hósdagur 17. september 1987síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Byraðið vil
steðga endur-
byggingini
a linganesi
Fleiri mál tengd saman
Teir flestu býráðslimirnir
í Havn vórðu mest sum
tiknir á bóli, tá teir hós-
kveldið í seinstu viku
skuldu viðgera eitt mál, ið
á skránni hevði heitið: mál
viðv. bygging í Tinganesi
og gamla býnum. Teir
høvdu ikki sæð málið
framman undan, sum Ingi
Mohr segði á fundinum.
Í grundini vóru trý mál
tengd saman. Eitt teirra
snúði seg um bygningin
hjá Sjóvinnubankanum á
Kongabrúnni. Sjóvinnu-
bankin ætlaði at byggja
eina hædd upp, og býráðið
helt seg ikki hava heimild
til at steðga byggiætlan-
ini. Síðan hevur býráðs-
formaðurin samráðst við
leiðsluna í Sjóvinnubank-
anum. Við sær í samráð-
ingunum hevur býráðsfor-
maðurin Poul Michelsen
havt Eliesar Arge, for-
mann í byggi- og býar-
skipanarnevndini. Á
fundinum í seinastu viku
vildi byrådsformadurin
einki upplýsa um hesar
samráðingar, og hann av-
vísti ynskinum frá Leivi
Johannesen, um at minni-
lutin í býráðnum kundi
vera við. Petur í Gong
kravdi eisini, at minni-
lutin fekk loyvi at vera
við, men tað segði tað
sama. Petur í Gong segði
seg ikki duga at skilja
hetta. Hann hevði tosað
við stjóran í Sjóvinnu-
bankanum og hevði fingið
ta fatan, at Sjóvinnu-
bankin var til reiðar at
samráðast um at víkja frá
byggiætlanini. Tað vátt-
aði býráðsformaðurin.
Er longu kannað
Eitt annað mál, ið tengt
var upp í, snúði seg um, at
býráðið alment skal lýsa
sína ætlan fyri gamla býin
og seta í verk fornfreðilig-
ar og byggiseguligar
kanningar við tí fyri eyga
at geva út heildarverk um
gamla býin, byggingina
og búsetingina.
Henda partin av málin-
um gjerdi eingin nakrar
viðmerkingar til. Annars
er áður komið fram, at
Fornminnissavnið longu
hevur gjørt kanning úti á
Tinganesi, áðrenn arbeiðið
hjá Landsstýrinum við at
endurbyggja úti á Tinga-
nesi nakrantíð byrjaði og
kannar framvegis. Sum
skilst hava Landsstýrið
og Fornminnissavnið lagt
stóra orku í fornfrðiligar
og byggiseguligar kann-
ingar har. Hví býráðið nú
eisini skal til at kanna,
kom einki fram um á bý-
ráðsfundinum.
Hevuðsmálið var í veru-
leikanum umbyggingina
hjá Landsstýrinum av
pakkhúsinum á Sælinga-
hellu. Tað er pakkhúsið
niðan fyri Portugálið móti
Eystaru vág.
Nr. 105 — 17. september 1987
Vit taka loyvið aftur
Landsstýrið hevur fyri
langari tíð síðan kunn-
gjørt umbyggingarætlan-
ina fyri bygningar sínar á
Tinganesi. Ætlanin er at
um- og endurbyggja, so-
leiðis at landsumsitingin
tær betri umsteður, sam-
stundis sum bygningarnir
verða settir aftur í gamlan
stíl. Ein av bygningunum
er pakkhúsið á Sælinga-
hellu. Á býráðsfundinum
kom fram, at býráðið hev-
ur givið loyvi til at um-
byggja, men byrådsfor-
maðurin hevur tikið loyvi
aftur. Grundgevingin hjá
býráðsformanninum at
taka loyvi var, segði hann
á fundinum, at umsitingin
hevði givið loyvið, og tað
hevði hon ikki heimild til,
ti byggisamtyktin
ikki galdandi har.
Hvi byrådsformadurin
— ella samgongan — vildi
hava stedgad umbygging-
ini av pakkhusinum å
Sælingahellu, kom ikki
greitt fram av fundinum.
Sagt varð bara, at býráðið
hevur í hyggju at endur-
skoða sersteku byggi-
ætlanina fyri Tinganes.
Býráðsfundurin gav tó ta
fatan, at okkurt annað lá
aftanfyri.
Býráðið sjálvt
einki gjørt
Á býráðsfundinum spurdi
var
Zacharias Wang, hví bý-
ráðið ongantið hevði valt
sín lim í Serstaka bygg
råd fyri Tinganes (eit
ráð, ið ongantíð er komi“
at virka). Til tað svara:
Poul Michelsen, at Lands
stýrið ongantíð hevur víst
áhuga fyri byggiráðnum
og gamla býarpartinum,
og at býráðið tí nú onga
grund sá fyri at velja
nakran í byggiráðið.
Tað var býráðið sjálvt,
sum kom við hugskotin-
um um at seta byggiráðið,
ið skuldi hava eitt umboð
fyri Landsstýrið, eitt fyri
býráðið og eitt umboð fyri
tey á Reyni, men síðan
hevur Tórshavnar býráð
einki gjort fyri at fáa
byggiráðið at virka. Har-
við er býráðið sloppið und-
an at havt nakað við
Landsstýrið at gjørt við-
víkjandi Tinganesi, ell ár-
ini Landsstýrið einki hev-
ur gjørt við umbygging-
ina har. Tað er komið
fram, at Landsstýrið einki
hevur ímóti at seta byggi-
ráðið.
Ætlanin hjá Landsstýr-
inum er at lækka pakk-
húsið á Sælingahellu og
seta reising á. Tað gav bý-
ráðið loyvi til, men hetta
loyvið er tað, ið býráðsfor-
maðurin hevur kallað
aftur. Byggiken fólk og
listafólk halda annars
hetta vera eina góða
loysn. Byggifrødiliga er
Pakkhúsið á Sælinga-
hellu sæst á myndini utt-
ast hogrumegin. tað er
ikki júst nakað prýði fyri
bvarpartin
pakkhúsið einki vert, og
við at geva tí reising verð
ur bygningurin vakrari,
sum meira
ljós kemur til húsini aftan
fyri. Sosialinum kunnugt,
er heldur ivasamt, um tað
ber til hjá býráðnum at
kalla eitt loyvi aftur.
randi
samstundis
Soleiðis er ætlanin hjá
Landsstýrinum at um-
byggja. Pakkhúsið sæst
her fremst í myndini.
Ein hædd verður tikin
av, og í staðin verður
gjørd reising