Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-09-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 1987síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Saltfiskaprísir Í fyrru grein míni samanbar eg prísir á saltfiski og nevndi lastir, seldar fyri 19-20 kr./kg, meðan aðrir seldu fyri 25-27 kr./kg. Hetta var um årsskiftid 1986/87, og skal tí ikki samanberast vid tey tel B.D. nevnir fyri várið 1987, har Fiskaselan hevur selt lastir fyri 23,91 kr./kg og 23,28 kr./kg. Hetta er kortini ikki um várið, sum B.D. sigur, men í mai mánaða, tá trolaralastir aftur vórðu seldar, og henda tíðarforskjóting hevur týdning, tí tað er her — sum so ofta — at Fiskaselan fær sama ella hægra prísin, tá ið kappingin noyðir hann fram. Orsøkin, til at eg nevndi 19 kr./kg er, at landsstýrið 6. januar 1987 undir kvotabytinum av toskinum eystan- fyri fekk telex frå stórum reiðaravirki, sum óttaðist,a t feskfiskatrolararnir fingu ov stóra kvotu. Hari stóð, at meðalprísirnir frá trimum saltfiskatrolarum var 19,20 kr./kg. Tá prisurin um hetta mundið var hægri — ja, fyri salt- fisk framleiddan á flakavirki í Føroyum omanfyri 30 kr./kg netto i meðal 1 kvartal, segði eg skemtandi, at so loysti seg ikki at lata teim kvotuna. Sjålvandi var henda samanbering skeiv, ti støddar- bytid er sum kunnugt ødrvisi, men tað var kortini rætt, at 19 kr./kg var alt ov lítið. I jan.-februar 1987 var sáttmáli gjørdur i Italia um trolarafisk. Hesin gav 38 kr./kg cif. omanfyri 22" og 24 kr./kg cif. fyri 12"-16". Kortini beyð Fiskasølan um sama mundið út fyri åvikavist 35,25 kr./kg cif. og 22,50 kr./kg cif. Ein partur varð samstundis — av Fiskasøluni — seld- ur Dan Cod fyri uppaftur 2 kr./kg meira, og gav hetta einum trolara 1 mió. kr. eyka fyri 500 tons. Nú er ikki vist, at slíkur ófriður á marknaðinum kundi tryggjað, at alt bleiv selt fyri besta prís. Men samanlagt er ikki langt hartil, at øll framleiðslan átti at givið minst eitt tíggjutal av milliónum meira. Tí átti B.D. ikki at roynt at »dupera« við framskriv- aðum telum. Tær 19 krónurnar eru alment at lesa í rokn- skapinum hjá ådurnevnda reiðaravirki. Annars er frágreiðing Birgirs um Dan Cod sera skinklut og sjálvsmótsigandi: „Teir keypa fyri góðan pris, hava eina viðgerð — ration ella framleiðslu — og selja aftur við vinningi«, sigur hann. Men átti hetta ikki at fingið okkum at hugsa um at lúrt teim »kunstin« av, heldur enn vælnøgdir at seta okkum upp afturá, tí vit hava selt eitt >rástoff< hampu- liga væl til ein »konkurrent«. Tað átti ikki at verið Dan Cod, ið er álitið, tá annað svíkur. Toska- og hýsuprísurin seinasta vetur Til tess at mótprógva ti, sum eg nevndi um, at vit lógu niðurbundnir út um 1. juli 1987, og tí ikki fingu prís- vekstur, setir B.D. prístalvu upp fyri USA-marknaðin. Latið okkum hyggja einaferð enn at hesum: Latið okkum hyggja einaferð enn at hesum: Hysa: Toskur: Dato Blokkur 5lbs. Dato Blokkur 5lbs. 21/07-86 1,40 1,8444 21/07-86 1,40 1,6200 21/10-86 1,50 2,0224 29/09-86 1,50 1,6200 19/01-87 1,60 2,2013 21/10-86 1,50 1,7725 12/03-87 1,65 2,2013 19/01-87 1,00 1,8134 01/07-87 1,75 2,2013 03/02-87 1,70 1,8134 23/03-87 175 1,8134 01/07-87 185 2,0938 Hesir prísir eru í dollara, sum við árslok var 7,34 kr./$ og 01.07.87 var væl niðanfyri 7 kr./$. Talvan prógvar júst tað, eg havi sagt, tí burtursæð frá smærri justeringum í blokkprísinum hækka prísirnir ikki veruliga fyrrenn 1. juli 1987. 