Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-09-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. september 1987síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Heldur enn at búð í bussunum, átti familjan at tikið av tí loysn, ið býráðið hevur mælt til, sígur forkvinnan í sosialu neund Upp til teirra at flyta — Vit hava boðið familjuni eina loysn, sum tey áttu at tikið av, sigur Lisbeth L. Petersen, forkvinna í sosialu nevnd Tórshavnar býráðs Tørshavnar byråd hevur onga ætlan um at flyta familjuna, sum i nakrar mánaðar hevur hildið til í * tveimum bussum í grót- brotinum innan fyri bygd- ina Sund. Fýra vaksin fólk. Í Sosialinum hósdag- in greiddi ein teirra, Maria, frá, hvussu vánaligar umsteður tey hava. Hon bar ótta fyri, at tey ikki kláraðu veturin har. Tórshavnar býráð veit ikki, hvussu hetta málið skal loysast. — Maria búði ikki i Havn, tá kommununi, sum tey hevdu havt, vórðu tikin niður. Tá Maria so flutti aftur til Havnar, var hon í somu steðu sum øll onnur, ið einki høvdu at búgva i, sigur Lisbeth Petersen. — ØI vita, at íbúða- neyðin í Havn er stór. Kommunan eigur umleið 60 íbúðir, og fólk búgva í teimum ellum. Kommun- an hevur onga íbúð at bjóða teimum. — Men vit hava roynt at hjálpt. Býráðið samtykti eina loysn, ið vit hildu husini hjá vera eina góða loysn, men tey tóku ikki av. Tað áttu tey at gjørt, tí betri hjálp kundu tey ikki fingið, og taka tey ikki av, er tað teirra egna ábyrgd, at tey búgva soleiðis, sigur Lis- beth Petersen Hon er samd við Mariu í, at familjan ikki kann búgva í bussunum í grót- brotinum í vetur. Eingin hevði heldur væntað, at tey skuldu verða verandi so leingi í grótbrotinum, tað var ikki ætlanin. Lis- beth veit ikki, hvat bý- ráðið skal taka til, um familjan ikki vil taka við loysnini, ið býráðið hevur funnið fram til. Heilsunevndin hevur ikki verið og vitjað familj- una í bussunum. Eingin hevur sent boð eftir heilsunevndini, og hon hevur onga ætlan um at fara hagar av sínum ein- tingum. Men tað kann gerast neyðugt, um familjan ikki er flutt, áðrenn veturin kemur, sig- ur formaðurin í heilsu- nevndini, Páll Petersen. randi Framhald á forsíðuni arar og eftirlit eru við. Tað var ikki við teimum bjartastu vónunum, at Hans Henrik fór av hesum fundi. Hann sigur, at tilrættaleggingin er út um alt lágmark og har- afturat er stórur tervur á handverkarum. Óvissan um nær byggingin er liðug er so stór sum ongantíð fyrr og tað tykist, sum nakrir av byggimeistar- unum á Berjabrekku hava givið upp. Fleiri ikki so frægt sum meta upp á byggifundi. Byggileidslan hevur tó játtað at koma við nýggjari tíðarætlan til næsta fund, sigur Hans Henrik. Gongur út yvir dygdina Spurdur um manningar- trotið gongur út yvir dygdina av byggingini sigur Hans Henrik, at tað ger tað í ávísum ferum. Innan okkurt handverk eru so at siga bert lærling- ar, og onkuntíð hevur verið neyðugt at gera ar- beiði umaftur. Hann sigur eisini, at ilt er at siga hvussu nógvir handverk- arar ella lærlingar starv- ast á Berjabrekku í løtuni, tí teir eru har eina letu og fara síðani á okkurt annað arbeiðspláss. Matgerð á arbeiðs- plássinum Sjálvur er Hans Henrik og familja hansara komin illa fyri av vánaligu fyriskip- anini av arbeiðsplássinum á Berjabrekku. Eftir eini tíðarætlan, sum gjørd varð í mars, skuldu tey flyta niðan á Berjabrekku 1. juli. Men enn eru tey ikki flutt inn. Tá tey