týsdagur 29. september 1987síða 20
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á vási? — tvamál?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara
Vit eru til reiðar!
Sólstrálu- og
titlingadagur
í skemti og álvara
Frelsunnarhersskótarnir
og Feroya K.F.U.K. skót-
ar hava ein árligan skóta-
dag og ein árligan sól-
strálu- og titlingadag,
hesir ganga uppá skift
millum skótasteðini.
Í ár varð hesin seinni
hildin í Havn fríggjadagin
12. september. 150 gentur
við leiðarum mettu, og
vóru tær frá hesum steð-
um: Viðareiði, Klaksvík,
Fuglafirði, Kollafirði og
Havnini. Tíverri var Dal-
ur ikki við vegna veður.
Byrjað varð í Frelsunar-
herinum, har borðreitt
varð við saft og kekum
Tey vaksnu fingu kaffi
Poula bjóðaði vælkom-
in, og Inger fortaldi bíbil-
søgu við myndum. Nógv
varð sungið frá serligum
sangblaði, ið Malan hevði
gjert, á tí vóru nógv stutt-
lig bílet.
Sum altíð var ein kapp-
ing, sum hesa ferðina
gekk út uppá, at smá-
genturnar skuldu fanga
teir tríggjar dólgarnar, ið
nú vóru so keddir at vera
hjá Suffíu mostur, at teir
sóu sær eingi onnur ráð at
taka enn at flýggja frá
henni. Til stóran stutt-
leika varð nú ein lítil sjón-
leikur spældur við dólg-
unum og Suffíu mostur,
Títlingadagurin seinasta ár
hesin endar við at dólg-
arnir rýma, og tá Suffía
mostur uppdagar hetta,
biður hon um hjálp frá sól-
strálum og títlingum at
finna teir. Eitt, sum gjørdi
hetta spæl so livandi var,
at tey spælandi vóru ílatin
tey veruligu klæðini frá
Kardumummubýi. Hesi
hevði Sjónleikarhúsið
lænt okkum, og hava teir
stóra tekk uppiborna fyri
hetta.
Nú vórðu so genturnar
býttar í bólkar og aftaná
døgurdan, sum vit fingu
góðan á Tórs Cafeteria,
byrjaði so leitingin við
fleiri uppgávum á
num. Men regnið oysti so
niður, at ikki var hugs-
ingur um at vera úti, tá
genturnar ongi regnklæði
høvdu við, tí veðurván-
irnar vóru sagdar at verða
av tí besta. Vit læntu so
kommunuskúlan (gula
skúla), og sum altíð var
skúlatænarin Brynjer
Gregoriussen so hjálp-
samur og blíður við okk-
um. Vit takka hjartaliga
fyri tað.
Kappingin gekk í besta
lagi, og tá so genturnar
fingu hver sín stóran
Fom-is, varð lagið í topp.
Aftur her mega vit takka
virkinum so mangar
gangir fyri beinasemið.
Endað varð í auluni við
eini stuttligari sketch, tað
vóru Suffía mostur og
Tobias, ið tosaðu saman.
Dólgarnir vðstu seg nú
aftur, vórðu handtiknir og
bundnir niður, og so fór øll
gongan niðan í K.F.U.K.
til heitt kakao og bollar.
Her var so ein hugnaleta
við segum og sangum.
Umleið klokkan 17.30
sungu vit títlinga og
skótabenirnar og lósu
Faðir Vár.
Tað vóru vælnegdar
gentur og vælnegdir leið-
irar, ið fóru til húsa
X4.
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
Dólgarnir, Suffiamostur og Tobias í somu klæðum, sum tey í Havnar Sjónleikarfelag
nýta at framføra Kardumummubýin
ELIDA PILOT
peningatrot
— skift eigara
Norska svartkjaftaverk-
smiðjuskipið Elida Pilot
kemur eftir ellum at doma
aftur til Feroya. Hóast
eigararnir hava havt stór-
ar trupulleikar at dragast
við, tí fleiri pengar vóru
ikki at brúka til raksturin,
so fer henda spennandi
royndin at taka ímóti
svartkjafti frá nótabát-
unum og framleiða hann
til surimi umborð á verk-
smiðjuskipi íkki fyri
skeyti. Bankarnir, sum
hava fíggjað ætlanina,
kravdu herfyri at eigarar-
nir skuldu sleppa skipin-
um og vóru so heilt nýgg
fólk sett til at reka skipið.
Fyrrverandi eigararnir
hava mist allan eginpen-
ingin uppá einar 12 milli-
ónir kr. og harafturat
rakstrarkapitalin, sum
var nakrar milliónir.
Nú nýggju eigararnir
eru farnir at reka skipið,
stendur tað í 60 mill. kr.
Samlaðu útreiðslurnar
fyri skip og umbygging
munnu annars rekka teim-
um 100 mill. kr.
Sosialurin hevur frætt,
at orsøkin til vånaliga
úrslitið hjá undanfarnu
eigarunum er tað, at teir
umframt at hava havt
nógvar tekniskar trupul-
leikar at dragast við so
sum brek við RSV-tang-
um og frystiútgerð, eisini
komu alt ov seint í gongd.
Ætlanin var at byrja fiski-
skapin tá svartkjaftatíðin
byrjaði, men komu teir
ikki í gongd fyrr enn leið
móti endanum á svart-
kjaftatíðini.
Nú liggur so Elida Pilot
í Norskurennu og roynir
útgerðina, og ætlar
nýggja leiðslan umborð at
lkeggja leiðina til Føroya
um ein mánað ella so alt
eftir nær nótabátarnir
aftur at fara at fiska
svartkjaft.
Tað frættist annars, at
tað eru norsku bankarnir,
sum hava sett pengar í
skipið, ið ikki vilja hava at
henda ætlanin skal detta
niðurfyri nú.
Bankarnir trúgva fram-
vegis uppá, at hetta er eitt
sera gott projekt. Og hvat
viðvíkur framleiðslu og
selu av surimi, so eru teir
eisini bjartskygdir.
jan
Góð SMÆRU-t'ilboð hesa vikuna
UR V SD TD
———— —