hósdagur 17. september 1987síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 20
tíðindablaðið
Fólk í Norðstreymi og Eysturoy:
Nýtast ikki at
fara til Havnar
at taka bløðroynd
Í síðstu viku varð farið
undir rættiliga spennandi
tiltak í Norðstreymi og í
Eysturoynni. Tveir av
laborantunum á Lands-
sjúkrahúsinum fara tvær
reisir um vikuna út á bygd
at taka blóðroyndir og
hjartabílet. Hetta hevur
við sær, at fólk nú sleppa
undan at skula fara til
Havnar og harvið missa
arbeiðstí — og somuleiðis
sleppa eldri fólk undan
einum longum biltúri til
hevuðsstaðin, ofta undir
vánaligum líkindum.
Tað var Ráðleggingar-
nevndin fyri sjúkrahús-
verkið, sum nakað herfyri
legði uppskot fram um
slíka laboranttænastu.
Avgjert varð at royna
hana fyribils sum eina
roynd ávikavist í Hvalvík
og í Getudali. Nú er so far-
ið í gongd, og tveir labo-
rantar av Landssjúkra-
húsinum eru hvenn týs-
dag frá kl. 9.00 til 10.15 at
hitta á læknamiðsteðini í
Getudali og hvenn miku-
dag milum 9.00 og 10.00 í
læknaviðtaluhelinum i
Hvalvík.
Marita Petersen, leiðari
á laboratorinum á Lands-
sjúkrahúsinum, sigur, at
hetta tykist at vera eitt
sera gott og hent tiltak.
Eg havi varhugan av,
at serliga eldri fólk eru
fegin um at sleppa undan
at skula fara ein strævnan
og drúgvan biltúr heilt til
Havnar. Eisini hevur tað
nógv at siga fyri fólk, sum
eru timalønt, at tey ikki
missa ein heilan arbeiðs-
dag bert tí tey skulu taka
blóðroynd o.a. í Havn.
Marita Petersen sigur
annars, at tey hava so
ringar umsteður á Lands-
sjúkrahúsinum at taka
ímóti ambulantum sjúk-
lingum, at tað er til stóra
hjálp at fara út á bygd-
irnar.
Slík laboranttænasta
sum henda er annars ikki
eindømi í Feroyum. Í
skjótt 10 ár hava
laborantar av Suðuroyar
sjúkrahúsi einaferð um
vikuna vitjað í Vági, har
teir hava tikið blóðroyndir
og hjartabiløt.
Fer henda roynd í Hval-
vík og í Getu at eydnast
væl, so er ikki óvist, at
hon verður víðkað til onn-
ur pláss eisini. T.d. til
læknamiðsteðina, sum nú
verður bygd í Runavík.
Nr. 105 — 17. september 1987
Her er tað ein eiðismaður,
sum stendur fyri terni.
Laborantar eru Anna
Klein og Marita Johanne-
sen
Anna Klein frá labora-
torinum á Landssjúkra-
húsinum tekur blóðroynd
í Hvalvik
Gott er at sleppa undan at
fara alla leiðina til Havnar
at taka blóðroynd
ds
nn
ARG