hósdagur 24. september 1987síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
HO
Telefon 118 20
Argjavegur 25, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Utgevari: P/f Sosialurin >
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miiller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahit
Blaðfólk: Høgni Djurhuus .
Randi Jacobsen
Tórfinn Smith
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov .
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent: P/f Pressan 1981
Valstríðið
byrjað!
Í HESUM døgum hevur alt Føroya
Fólk høvi til at hoyra okkara
fólkavaldu politikarar siga sína
hugsan um flest oll samfelagsins
viðurskifti. Útvarpið er farið undir
at útvarpa drúgva orðaskiftið úr
tinginum, sum hesaferð snýr seg
um bæði løgmansrøduna á Olav
søku og uppskotið til figgjarløg-
tingslóg fyri 1988.
HETTA má sigast at vera rættiliga
stórur biti at svølgja í einum, men
tingformaðurin hevur so avgjørt
at leggja hesar báðar stóru um-
reður saman. Tað kann so bæði
hava fyrimunir og vansar, men
gjørt er gjørt og mugu vit so bert
vóna, at lurtarin kann fáa at hoyra
ein iåhugaverda og sakliga við-
gerð av flest ollum viðurskiftum í
samfelagnum.
TAð ER bert umleið eitt år til vit
aftur skulu á val. Tá verður løg-
tingsval og sitandi landsstyri
sleppur at royna seg móti and-
støduni á tingi. Ilt er nú at gera
sær metingar av einum komandi
valúrsliti, og tað er neyvan heldur
rætt at brúka úrslitið av fólka-
tingsvalinum sum grundarlag fyri
slíkum metingum.
VIT EIGA ikki at gerast kløkk, um
so verður, at útvarpaða orða-
skiftið á tingið eisini fer at vera
»startskotid« til legtingsval-
agitatiónina. Helst fer andstødan
her at nýta eitthvørt høvi til at
seta kílar í samgonguhjólini, og
landsstýrisflokkarnir í sínum lagi
fara sjálvsagt at vísa á tað rætta í
ti førda politikkinum.
NOGV er avrikad sidani hetta
landsstýrið tók vid. Og hóast tað
longu nú luktar av løgtingsvali, so
er greitt, at nógv kann røkkast nú
eitt heilt ár er eftir av skeiðnum.
Og her kemur so m. a. fíggjarlóg-
aruppskotið inn í myndina.
UPPSKOTID til figgjarløgtingslég
fyri 1988 javnvigar vid 2,9 mia. kr.
Hetta er stór øking í mun til sein-
asta fíggjarlógaruppskot, men
kemst tað m.a. av, at stuðulin úr
Danmark nú er komin beinleiðis
við á fíggjarlógina. Um uppskotið
er annars át siga, at tað nú hevur
eydnast at fáa rætt lag í aftur
fíggjarviðurskifti okkara, soleiðis,
at landskasin nú kann svara:
hverjum sitt til tíðina og harvið
spara stórar rentuútreiðslur.
Meðan undanfarnu uppskot til
figgjarløgtingslog sum hetta
landsstyrid hevur lagt fram, hava
verið merkt av, at landsstýrið
hevur skulað vent einum undir-
skoti á fíggjarlógini til eitt yvir-
skot. Eisini vita vit, at umráðandi
hevur verið hjá hesum landsstýr
inum at fáa í aftur rætt lag teir al
mennu grunnarnar sum undan
farna landsstýrið misrøkti við at
yvirtrekkja teir uttan at játta pen
ing til at standa ímóti møguligum
tapi við
HOAST vit skjótt eru inni í einum
valári, og ein tí kann rokna við,
at arbeiði á tingi og í landsstýri
verður merkt av hesum, so er
kortini at vóna, at sitandi lands-
stýri verður ført fyri at stjórna
landinum trygt og gott í enn eitt
ár. Hóast flokkarnir, sum mynda
landsstýrið, hvør sær eru ymiskir,
so hava hesi trý árini í samgongu
víst, at teir m.a. hava havt eitt til
felags og tað er loyalitetur. Onkur
brotasjógvur hevur verið, men
sum heild má sigast, at Føroya
fólk hevur kent tað sum, at vit í
hesum landsstýrinum hava havt
eitt stýri, ið ikki hevur verið
merkt av innanhýsis keglaríi og
klandri, men at tað harafturímóti
hevur brúkt tíðina til at rakka
framstig á flestu økjum.
