týsdagur 29. september 1987síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 110 — 29. september 1987
Flogbóltur:
Kvinnu-ungimgalandslið
í flogbólti
Kvinnu-unglingalandsliðið í flogbólti fer til
NM í Stavanger. Tey fara úr Foroyum hós-
dagin
Komandi fríggjadag og
leygardag verður Norður-
landameistara-kappingin
fyri kvinnu-unglingar
hildin í Stavanger í
Noregi. Við í kappingini
verður eisini okkara før-
oyska kvinnu-unglinga-
landslið, tað sokallaða U-
87 liðið.
Ferðaleiðari verður
Beinir Kristiansen úr
Fuglafirði. Venjarar sein-
astu tvey árini hava verið
Heri Kjærbo, ÍF, og Bein-
ir Kristiansen, ÍF. Teir
báðir venjararnir siga, at
liðið by:jaði at venja fyri
trimum árum síðani, og
síðani teir fyri tveimum
árum síðani byrjaðu at
venja liðið, hevur verið
vant steðugt.
Fyrst i august mør. í år
var liðið á venjingarlegu i
Sveríki, og har fingu teir
fleiri heilt góð úrslit.
Annars er at siga, at tey
hava vant hvert einasta
vikuskifti síðani ólavseku.
Liðið leikti eisini ein
landsdyst móti Íslandi
herfyri, og vunnu 3-2, 3-2.
Heri Kjærbo sigur víð-
ari, at sær vitandi hava
Feroyar ongantíð vunnið
nakað sett í NM. Hetta
hevdu tey gjørt sær vónir
um nú, men Ísland verður
ikki við í kappingini, og tí-
skil meta teir at hetta ikki
verður lætt. Men teir vóna
sjálvsagt tað besta.
Annars er liðið væl
mannað, t.d. er Malan
Klakstein við á liðnum, og
hon er júst heimaftur
komin av Guernsey, har
hon leikti við A-landslið-
num. Restin av mann-
ingini er eisini góð, og
kunnu tær saktans eisini
koma at gera seg galdandi
á A-landsliðnum seinni.
Gdm-
Síða 11
Kvinnuunglingalands-
liðið, ið fer til NM í
Noregi. Aftast frá
vinstru: Heri Kjærbo,
ÍF, Malan Klakkstein,
Mjaelnir, Birita Peter-
sen, Dráttur, Annika
Joensen, Fleyr, Súsanna
Mcbirni Fleyr, Annie á
Hædd, Mjølnir, og Bein-
ir Kristiansen, IF.
Fremst frá vinstru: Arn-
dis Rasmussen, FLeyr,
Beinta Ellingsgaard,
Fleyr, Kristina Hoydal,
Fleyr, Randi ELlings-
gaard, Fleyr og Sølva
Thomassen, Dråttur.
Heri Kjærbo og Beinir
Kristiansen eru venj-
arar.