í hæddini — bønir og forbannilsir, songir og streingjatónleik- ur hoyrist hvert um annað — viðtekur BLAPO »Autodafé-logina«, sum skal verda trygd fyri, at bert tad, sum kann gagna ti æviga lívinum, verður skrivað og lisið. »Autodafé-login« verður lisin av sjálvum >feraran- um«: paragr. ] Øll skriving av bókum og blødum er undir almenn- um eftirliti, og bannað er ellum innflutningi av bók- um og blødum. paragr. 2 Bert i serligum føri verður studul og onnur hjålp latin lesandi. I øllum førum verður ættarbredgi og heimlag í báðum ættum at kanna gjella, og váttan um BLAPO-lýdni at fyri- liggja. Paragr. 3 Stovnur at umsita hesa lóg verður settur beinan- vegin. Tá ið lógin varð upp- lisin, gjørdist sonn frøi í ti stóru mannarúgvuni, og fagnaðurin tók ongan enda. Hvussu hesin makabri, men væl leikti sjónleikur endar, skal ikki verða av- dúkað í hesum ummæli, tó kundi eg hugsað mær, at rithevundurin hevði givið sjónleikinum annað navn, t.d. »Midøld 1979«.« Sum sagt, eg takki tygum fyri greinina. Vinarliga Heri Mohr Geri ongum gott Tað var ein grein i Dimma- lætting, sum eg ætli at gera eina vidmerking til. Tad er ein grein um tveir fransmenn, sum hava ar- beitt i Føroyum. Teir hava tikid upp film. Teir komu til Føroya 17. juli og ut frå tid tidini til sunnudagin måttu teir havt tid at gjørt seg lidnar vid sitt ar- beiði. Teir vóru í Suðuroy eina tíð og skuldu arbeiða har við at filma og annað. Tað stendur í Dimmu, at persónar hava forðað teimum í arbeiðinum, men hetta er ikki rætt. Teir persónar, sum eru lagdir undir mangt og hvat, tað vóru teir per- sónar, sum hjálptu til alla tíðina, men fingu eina ringa og ljóta tekk, sum ikki var uppiborin. Vit, sum gjørdu alt vit kundu fyri at hjálpa hesum fransmonnum, vit høvdu nakað, sum skuldi klárast upp við hesar menn, m.a. eina filmkon- trakt. Vit fingu at vita, at vit skuldu fáa hesa kon- trakt, men vit blivu snýtt, vit høvdu millummann, sum segði seg vera greiðan yvir alt, sum var hent, men so onki meira. Vit høvdu rætt til at aftur- halda ting til tit høvdu fingið alt ornað. Tað, sum hald varð lagt á, bleiv inn- leverað á politistødina á Tveroyri eftir avtalu við Jákup Veyhe frá Ferða- mannamiðsteðini og Mar- sannu Hjerdisdóttir og Per Liljeros. Hesi ting blivu útlever- að aftur til hesar persónar, Francois og Laurent, men tann, sum hevur brotið hesa avtalu, hann stendur sjálvur við ábyrgdini nú og ikki vit, sum eru legd undir mangt og hvat. Vit hava onki við nakað herverk ella skaða at gera. Tað eru tit sjálvir úti um, og ikki vit skuldsettu skulu standa til svars fyri nakað. Konfliktin kom eftir alt halloyið, sum teir hava uppfert í Suðuroy teir dagar teir vóru har. Tað kunnu suðringar úttala seg um sjálvir. Vit krevja bert okkara rætt og skulu viðfarast sum menniskju. San Syssy sone