AT landsstýrið eisini hevur verið
noytt til at taka ópopulerar av-
gerðir vita vit eisini, men eisini
hetta er neyðugt, skal ein hava
eitt stýri, sum meinar nakað við
sínum politikki og ikki ber seg at
sum vingliskøltur og orðloysing-
ur.
VALSTRÍÐIÐ til komandi løg-
tingsval er so smátt byrjað. And-
støduflokkarnir royna tað teir eru
mentir at billa fólki inn, at sam-
gongan hevur spælt fallitt við sín-
um politikki. Lagt verður tí upp til
at fáa eitt sokallað borgarligt
landsstýri eftir komandi løgtings-
val. Tí fer samgongan at forða
fyri. Og við javnaðarflokkinum á
odda skuldi lítil ivi verið um, at
tað eydnast at varðveita verandi
meiriluta, og harvið fær støðugt
meiri »Glistrup« meinlíki føroyski
fólkaflokkurin lítla ella onga
ávirkan á landsins politikk kom-
andi fýra árini heldur.
jamú
Føroysk flogferðsla
Lasse Klein, landsstýris-
maður, kunngjerdi fyri
nekrum mánaðum síðani,
at hann var í samráðing-
um við altjóða felag um at
flúgva uppá Feroyar.
Nú er tað at flúgva uppá
Føroyar ikki nakað nýtt
fyribrigdi. Hetta hevur
Danair gjørt í nógv harr-
ans ár. Endamálið við at
samráðast við annað felag
má tí fyrst og fremst vera
hetta:
1. At gera flúgvingina
uppá Feroyar bíligari.
2. Ígjognum føroyskan
partapening at tryggja at
hetta letur seg gera. Vit
hava síðani frætt, at »al-
altíð fullsett.
Gjørdi mær tann ómak
fyri 2 árum síðani at
spyrja Mærsk hvat tað
kostaði at leiga eitt flog-
far til Feroya. Fekk at
vita, at Danair hevði kon-
cessión uppá Feroya-
rutuna.
Men um talan var um
eitt felag av einhverjum
slag og flogfarið var full-
sett báðar vegir, so kost-
aði hetta uml. 1000 kr.
pr. persón aftur og fram.
Um flogfarið var full-
sett annan vegin og tómt
niðuraftur, so kostaði
hetta 1300 kr. pr. persón.
At flogfarið var tómt
kanska flogfelagið Tower-
air hava gjert charter-túr-
ar til USA í summar aftur
og fram fyri 2000 kr.
Hetta letur seg væl gera
fíggjarliga og ferðafólka-
talið er munandi ekt.
Karl Nolsee vísti eisini
herfyri á okkurt demi, har
koncessiónin var víkað
ella avtikin, og prísirnir á
ferðaseðlum vóru farnir
niður.
Vit búgva so passaliga
langt burturi frá europe-
iska meginlandinum, at
hetta at fingið ein ferða-
seðil fyri 1300 krónur vildi
givið ellum meguleika fyri
einum ella fleiri túrum um
tjóða felagið“ eitur Cimb- = niðuraftur merkir sjálv- árið uttanlands
er-air, og er eitt lítið dótt andi,at hann gjerdi ein Og hví ikki tað!
urfelag hjá Mærsk-air seinni túr Nú veit eg ikki hvussu
Danair Tað vóru Spies og langt landsstýrið er komið
Og tað sigur seg sjálvt Tjæreborg við sínum samráðinum
kappingin ír tað mogul vanl nen tað er at na, at
móðurfelag og eitt dóttur im donskun rgar kt missir
felag verður so sum so pensionistun f 3 samråding
Vit, sum av og á nýta ferðast eina ferð um árið ur, ella byrgir
flogfarið, síggja it Frammanund ru seg av, soleiðis at vit ikki
belegningurin uppå Før ad bert han ik og røkka ti opiniyså møgu-
oyar er nógv størri enn be ríkfólk, sum høvdu henda leika vit hava til at ferðast
legningurin uppá aðrar meguleika. bíligari.
skandinaviskar rutur. Vanliga flogrutan til J.
