Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-10-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

fo — Telefon 118 20 Argjavegur 25, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Torshavn P/f Sosialurin Jan Miller Krisjan Dahi Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Uppseting: P!f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Útgevari: Abyrgdarblaðstjári: Fyritaksstjóri: Blaðfólk: Lítið restar í TAð eru nú meira enn 10 ár síð- ani, at vit fóru undir at kanna møguleikan at fáa nakað burtur úr tí stóra svartkjaftatilfeingi, sum svimur framvið oyggjum okkara. Nógv orka og nógvur peningur er farin til kanningar og royndir, og enn í dag kunnu vit ikki siga, at vit eru komin á mál. Enn restar nakað í at fáa hesa nýggju vinnu at bera seg. TAð hevur verið tosað um sk:ædi í svarkjaftavinnuni og er tað eisini veruleiki, at fleiri svartkjaftaskip longu eru farin undir hamaran. Men hertil skal sigast, at tú slepp- ur neyvan undan at lata pening fara fyri skeytið sum líður í eini miðvísari menning av eini tílíkari alternativari vinnu, sum svart- kjaftavinnan er. TÓ er greitt, at tað er avmarkad, hvussu nógvan pening land okk- ara tolir at missa í royndunum at byggja upp eina svartkjaftavinnu. Nú um dagarnar hoyrdu vit so løgmann í útvarpinum greiða frá, at landsstýrið hevur sett sær fyri at fáa greiðu á, um svartkjafta- flotanum skal vera lív lagað hesar komandi mánaðirnar. Sett er ein teknisk nevnd at arbeiða við, hvussu vit kunnu fáa sum fræg- ast burtur úr framleiðslu av skræðuleysum og beinfríum einkultflskum umborð og har- afturat skal ein politisk nevnd setast. Hon skal meta um, hvussu stødan er i løtuni, og hvussu langt tad almenna skal vaða út afturat, tå tað snýr seg um at halda lív í svartkjaftavinn- uni. TAÐ er eingin loyna, at tað leikar hart á hjá teimum, sum hava sett pening og orku av til at fáa svart- kjaftavinnuna at bera seg — og tá tað almenna stendur fyri stórum veðhaldum, hevur tað stóran áhuga hjá landsstýrinum so skjótt sum gjørligt at fáa at vita, um vit kunnu fáa hesa nýggju vinnu at bera seg ella íkki. ÁHUGI tykist ikki vera fyri at kvetta á stokkinum nú, hóast ver- andi stóða ikki er góð. Orsøkin er tann, at vónir eru fyri, at vit við nakað meira av royndum kunnu rakka á mål. Tað vildi tí verið sera spell, um vit nú kanska so stutt frá málstrikuni, góvu uppat. NÚ FÁA vit so at síggja, hvussu leikur fer fram. Umborð á einum av okkara svartkjaftatrolarum verður arbeitt dag sum nátt við at fáa maskinurnar at rigga til hesa nýggju framleiðsluna: skræðu- leyst og beinfrítt einkultflak. Tað er bert stutt síðani, at menn av álvara fóru at royna henda møgu- leikan, sum fyrr tyktist 6gjørligur. Tað hevur longu nú m.a. við hjálp frá dugnaligum føroyskum ma- skinmonnum og smiðum eydnast at broyta verandi maskinur so mikið, at lítið restar í til at fáa eina veru, sum veruliga kann seljast og geva tann prís, sum vit so leingi hava tráað eftir: ein prís, sum kann gera, at verandi svart- kjaftaskip klára at svara hvgrjum sítt, men ikki bert tað, eisini ein prís, sum kann gera, at okkara kanska einasta stóra råvørutil- feingi, svartkjafturin, kemur til sín rætt, soleiðis at allar tær iløg- ur, sum eru gjørdar í hesa vinnu, fara at bera tvífaldan åvøkstur og samfelagsbúskapurin komandi árini fer at verða merktur av hes- um. jamii. er Nr. 111 — 1. oktober 1987 ge IA, Hvat ger Arbeiðseftirlitið ? Hesar seinastu dagarnar hevur verið stór norður- lendsk ráðstevna í Fer- oyum um umhvervið í fiskiidnadinum. Arbeiðs- eftirlitið var vertur. Alt gott um tað, tí i Føroyum treingir harðliga til, at nakað verður gjørt við ar- beiðsumhvervið sum heild. Men tá klagað verður til Arbeiðseftirlitið, hoyrist ferð eftir ferð, at teir boða arbeiðsplássinum frá, áðrenn teir fara út at vitja arbeiðsplássið. So ganga teir runt á virkinum við stjóra ella driftsleiðara. Tað kann ikki vera meiningin, ella hvat?. Hvat ger Arbeiðseftir- litið við viðurskiftini uppi í SMS? Í langa tíð hevur verið arbeitt við at broyta alt inni í SMS. Starvsfólk- ini hava verið noydd at ar- beitt við