5 Isb. toskur hevur sama pris frá 19/01-87 til 01/07-87, og vit vita, at aðrir fingu henda prisvøkstur munandi fyrr. Harfyri verði ikki sagt, at Fiskasølan ikki hevur gjørt sítt besta. Men so langt tidarskeid uttan prisbroyting gevur van- liga um várið og móti sumri eitt sera hart trýst á stuðulsgrunnarnar. Eg talaði um ein »tendensg men B.D. spruttar beinanvegin við tølum, men hann spruttar upp í vindin, sum blæsir aftur í andlitið. Annars takki eg fyri frágreiðingina um royndirnar at Nr. 108 — 24. september 1987 ss FEM” er Høvudsbodskapur min til vinnuna — skip, virkir og selur — hevur nu í nøkur ár verið, at tað resta 3-400 mió. kr. i til renting, avdrátt, hýrar, lenir og virðing. Hesar kunnu bert fáast til vega, um grundleggjandi broytingar verða framdar í ellum liðum, og kanska serliga seluliðnum, sum skal fáa peningin til vega, og sum letur boðini aftureftir igjøgnum skipanina um, hvar;ar verur kunnu geva neyðuga peningin, sigur Atli Dam m.a. í greinini varðveita ein góðan kunda og góðtaki hana. Flakavirkið í Nólsoy var eisinini nevnt fyri at sýna, at vit kunnu hava fyrimun av eini meiri »liberalari« seluskipan, men eisini har heldur B.D. seg kunna sáa iva um trúverdigheitina hjá Atla Dam við at sleingja eftir hesum, at tað er misvísandi ella einkisigandi. Nei, tað er sum »tendensur« hvørki einkisigandi ella misvísandi. Eg gjørdi tað mistakið at tala um »årid«, ið lands- stýrið rak virkið. Rætt er, at tað snúði seg um 18 mán- aðir. Men yvirskotið hesa tíð var 2,3 mió. kr., og til ábetur av virkinum, keyp av bakkum, kessum, hurðum, fars- maskinu og eðrum nýtti landskassin 1,2 mió. kr., so nettoyvirskotið varð 1,1 mió. kr., og er hesin peningur borin landsstýrinum í kekki. Hinar 1,2 mió. kr. av yvirskotinum í 18 mánaðir ella 800.000 kr./år, sum eru nýttar til iløgur o.a., høvdu væl rentað lán uppá 5 mió. kr., og meira skuldi flakavirkið í Nólsoy ikki kostað, uttan so at teir fingu munandi sterri råvørunøgd. Kongafiskur I firtni sinum um kongafiskin ger B.D. seg sekan i eini ålvarsligari snúgving av tí, eg havi sagt. Eg havi ikki sagt, at Fiskaselan kundi gjørst sek í einum kostnaði fyri stuðulsgrunnin upp á 45 mió. kr., men at høvdu virkini fylgt >ráðum< Fiskasølunnar um bert at framleiða til USA-marknaðin fyri 0,40 oyru/kg vildi útreiðslan verið 45 mió. kr. ístaðin fyri 25 milliónir, ella ein munur upp á 20 mió. kr., um steðan stóð við í 1 ár. Hvat veruliga úrslitið gjørdist, havi eg ikki kannað. Tað má annars tykjast at vera farið lætt um tann beinharða veruleikan, tá ið B.D. talar um fyribils ráð til virkini. Hvar og igjøgnum hvenn kundu limir, sum fram- leiddu annað, enn tað Fiskasølan gav »råd« um, selt hesa framleiðslu? Veruleikin er tann, at hesi endurtiknu »råd« løgdu eitt øgiligt trýst á stuðulsgrunnin, sum bert slapst undan, ti Tveroyrar Flakavirki kundi selja betri um tað mundið. Tað er meguligt, at eg ikki havi fulla greiðu á, hvussu Tveroyrar Flakavirki fekk undantaksloyvið, og tí blandi »orsøk og fylgju“, men tað stendur fast, at hetta hendi á vári 1986, og undantaksloyvið var givið á sumri sama ár. Annars kann um kongafisk sigast, at tíðliga í 1985 fingust bert 3,90 DM fyri kg í Týskland. Tá tók stjórin á Tveroyrar Flakavirki sær fyri at rekja henda marknað og fór saman við umboði fyri Føroya Fiskasølu til Týsk- lands. Hesir fingu so príshækking til 6,90 DM fyri fryst »interleaved« kongafiskaflak. Men hesin prisur var í so høgur, og kom hann nakað seinni í fasta legu um 5,60 DM/kg, sum tó er 50% hægri enn áður. Betri avreiðingarprðs (60 oyru/kg) At sáa iva um 60 oyru meira pr. kg. til virki, sum vilja arbeiða fyri fast skiftisavlop, er ikki nóg mikið hjá B.D. Mær er upplýst, at skiftisavlopið, úr hesum fæst, er hægri enn tað av ráfiskagrunninum ásetta, men eins og B.D. hevur síni sambond at verja, hava heimildarmenn mínir síni, so latið okkum ikki skifta fleiri orð um hetta, tí tað stutta av tí langa er, at í letuni selja nakrir bátar eftir hesi skipan, og tað við 60 oyru í fyrimuni. Laksaavrokningin Eisini her brúkar B.D. so sterk orð, sum at Atli Dam sigur ósatt. Eg havi ikki sagt, at »puljan« hjá Fiskaseluni bar tap- ið av 2,5 mió. kr. ov nógv útgoldnum, men: „at hampa- menn í samtakinum vist tóku rokningina aftur, so hon er óivað »puljad« so ella so«. Og tá B.D. sigur, at tapið verður borið av rakstrinum, so er tað puljað so ella so, tí raksturin gjalda allir limir. þ t Á þá Á ET