Ja, tað er at samanbera USA kostar einar 8.000
við charterflúgving sudur- kr.
eftir. Flogfarið er nærum Tjæreborg og ameri-
Hugleiðing eftir valið
Nógv hevur verið tosað í hus. og hevur harvið víst í
um hegra-vinstra og mið- Hesi síðstu 15 árini verki, at hann er tann
valla-spæl á ti politiska hava so gott sum allir flokkur, sum best hevur
vígvellinum. Hvat hetta flokkar havt umboðan í megnað at stýra hesum
hevur við okkum fer-
oyingar at gera, tað mugu
eg og mong onnur við
mær seta spurnartekin
við.
Ein lítil tjóð, sum vit
eru, hevur hverki ráð ella
orku at vera við í alheims
politiskari orrustu, men er
hetta væl skiljandi so sum
tann politikkur og tann
óhugnaliga herferð, ið
hevur verið víst, sum ein
altoyðandi pest móti tí
foroyska javnaðarflokk-
inum so sum at skíra okk-
um kommunistar og tað,
ið hetta hevur við sær.
Tað sæst best upp undir
hesum síðsta valinum, har
bólkar í føroyskum poli-
tikki framført so-
vorðnan ókristiligan
ræðusjónleik til tess at
ræða tey, sum hava hug at
hyggja tann vegin.
Hetta er væl skiljandi,
tá man hugsar um øll tey,
sum stilla upp við tí fyri
eyga at koma í hesar polit-
isku sessir, har tað er alt-
umráðandi at ørkyma fólk
mest meguligt, so at ger-
andisdagurin verður
gloymdur. So alt fyri
framman verður so vakurt
og ljósareytt, fyri mest
meguligar atkvødur koma
hava
landsstyrinum, men hvat
hava hesir flokkar figid
burtur ur?
Tad er litid og einki.
Hvør minnist ikki fri-
merkið hjá Paula, sum tá
hevði eitt virði á 1-2 kr.,
men sum eftir 4 ára skeið
hansara blivu til
3000000000 mill. skuld
føroyska borgarans, og
ikki at gloyma sjálvstýris-
landsstýrið í sínari tíð, har
tað føroyska samfelagið
ak á kneunum og var
viðat fella um av hungurs-
armóð, har okkara sjó-
menn vóru noyddir at
rýma av landinum, men tó
komu heim aftur við nógv-
um pengum, ið teir høvdu
forvunnið í Islanui og
eðrum londum, so teir
bæði kundu fáa tak yvir
høvdid og mat í munnin.
Hetta er nokk nakað,
sum vit, ið vóru bern tá,
minnast og ikki gloyma.
Hetta var einasti megu-
leiki tann feroyski sjó-
maðurin hevði tá fyri at
yvirliva. Tann tíð er tí-
betur farin og vónandi
kemur sovorðin tíð ikki
aftur.
Javnaðarflokkurin hev-
ur havt umboð á tingi og
landsins leiðslu um hendi,
landi, tað merkja vit í dag,
við tí góðu sosialu steðu
vit eru í og ellum vinnu-
meguleikunum vit hava.
Har grundarsteinurin við
heimastýrislógini = hevur
gjørt, at vit kunnu kalla
okkum tióð. Hetta er
javnaðarflokkinum fyri at
takka og ikki teimum rót-
føroysku flokkunum.
Mangt hevur hesin
bélkur av foroyingum ver-
ið kastaður fyri og ofta
Hava vit verið skýrd ó-
demokratisk og russara-
ella kinverja-vinir.
Men hvat nyttu ger alt
hetta, tá á stendur, tá eru
tað best vit føroyingar, ið
kunnu hjálpa. Tað verður
hverki Kreml ella
Washington ella Peking,
ið tá vera í eygsjón.
Hetta vita vit javnaðar-
fólk og lurta tí ikki so
nógv eftir, men leggja
heldur alla orku her hjá
okkum, tí tað er í landi
okkara vit skulu liva
hóast alt.
Tí vil eg her venda mær
til tað unga fólkið: Hugsið
tykkum um, tí um eitt ár
eru tað tit, ið skulu av-
gera, hver skal halda fram
at stýra hesum landi.
Við javnaðarkveðu E.D