leygardagur 19. september 1987síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Útgevari:
Ábyrgdarblaðstjóri:
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Eitt gott stig
Tað, sum eingin hugsaði var
møguligt, tykist nú at ger-
ast veruleiki. USA og
Sovjet eru komin á samt
um at beina burtur tær
stuttberandi rakettirnar
samt miðalrakettirnar í Mið-
europa. So legið tað ljóðar,
so eru hesar rakettir hóast
»småar« og stuttrøkkandi
heimsins mest vandamiklu
kjarnorkuvåpn. Hetta
stendst av teirra slagi — tær
eru meira enn onnur atom-
våpn ålopsvåpn. Teirra kon-
struktión ger tað so at siga
neyðugt at nýta tær áður
enn fíggindin nýtir tær og
verða tær nýttar, verður alt
Europa at hvørva av heims-
kortinum.
TAÐ er júst hendan veru-
leika Reagan og Gorbatjov
tykjast at hava fatað og
hava teir harvið einaferð
enn prógvað, at pvlitikarar
eru klókari enn herstjórar
og hernaðarstrategar. Sjálv-
sagt liggja onnur motiv aft-
an fyri semjuna um rakettir-
nar- av búskaparligum og
politiskum slagi, men tey
lata vit liggja her og fara í
staðin at fegnast um hesa
stóru hending. Við hesari
semju er eitt breitt ynski hjá
meirilutanum av fólkunum í
eystri eins væl og í vestri
uppfylt — ja stórveldini
bæði eru farin væl longur
enn sjålvt tann mest bjart-
skygda fridarrørsla hevði
torað at droymt um.
Fyritaksstjóri:
Blaðfótk :
TAÐ er eingin ivi um, at av-
talan um miðal og stutt-
røkkandi rakettirnar fer at
føra til ein linna millum
eystur og vestur í fyrsta
umfari - um hon fer at gera
tað upp á longri sikt er tor-
ført at siga, men vit kunnu
jú altíð vóna. Tað eigur tó
ikki at verða gloymt, at av-
spenningarpolitikkurin eig-
ur eisini sínar sterku mót-
stødumenn í báðum stór-
veldum, og ein vandi er tað,
at hesin politikkur er so nær
tengdur at tveimum
einstøkum persónum og
teirra viðhaldsbólkum.
MEN vandi er í hvgrjari væl-
ferð. Vandin við avdubbing-
ini á landi í Miðeuropa er, at
henda avdubbing verður
fylgd av einari dubbing á
høvunum t.d. í Norðurat-
lantshavi. Ein slík gongd
vildi verið til óbetiligan
skaða fyri smátjóðirnar fyri
norðan og eiga vit tí at ansa
væl eftir, at hetta ikki verð-
ur gongdin. Men sum sagt,
fyribils eiga oll at fegnast
og vóna, at tann leið, sum
nú er slóað, eisini verður
leiðin framyvir.
jd
TT
HH
tíðindablaðið SOS lurin Nr. 106 — 19. september 1987
Pauli Ellefsen dugir
sini ting
Pauli er skemtari av Guds
nådi. Ja, hann stendur
einki aftan fyri Willy
Breinholst i so måta. Fålk,
ið hava áhuga fyri lættari
lesnaði, lesa teir báðar
sunnudag seinnapart.
Og so dugir hann at fáa
nakað burtur úr. Hann
mundi vera ein av teimum
fáu, ið fekk nakað burtur
úr Globalævintýrinum.
Hetta gjørdi hann við ein-
ari ljósareyðari rakstrar-
ætlan heilt fram til ár
2000, og alt Feroya fólk
hoppaði upp á límpinnin.
Ein kann undrast á, hví
hann ikki varð settur at
selja skipini. Hann segði
seg til eina og hverja tíð
kunna selja tey fyri hálva
aðru ferð keypsprísin.
Hetta var so tað posi-
tiva.
Í dag 15.9. ger hann við-
merkingar til valúrslitið.
Atli Dam verður skírdur
at liggja uttast til vinstru.
Men Atli Dam er sosial-
demokratur. Nú er tað
eingin loyna, at Pauli
.
Ellefsen litid og einki hev-
ur verið í fólkatinginum
og tí ikki veit, hvar ein
sosialdemokratur liggur í
mun til miðjuna og veing-
irnar. Men vit kunnu upp-
lýsa skemtaran um, at
Tann Feroyski Javnaðar-
flokkurin liggur á linju við
hinar norrenu javnaðar-
flokkarnar. Teir hava sum
kunnugt so at siga einsa-
mallir skapt heimsins
bestu demokratisku sam-
feløg, nevniliga tey
skandinavisku.
Skulu vit meta um sam-
bandsflokkin, so hava vit
einki grundarlag til tess.
Sambandsflokkar runt
um í heiminum doyðu út,
so hvert sum koloniurnar
fingu sjálvstýri
Sostatt átti tann fer-
oyski sambandsflokkurin
eisini at verið farin í søg-
una fyri langari tíð síðani.
Eisini sigur Pauli Ellef-
sen, at Atli spælir polit-
iskt diktatur. Her fer
hann eisini skeivur. Javn-
aðarflokkurin nýtir sín
demokratiska rætt til
sjálvur at velja sínar sam-
starvsflokkar. Sambands-
menn hava nú grátið
síðani 1975, tí teir ikki
sleppa í samgongu við
javnaðarflokkin. Og Jógv-
an Sundstein, sum vit
eftirhondini als einki hava
til felags við, hevur tút-
brelað í 3 ár, tí hann ikki
sleppur at samstarva við
javnaðarflokkin. Alt
prógv um, at javnaðar-
flokkurin er ein góður
samstarvspartnari.
Pauli Ellefsen setti alt
demokrati út av spælinum
tey fýra árini, hann bant
Løgtingid niður við grein
13. Eftir henni kundu 3
tinglimir blokera eitt mál,
sum 29 vóru fyri. Soleiðis
riggar demokratiið í hans-
ara hugaheimi. Vit eru
bert menniskju, og tí er
tað kanska ikki logið, um
Pauli hevur undirluta-
kenslur mótvegis Atla.
Annar er skemtari,
meðan hin er statsmaður.
Dan Petersen
Frítíðarundirvísingin
á Oyrarbakka
VETURIN 1987/88
grein
DÁTULÆRA
Má. 19.00 — 21.35
SEYMING
Má. 18.45 —22.15
lærari
John Eli Joensen
Elspa Sumberg
Royndarfyrireikandi undirvísing
MASKINSKRIVING
Má. 18.30 —20.10
Gunnar Joensen
ROKNSKAPARFØRING
Må. 20.20 — 22.00
Gunnar Joensen
fråbodan
23033
22022
22 343
Øll undirvising er treytað av nog stórari luttøku.
Undirvisingin byrjar månadagin 28. september.
Tilmeldingargjald kr. 200
Upplýsingar fåast frå faklæra
=
=
=
Felagsskúlin á Oyrarbakka
SSL