Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. desember 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 - 4. desember 2002 19 19-2 18 Nr. 233 - 4. desember 2002 BP og Shell og SEV kanna vindorku í Vestmanna ALTERNATIV ORKA Jan Müller Áhugin fyri øðrum orku- keldum enn termiskari orku er støðugt vaksandi um all- an heim. Hetta er ikki minst orsakað av vaksandi ansi fyri tí árini, ið dálking er mett at hava á verðurlag og umhvørvi. Ein av teimum alternativu orkukeldunum, ið hevur stóran áhuga er vindorka. Tey framstig, ið seinastu árini eru gjørd inn- an hesa orkukeldu, hava vakt stóran ans. Langt er tó enn á mál, áðrenn vindorka verður ein týðandi og álít- andi partur av orkutilfeingi- num. Ein onnur varandi orkukelda er sólorka. Út- búnaðurin til hesa orku- keldu, so sum sólsellur og sólfang, eru eisini nógv ment seinastu árini. Hjarnar Djurhuus stjóri hjá BP í Føroyum sigur við Sosialin, at BP ásannaði í 1997, sum eitt hitt fyrsta oljufelagið, at neyðugt varð við tiltøkum fyri at minka um termisku dálkingina av umhvørvinum og óhepna vakstrarhúsárinið. Sum lið- ur í arbeiðinum at minka um dálkingina frá orku- framleiðsluni, hevur felag- ið sett sær fyri at verða undangongufelag í sam- bandi við verju av um- hvørvinum. Sum dømi kann nevnast, at BP setti sær sum mál at minka um útlát sítt við 10% yvir eitt 20 ára tíðarskeið frá 1990 - 2010. