Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-09-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. september 1987síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Logið at fisk- | bátur var so langt úr landi — Vietnamesisku flóttafólkini vildu í fyrstani ikki trúgva, tey vóru bjargað. Men tá Páll Jensen, skipari, heuði lyft =. tann fyrsta um borð á Alice Riis, vóru hini skjót aftaná. Tað var um vaktarskiftið klokkan seks um kveldið. Stýrimaðurin, sum skip- arin loysti av, segði, at tað einasta, sum var at síggja, var ein fiskibátur, 45 stig í bakborð, fýra fjórðingar frá skipinum. Skipið er Alice Riis úr Svendborg og skiparin Páll Jensen úr Havn. Páll Jensen varð loystur av í Singapore og kom heim fríggjadagin. Vit hittu hann í gjár og bóðu hann greiða frá hending- ini, tá hann og manning hansara bjargaðu 211 vietnamesiskum flótta- fólkum 155 fjórðingar í ein landsynning úr Vietnam. Alice Riis var á veg til Bangkok úr Borneo. Ov langt úr landi Páll sigur, at tað undraði seg, at ein fiskibátur skuldi vera so langt úr landi sum 155 fjórðingar. Hann kundi ikki hava olju til at fara so langt út. — Vit sigldu so yvir móti bátinum og tá bluss- aðu teir. Tað var ongin ivi um, at har var okkurt á- fatt hjá teimum. Vit legdu fyrst í le av teimum fyri at vita, hvussu umsteðurnar vóru. Síðani fóru vit upp í luv og góvu teimum le av skipinum og róku so niður á tey. Páll sigur, at tað var, sum trúðu tey nógvu fólk- ini á tí lítla bátinum ikki, tey vóru um at verða bjargað. Tá teir skutu eina rakettlínu av Alice Riis yvir á bátin fyri at fáa fat- ur í honum, hildu tey, skotið varð eftir teimum. Syfti tann fyrsta umborð Páll greiðir frá, at tey stóðu bara og gleddu, tá tey bóðu tey koma um borð á Alice Riis. Men so fann Páll upp á ráð: — Eg tók í hondina á einum og segði góðan dag og so syfti eg hann umborð. Tá var tað, sum tey vaknaðu og tey næstan stormaðu skipið. Men tað ringasta var, at ein genta datt niðurímill- um. Til alla lukku hevði ein matrósur verið so framsíggin og lagt eitt bjargingarbelti klárt. Vit tveittu tað niður til hana og hon svam so til tað og vit fingu hálað hana um- borð í ellum góðum. Páll sigur um veðrið, at tað var vindmegi fýra- fimm og tilsvarandi í sjó- num. Men vindurin var vaksandi og um náttina sigldi ALice Riis ikki við fullari ferð, tí tað var so sjaskut. Báturin lak Báturin var latin fara. Páll fór umborð, tá ell tey 211 flóttafólkini vóru bjargað, fyri at vissa seg um, ongin var eftir. Tá så hann, at báturin lak. Ætl- anin var annars at sekkja bátin, so hann ikki gjørd- ist ampi fyri onnur fer. Men hann er ivaleyst sokkin sjálvur. Báturin var so rotin, at tá teir gjørdu fast í pullertin, skrædnaði hann úr. Báturin var til steddar sum ein seksæringur. Ongin av teimum 211 Alice Riis kom til Bangkok móti kvøldi og seint fyrrapartin dagin eftir sluppu tey 211 flóttafólkini í land. Fyra bussar fluttu tey til eina legu 40 km. í ein landsynning úr Bangkok. Hóast 20.000 fólk eru í hesi leguni, er hon rein og nosslig, hevur Páll Jensen frætt frá nu danska sendiharrans. Hon hevur vitjað leguna. Í leguni undraðust tey á, at tey 211 fólkini veruliga vóru flóttafólk, tí tey vóru so glað og væl fyri, tá tey komu. flóttafólkunum dugdi at lesa sjókort. Tey høvdu væntað at skula vera eina viku á sjónum og ætlaðu sær til Thailands. Alopin Ferðin hjá teimum byrjaði illa. Ein bátur við 10-20 sjórænarum kom til teirra úti fyri vietnamesisku strondini. Fyrst vóru sjó- rænararnir vinarligir, so tey ikki fingu illgruna til teirra. Aðru ferð, teir komu, hevdu teir málað yvir navnið á bátinum. Og triðju ferð lupu teir á. Teir tóku alt frá flóttafólk- unum uttan vatnið. Eisini neyðtóku teir eina gentu. Eftir hesa óhugnaligu hending róku flóttafólkini so í 11 ella 12 samdegur. Tey sóu 13 skip fara fram- við. Bara eitt teirra, eitt japanskt, steðgaði. Hað- ani fingu tey »a handfull of rice«, sum tey søgdu, og vatn, tó ikki nóg mikið til øll. hd Nr. 110 — 29. september 1987 Bíða nu í flótta- legu Tey 211 flóttafólkini eru framvegis í einari legu = i Thailandi. Men Danmark hevur átikið sær at útvega teimum nýtt heim inn- an 40 dagar frá tí, tey komu í land. Tey, sum hava familju í eðrum lond- um, fara til teirra. Annars verður roynt at lata fólkini blíva ver- andi í Asia, tí tað er umhvervið, tey kenna best. Væntandi verða tó tey foreldraleysu bern- ini send til Danmarkar. Páll Jensen sigur, at hann hevur biðið um at fáa at vita, hvat verður av teimum 211 fólkun- um. Skiparin á Alice Riis hevur annars alt gott at bera vietnamesarun- um. Tey seks fólkini, sum mannaðu skipið, fingu úr at gera við at gera mat til tey nógvu fólkini. Men so við og við fóru tey sjálvi at kokkast og hjálpa til. Alice Riis hevði proviant til góðar tveir mánaðir, men tá skipið tríggjar dagar seinni kom til Bangkok, var lítið eftir. Flóttafólkini = vóru um borð náttina yvir, at skipið kom inn, men tá fingu tey mat og annað úr landi. Páll Jensen sigur, at donsku sendiharra- hjúnini, Kjær, í Bang- kok gjerdu eitt eina- standandi arbeiði fyri flóttafólkini. Millum annað sendi sendiharrin boð eftir sínum egna lækna at fara um borð til fólkini. hd tk Í k i £ £ SOS