Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-09-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 1987síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 108 — 24. september 1987 tíðindablaðið Ein glaður Martin Venned eftir at Føroyar hovdu vunnið silvurmerki i 4 ferðir 50 m frísvimjing fyri lið Svimjing á Oyggjaleikunum : Fleiri medaljur Sum áður greitt frá í Sosialinum, so vann Martin Venned tvær bronsumedaljur í svimji- kappingini á Oyggjaleik- unum á Guernsey. Hetta hendi tann fyrra kappingardagin. Seinna dagin kappast varð í svimjing, vunnu føroy- ingar ikki minni enn eina silvurmedalju og 3 bronsumedaljur. Fyrsta kappingin mána- dagin 14. september var 50 m frí fyri gentur. Her luttóku Sára Bech og Petra Gardar úr Feroyum. Tilsamans 19 luttakarar vóru í kappingini, og Petra Gardar gjørdist nr. 12 í innleiðandi umfarin- um við tíðini 30,61 sek., meðan Sára Bech gjerdist nr. 14 við tíðini 30,66 sek. Tær komu sostatt ikki víðari. Í finaluni vann ein svimjari av Jersey við tíð- ini 28,90 sek. Í 100 m bringu fyri menn luttók Høgni T. Hansen fyri Føroyar. I innleidandi umfarinum gjørdist hann nr. 2 við tíð- ini 1 min. 11,32 sek. 18 svimjarar vóru i kappingini. Í finaluni = gjørdist Hegni nr. 3 og fekk bronsumerki. Hann hevði tíðina 1 min. 11,02 sek. Vinnarin var Isle of Man, og hann hevdi tíðina 1 min. 07,58 sek. Í 100 m bringusvimjing fyri kvinnur luttok Elisa- beth Mortensen fyri Før- oyar. Í innleidandi umfarin- um luttéku 16 svimjarar og Elisabeth gjørdist nr. 8 vid tidini 1 min. 25,03 sek. Hetta rakk ikki til plåss hesi i finaluni. I finaluni vann Suzanne Brown frå Isle of Man vid tidini 1.20,70. So vard svomid 200 m fri fyri kvinnur. Her lut- tóku Margretha Hansen og Petra Gardar fyri Fer- oyar. Av teimum 16 luttak- arunum gjørdist Margretha nr. 8 vid tidini 2.24,12 og Petra gjørdist nr. 10 vid tidini 2.25,99, og kom hvergin teirra so- statt í finaluna. Í finaluni vann Kirstie Unsworth av Isle of Man við tíðini 2.15,16. Í 200 m frí fyri menn luttóku Petur Heðin á Flotti og Elmar Ósá fyri Feroyar. 17 luttakarar vóru, og Petur Heðin gjerdist í inn- leiðandi kappingini nr. 3 við tíðini 2.05,06 og Elmar gjørdist nr. 8 við tíðini Her: Mortensen gjørdist nr. 3 og fekk bronsumerki í 100 m firvaldssvim Her er hann á sigursskamlinum 2.08,95. Harvid kom Petur Hed- in i finaluna, og har gjørd- ist hann eisini nr. 3 og vann bronsumerki. Tidin hjå honum i finaluni var 2.05,95, meðan vinnarin, Simon Kneebone av Guernsey, hevði tíðina 2.02,54. I 100 m butterfly fyri kvinnur luttók Elisabeth Mortensen fyri Feroyar. 17 luttakarar vóru, og í innleiðandi umfarinum gjørdist Elisabeth nr. 7 við tíðini 1.15,58. Hon rakk akkurát ikki finaluna, sum Jeanine Taylor frá Jersey vann við tíðini 1.07.00. Í 100 m butterfly fyri menn luttók Heri Morten- sen fyri Føroyar. Í hesi kappingini vóru 17 luttakarar, og í innleið- andi umfarinum gjerdist Heri Mortensen nr. 5 við tíðini 1.04,04 og slapp sostatt við í finaluna. Í finaluni eydnaðist tað Hera at koma upp á 3. pláss og vinna bronsu- medaljuna við tíðini 1.02,88. Vinnari gjerdist David Picken av Isle of Man við tíðini 59,90 sek. Næstseinasta kappingin var 4 ferðir 50 m frí fyri lið við kvinnum Her gjørdust Føroyar nr 5 i innleidandi umfarinum vid tidini 2.01,28, og i finaluni gjørdust vit eisini nr. 5 við tíðini 2.01,10 Isle of Man vann við tíðini 1.56,97. Seinasta kappingin var so liðsvimjing fyri menn, 4 ferdir 50 m fri. Her gjørdust Føroyar nr. 2 i innleidandi umfarin- um við tíðini 1.43,60, og i finaluni gjørdust vit eisini nr. 2 og vunnu silvur- merki. Tíðin tá var 1.42,75. Vinnari av kappingini gjørdist Isle of Man við tidini 1.42,09. Samanumtikið kann sigast at tað var ófera væl klárað av teimum fer- oysku svimjarunum at vinna ikki minni enn 6 medaljur. Spennandi verður at bíða til 1989, og tað er bert at vóna at føroysk svimjing fær eins stóra framgongd tey næstu tvey árini, sum vit hava upplivað síðani kapping- ina á Ísle of Man í 1985. Heldur hendan fram- gongdin fram, kunnu vit eisini vænta okkum góð úrslit á næstu Oyggjaleit unum. Itrottasosialurin ynskir teroysku svimjarunun hjartaliga tillukku við teimum frálíku um úrslitur Vit selja ítróttarmyndir Tey, ið ynskja at keypa ítróttarmyndir frá Sosialinum, eru vælkomin til hetta. Kostnaðurin er alt eftir stedd v.m. á myndini. Tit kunnu bileggja við at ringja til Sosialin, tlf. 11820 og tosa við Grækaris.