ongum hita og í nógvum gjóstri, fyri ikki at tala um alt dustið bæði av betong og eðrum til- fari. Tey siga, at fleiri fólk eru blivin sjúk av dust- inum, ið inni er og av kuld- anum. Fólk hava ilt við at anda. Tað skuldi ikki verið neyðugt at boðsent Ar- beiðseftirlitinum niðan í SMS. Tað er nógv annað at hyggja at hjá Arbeiðs- eftirlitinum í SMS. Eina- ferð datt ein pláta undan loftinum, har handverk- arar arbeiddu. SMS var opið tá, og tað var eitt undur, at eingin fekk mein. Og hvussu við træ- trappuni uttanfyri, sum ofta er hál? Er hon ikki hættislig? Hevur Arbeiðseftirlitið ikki skyldu til at fara út á arbeiðspláss, har slík bygging fer fram, serliga tá hugsað verður um, at har eru nógvar sølubudir inni og nógv starvsfólk, sum dagliga noyðast at ganga í ellum dustinum? Mær vitandi skal Ar- beiðseftirlitið koma av sínum eintingum út á ar- beiðspláss, har broytingar fara fram, og har nýggj virki verða bygd. Tað skal jú góðkennast av Arbeiðs- eftirlitinum, um tað er for- svarligt ella ikki. Og hvussu plagar at gangast einum arbeiðsfólki, tá tað klagar um okkurt? Oftast fær ein durafjórðingin. Eg kenni einki til, at eftirlitið verjir nakran, sum klagar um, at tað er vandamikið at vera á einum arbeiðs- plássi, og tí tori eg heldur ikki at leggja navn til mítt hjartasuff. Tað sær út fyri mær, sum at kapitalurin er so sterkur her í SMS, at teir gera júst, sum teir finna fyri best, eisini um tað gongur út yvir heilsuna hjá starvsfólkunum her. Tí vil eg heita á tykkum í Arbeiðseftirlitinum: Kom- ið niðan higar í SMS, havið mátitólini við tykk- um, gloymið tey ikki. Húsið átti fyri langari tíð síðan at verið stongt vegna heilsuvandan. Eg vóni, at tit vísa tykkum sum menn og siga fyri eina ferð skyld, hvar skáp- ið skal standa. Eitt starvsfólk í SMS Viggo Holm svarar landsstýri og løgtingii málinum um: Sjúkrahúsið millum Fjarða Skriv, sum eg havi fingið frá Feroya Landsstýri, dagfest 21. september 1987, um sjúkrahús mill- um Fjarða í Eysturoynni, kann eg ikki taka undir við, tí tar vísir á ta meting, sum rådleggingarnevndin fyri sjúkraverkið hevði frá 26. mars 1987. Eina nevnd, sum hevur 8 mánaðar um at velja for- mann, men ikki kann nýta so mikið sum 8 tímar til at kanna eitt uppskot, sum er stuðlað av kommunum, felogum og einstakling- um, kann man sjálvsagt ikki taka fyri fult. Tí havi eg eisini sent skriv til rættarnevnd foroya løgtings um hetta mál. Eg havi hoyrt at onk- ur innan tinggátt hevur fingið ilt í búkin, tí eg havi skrivað bræv til tingið á pappír hjá Skála Skipa- smiðju. Til tað er at siga, at eg altíð havi spurt hvat tað kostar og goldið tað tey ynsktu og starvsfólkið har hevur verið sera hjálp- samt við skrivimaskinu, tá stundir vóru til tað. Ar- beiðið á Skipasmiðjuni gongur sjálvandi framum. Eisini tey í Havn, sum hava hjálpt mær, tí eg eri lítið vanur við at skriva, er eg takksamur. Slíkum fólki kann man ikki annað enn vera takksamur. At onkur, sum kanska hevur verið niðri í Danmark og lært, roynir at forbrongla málið til nakað annað enn Omma Ludvík í Kvívíkar kirkju Vit fyrrverandi starvsfel- agar hjá Kvívíkar presti, átala ta viðferð hon fær í Dagblaðnum Vit kenna Marjun sum ein góðan starvsfelaga og eitt gott menniskja og vita. at hon ongantíð hevði funnið upp á at bor- ið seg ósomiliga at. Norð- streymoyingar — kvivik- ingar, tit kunnu vera errin av at hava fingid hana til prest og vit vita, at tit slåa manngarð og verja hana ímóti hasari óhumsku ! Fyrrverandi starvsfelagar tað er, taki eg mær lætt. Eg havi eisini hoyrt, at tað er onkur á tingi, sum ikki veit, hvar millum Fjarða er í Eysturoynni. Ófatiligt — kanska onk- ur tinglimur úr Eystur- oynni kann greiða frá hvar staðið er. Til enda vil eg minna á, at tað eru fólk úr ellum politiskum flokk- um, sum stuðla uppskot- inum. Øll uppskot, sum koma inn á ting, hava krav uppá eina sakliga viðgerð. Tí vil eg heita á landsstýris- og legtings- limir um at lesa øll skjal, sum eru komin inn um Sjúkrahúsið millum Fjarða frá 8. mars 1983 til dagin í dag. Virðingarmest Viggo Holm > UTSTOYT Esmar Simonsen 3813 Fuglafjørdur peter