fingu at vita, at greitt var at flyta inn 1. juli, gjørdu tey av at siga íbúðina frá sær, tey tá búðu í. Hetta førdi so sjálvandi til, at tey stóðu uttan íbúð í summar. Lukkutíð eydnaðist teim- um at fáa hendur á einum lítlum kamari í býnum, men at matgera har er 6- hugsandi. Hetta má ger- ast á arbeiðsplássinum og tað er ikki besta loysnin, leggur Hans Henrik afturat. Nær tey kunnu flyta inn vita tey ikki. Áðrenn tey fingu hend- ur á kamarinum í býnum skrivaðu tey býráðnum bræv, har tey segdu frá, at tey fóru á hotell og vildu senda býráðnum rokningina. Tá var for- maðurin fyri Berjabrekku- byggingini, Essa Arge, skjótur at svara. Og tað bleiv eitt kortanei. tór.- Nr. 106 — 19. september 1987 Fólkatingsvalið seinkaði koppsetingini Ókeypis koppseting móti barnasjúkum byrjar vænt- andi 1. november Tad verður væntandi 1 november, at bernini i Føroyum kunnu verða koppsett móti barnasjúk- unum fárasjúku, mesling- um og reydlingum. Tey, sum verða koppsett, fáa ikki hesar sjúkur. Upprunaliga var ætl- anin, at skipanin skuldi koma í gildi 1. februar, men tað varð ikki, tí málið skuldi leggjast fyri fleiri myndugleikar fyrst, bæði í Feroyum og í Danmark. Og hverki Landsstýrið ella Innanríkisráiið skund- aðu sær. Fyri nekrum vikum síð an var klárt at lýsa skip- anina at koma í gildi 1. oktober, ráðharrin hevði skrivað undir. Men so kom fólkatingsvalið, og nýggjur ráðharri er komin | í donsku stjórnina. Tað ber ikki til at lýsa skipan- ina við undirskriftini hjá tí fyrra rådharranum, og ti dró aftur út, sigur Le Mikkelsen, fulltr Ríkisumboðnum. n« vember væntar hon, at stundir hava verið at lýst skipanina bæði í Lovtid ende og við kunngerð Dimmalætting. Lene Mikkelsen sigur, at tey eru við at gera up- lýsandi tilfar um koppset- ingina móti barnasjúkun- um. Hetta tilfar verður lagt fram hjá læknum, í skúlum, á sjúkrahúsunum og eðrum heilsustovnum Sjálvt um skipanin ikki er komin í gildi enn, eru tað longu nøkur, sum eru loppsett móti teimum trimum barnasjúkunum. Men til skipanin er komin í gildi, mugu fólk sjálvi gjald fyri koppsetingina. randi Byggiloyvið kann neyvan afturtakast Á býráðsfundi í Havn fyri góðari viku síðan upplýsti Poul Michelsen, býráðs- formaður, at hann hevði kallað aftur tað loyvið, ið býarumsitingin hevði giv- ið Landsstýrinum at um- byggja pakkhúsið á Sæ- lingahellu á Tinganesi. Málið varð umrett í Sosialinum hósdagin. Men tað er ein stórur spurningur, um býráðs- formaðurin kann taka byggiloyvið aftur. Tað er byggideildin hjá býráð- num, ið hevur givið byggi- loyvi, og heimild at geva byggiloyvi hevur byggi- deildin. Byggiloyvið er undirskrivað av býararki- tektinum. Fólk, sum hava skil fyri slíkum málum, halda ikki, at býráðsformaðurin hevur heimild til sjálvur at kalla eitt byggiioyvi aftur. Í ellum forum átti hann at lagt málið fyri bý- ráðið. Vanliga reglan er annars, at eitt loyvi er eitt loyvi. Tann, sum fær loyvi, hevur ikki skyldu til at kanna, um undirskriv- arin hevur heimildina. Hugsa vit okkum til, at tað var ein vanligur borg- ari, sum fyrst fekk byggi- loyvi og síðan fekk at vita, at loyvið varð afturtikið, hevði viðkomandi óivað kært avgerðina. Kæru- stovnur er Landsstýrið. Fer Landsstýrið at kæra avgerðina hjá by- ráðsformanninum, verður málið lagt fyri Landsstýr- ið. T.v.s. at Landsstýrið hevur allan avgerðarrætt- in, hvussu byggjast skal á Tinganesi. randi | | Í |