Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-09-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. september 1987síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 SR egsialurin Hann så ævintýrið og undrid i gerandisdegnum Hans Marius var borin i heim í Oyndarfirði hin 21. september 1887. Foreldr- ini vóru Elisabeth, f. Justinussen, ættað av Glyvrum, og Andreas, ættaður av Eiði. Pápin var fyrsti lærarin í bygd- ini. Barnaheimið var eitt mentað, kristið heim, og Hans Marius vaks upp í góðum og tryggum korum í eini tíð, sum hóast hon var merkt av strevi og stríði, so álíkavæl var frið- arlig, har fólk høvdu stundir at liva og eisini at rætta hverjum eðrum eina hjálpandi hond, tá ið ástóð Sum hjá teimum flestu dreingjum her á landi stóð hugur Hans Mariussar til sjógvin. Men eftir pápans ynski fór hann á lærara- skúla, frammanundan hevði hann gingið í real- skúlan og eisini verið 2 vetrar í Føgrulid. I 1908 tók hann læraraprogv, og var so vikarur ymsa- staðni, t.d. I ár i Funningi Nøkur år var hann til skips, men hin 1. oktober 1919 varð hann settur lær- ari í Ovndarfirði, og varð hann í starvinum til hann fall fyri aldursmarkinum í 1952. Hans Marius er knýttur at mínum fyrstu barna- minnum, ti hvørt summarar kom hann til Havnar. Tå fingu bygda- skúlarnir summarfrí sein- na part av juli, og Hans Marius stevndi so beinan- vegin suðureftir, og tá hann so smílandi og kom inn í Snikkarastovu sum oftast 27. juli, ja, tá byrjaði Ólavsekan fyri okkum Og Hans Marius var ik- ki burturblíður, nei, hann var sami blidligi og frynt- ligi maður, tá vit komu at hugnaligur vitja í Oyndarfirði. Og har hevdu vit ta gleði eisini at uppliva hann í skúlanum, sluppu at luttaka í tímun- um. Eitt sindur hátíðar- ligt var tað fyri okkum at vera inni í tí lágu, hugna- ligu skúlastovuni og vita, at her hevði langabbi okk- ara verið lærari, hesin langabbi, sum var deyður langt åirenn okkara tid, men sum vit høvdu hoyrt so nógv avbera gott um. Ja, Hans Marius hevði havt góð barnaár í einum mentaðum kristnum hei- mi og hevði fingið góða barlast við sær út í lívið, og nú búði hann so aftur í barnaheiminum og ar- beiddi í sama skúla sum pápin Sum vaksin sá ein, at tað var kærleikin til børn- ini og ynski um, at tey skuldu fáa best meguliga útbúgving, sum gjerdi Hans Marius til tann góða lærara, hann var. Og keðiligir vóru skúladagar hansara ikki. Hann dugdi væl at læra frá sær, hevði gott tol, men hugaligast var, tá hann segði frá søg- hendingar stóðu so livandi fyri okk- um, fólk og um, at tað var, sum upp- livdu vit alt, og tá hann so at enda tók fiólina, og tón- leikur og sangur ljómaðu, tá vórðu vit lyft upp um gerandisdagin. Og álíkavæl var Hans Marius nettupp maðurin, sum sá ævintýrið og undr- ið í gerandisdegnum. Tað bera øll skaldaverk hans- ara bod um. Hann var prosaskald okkara, elskadi sum menniskjuna og & Skúlabern uttan fyri skúlan í Oyndarfirði. Myndin er tikin í 1913. Elinborg Hendriksen eigur myndirnar náttúruna og ikki minst heimbygdina, og sum altíð sá tað besta í ellum. Og líkasum hevuðsper- sónurin í ævintýrunum og teimum góðu skaldsegun- um, — ofta aftaná líðing og sakn — fær hana, hann elskar, soleiðis gekk tað eisini Hans Mariusi. Í 1939 giftist hann við ung- dómselskaðu síni, hini vekru Elsbu úr Funningi, Skúlanæmingar hjá Hans Mariusi uttan fyri skúlan í Oyndarfirði. Myndin er tikin um 1930 100 Fod Ar og untust tað teimum at liva saman í 26 ár, eitt eydnuríkt og harmoniskt hjúnarlag. Hon hevði stor- an áhuga fyri arbeiði hansara, og eisini fyri skriving hansara, og var hon honum ein avbera góður stuðul. Meðan hann sat inni í hugnaliga heimi teirra lovsang náttúruna á pappírinum, var Elsba á sín hátt eitt líka stórt skald í urtagerðum sínum. Hon hevði heilar tveir, og tað var undurfult at síggja, hvussu hon úr okk- ara kergu mold fekk alt at blóma og vaksa, teir vóru sum eitt ævintýr. Meg minnist einaferð, eg var og vitjaði har norðuri, at hon beyð mær innar til jørdber og róma — før- oysk jerðber, eins stór og tey, vit flyta inn. So sat eg har í teirri vekru stovuni henda summardag, máln- ingar og tekningar av Hans Mariusi prýddu veggirnar, og allastaðni blómur og urtapottar. Prátið gekk hugnaliga, hann segði frá teimum gomlu í bygdini, og ym- sum hendingum; eg helt við meg sjálva, at summi hevdu fingið nógvar gáv- ur, sum nú Hans Marius, bæði at kunna mála, tek- na, spæla og skriva; tó tað undrar meg onki, athann var vorðin skald, alt var jú til steðar at fáa hesar gáv- ur fram: uppvøksurin, tann vakra náttúran uttan um, hungur hansara eftir lærdómi, kærleikin til alt livandi og til alla mentan. Arbeiðssamur var Hans Marius, umframt sítt dag- liga arbeið hevði hann mong álitissterv, í 16 ár var hann sóknarstýrisfor- maður, fleiri ár formaður í skulanevndini, og meðan pápin hevði deknatænast- una í síni læraratíð, var Hans Marius organistur í kirkjuni. Harafturat mál- aði hann og skrivaði hann. — Fyrsta skaldaverk hansara var: hjálpurótin og súlubrotið, ein yndislig sega. Nógvar stuttsegur eigur hann í tíðarritum og jólabókum. Ein sjónleik við navninum: Ein myrk- ing (1937). Hesin er spæld- ur ymsa staðni, td. í Havn av realskúlanæm- ingum. Í 1952 komu bek- urnar: Hitt ævinliga gonguverkið (skaldsøga) og Lívsins rættur (stutt- segur), og 11 ár seinni: Ein stjerna er tendrað (ei- sini stutisegur). Stórt spell, at Hans Marius ikki fór undir at skriva bygdarsegu sína, tí fáur visti so nógv sum hann um øll viðurskifti har á staðnum. 65 ára gamal legði hann frå sær lærai flutti til Marius astarvið, og Hans sum so nógvir Havnar 1 av ættarin ansara ogvu- liga vid Havnina, tað var, sum hevði hon eitt serr lás - ta teirra. Nú hevði hann stundir at skriva, men ik- ki var heils tid so góð, og at enda ålvarsliga ur. Aftur her var Kisba non um :ssaði hann væl Gtroyttiii hann og vi í til hann fór inn til seinastu hvíldina. Við deyða hansara mis- tu vit næstrafólk ein vin- sælan PL: sum fi ; 4 Í Í i 3