Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-09-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. september 1987síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Mibatar undir 5 brutt« ert verður tollad í H ” Havbúnaðarfelagið átalar ping-pong spæl í Tinganesi Í dag verður útgerð ti alivinnuna tollað 28% og meira, meðan útgerð til fiskivinn- una bert verður tollað 6%. Hetta ynskir Føroya Havbunadarfelag at fáa broytt og hevur tí heitt á landsstýrið at ganga hes- um ynski á meti. Aftan á ping-pong spæl um hetta mál hevur felagið so endiliga fingið at vita, at einki broytingaruppskot til galdandi toll- lóg er á veg. — Alarar eru tí komnir ti ta niðurstoðu, at av politiskari vælvild hevur vinnan onki at missa, bert at vinna sigur Hav- búnaðarfelagið í tíðindaskrivi til fjølmidl- arnar, sum vit prenta her: Feroya Havbúnaðarfelag hevur síðan tað bleiv stovnað í 1980 roynt at beta um tollvidurskiftini hjá alivinnuni. Sum nú er, verður útgerð til alivinn- una tollað 28%, alibátar undir 5 brutto tons 28%+ 10%, meðan útgerð til fiskivinnuna bert verð- ur tollað 6%. Alivinnan er ein vinna, ið eins og fiskivinnan framleiðir eina veru bert til útflutning, og hevur fe- lagið tí arbeitt hart fyri at fáa somu semdir sum fiskivinnan. Í dag skriva vit sep- tember 87, og enn eru ong- ir sømdir fingnar. Hetta ping-pong spæl hetta mál hevur fingið í Tinganesi er átaluvert. Fyri í stuttum at nevna hvat er farið fram hetta seinasta árið, so hevði Havbúnaðarfelagið ein fund 12. des. 86 við Vil helm Johannesen, lands- stýrismann í alimálum og fulltrúan í tollmálum, um tolling av aliútgerð. Á he- sum fundinum fekk fe- lagið at vita, at nú fór nakað munagott at henda. Landsstýrisumboðið he- itti á Havbúnaðarfelagið, um at senda eitt skriv til Landsstýrið, har felagið nevndi ta útgerð, sum vit mettu skuldi vera undan- tikin galdandi tolllóg. Hetta skriv varð sent Landsstýrinum 8. jan. 87, men enn er onki skrivligt svar komið uppá hetta skriv. Fyrst í árinum setti Havbúnaðarfelagið seg fleiri ferðir í samband við fulltrúan fyri at fregnast, hvat hendi í málinum. Fe- lagið fekk at vita, at málið skuldi fyri á landsstýris- fundi 19. febr. og síðani fa- ra í tingið. Alarar fingu at vita úr Tinganesi, at nú kundu teir keypa alibátar o.t., tí eitt broytingarupp- skot til galdandi tolllóg kom igjøgnum i tinginum Tá tíðin nærkaðist til at tingið skuldi fara í summ- arfrí, og onki var hent, var enn einaferð landsstýrinum. Nú var svarið ødrvisi!!! Nú varð sagt, at tað var ikki politisk semja um málið í Landsstýrinu. Frá landsstýrismanninum í alimálum fekst at vita, at hann als onki broytingar- uppskot til galdandi toll- lóg hevði sæð. Alarar, sum hevdu bílagt útgerð við tí fyri eyga, at eitt broytingaruppskot var á veg, vóru við sviðið soð. Á fundi við Landsstýrið 17. juli 1987 varð málið fregnast i | je 4%. zsuPar 1923144 5 + Nr. 106 -= 19. september 1987 Søkt stuðul frá landinum Dagstovnurin fer at rúma 30 bornum Dagstovnafelagið hevur nú sent Landsstýrinum umsókn um at vera við til at keypa eini hús í Havn til barnaansingarstovn. Við umbygging eru húsini mett at kosta 2,8 - 2,9 mió. krónur. Í summar játtaði Tórs- havnar býráð at gjalda sín part av húsakeypinum og rakstrinum, treytað av, at Landsstýrið vil vera við. Ætlanin er at reka stovnin eftir vanligum t.v.s. at landið rindar 4/7 av keypinum og 40% av rakstrinum, og býráðil reglum, 3/7 av keypinum og 30% av rakstrinum. Tann írest- andi raksturin fíggja for- eldrini fyri at hava bernini á stovninum. Dagstovnafelagið hevur eisini sent Almannastov- uni umsókn um góðkenn- ing av húsunum. Felagið vónar, at Almannastovan eins og Landsstýrið av- greiðir umsóknirnar skjótt. Fígging er fingin til keypið. Tað verður ikki neyðugt við stórari áðrenn umbvgging, stovnurin kann takast í nýtslu. Dag- stovnafelagið heldur, at umleið hálvan annan mán- að eftir, at keypið er í lagi, kann stovnurin byrja. Hesin stovnurin er ætlaður til 10 veggu- stovubern og 20 barna- garðsbern. Dagstovnafe- lagið hevur roknað út, at kostnaðurin fyri hvert barnið á stovninum verð- ur á leið tann sami sum á eðrum barnaansingar- stovnum í kommununi. randi tikið fram aftur. Har fekk felagið kontant svar frá Atla Dam, legmanni, at als onki broytingarupp- skot til galdandi tolllóg var á veg. Hvat fylgir hetta fær fy- ri okkara kappingarføri, kann ongin ivi vera um, men alararnir eru komnir til ta niðursteðu, at av politiskari vælvild hevur vinnan onki at missa, bert at vinna. Í bil-barnastóli, á beltiskodda ella bara við belti, sita børn tíni væl og trygt í bilinum.