týsdagur 22. september 1987síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tvøråmenn,
gøtumenn og havnarmenn.
Hetta vóru møguleikarnir til FM-heitið i 1.
deild menn áðrenn síðsta umfar.
Spenningurin í fótbólts-
landskappingini áðrenn
seinasta umfar var stórur.
Trý lið stríddust við at
vinna deildina, meðan
onnur trý lið stríddust fy-
ri at halda seg í deildini.
Meguleikar at vinna
hevdu ávikavist GÍ, TB
og HB. Niðurflytingin
stóð ímillum VB, B68 og
LÍF. Avgerðin í báðum
endum fall á Tveroyri.
Bæði Suðuroyarliðini, TB
og VB, leiktu ein spenn-
andi dyst á Sevmýru.
Sjálvt um TB ikki var
serliga væl mannað ímóti
vágbingum, mundu flestu
rokna við, at TB fór at
vinna dystin. Men VB,
sum hevur víst, at teir
„saktans< kunnu leika í 1.
deild, hetta serliga síðani
teir fingu graslíkisvellin,
ætlaðu ikki at tapa dystin
ímóti tvøråmonnum so-
leiðis uttan víðari.
Tað var TB, ið legði
harðari út, og áttu eisini
tað mesta av fyrra hálv-
leiki. Longu í uml. 5. min.
fingu teir hornaspark og
kom skotið beinleiðis á
yvirleggjaran. Seinni varð
ein VB-leikari einsamallur
við málverjanum hjá TB,
Per Strem, men Per stóð
manniliga og fekk bjarg-
að.
Tað var rættiliga nógv
ferð á spælinum allan
dystin, og hetta gjørdi sítt
til, at dysturin var bæði
undirhaldandi og spenn-
andi.
Í seinna hálvleiki var
tað TB, ið hevði yvirvøag í
leiki. Teir høvdu eisini
minst líka so nógvar mál-
møguleikar í hesum hålv-
leikinum sum VB hevði í
fyrra. T.d. hevði John
Redgaard eitt brandskot
frá uml. 20 m. fjarsteðu,
men íslendski málverjin
hjá VB var kvikur, og flat-
ur í luftini fekk hann sligið
bóltin burtur. TB hevði
sum sagt eisin aðrar
meguleikar, men tað
eydnaðist teimum ikki at
fáa bóltin í netið. Dystur-
in á Sevmýru endaði so-
statt við javnleiki 0-0.
Hetta hevði við sær at
tverámenn, aftaná 7 ár,
aftur vunnu Feroyameist-
araheitið og var hetta, tá
hugt verður at kappingini
í ár, fult uppiborið.
Ítróttar-Sosialurin
ynskir tveráfólki hjarta-
liga tillukku við meistara-
heitinum, samstundis
sum vit saman við VB
harmast um niðurflyt-
ingina, serliga nú teir júst
hava fingið nýggjan vell.
Men kanska fer just vøll-
urin at gera, at VB fer at
mennast, soleiðis at teir
aftur gerast eitt stødugt
lið í 1. deild um ikki so lan-
ga tíð.
Gdm-
Jóan Petur Algarson og
Per Strøm, hond í hond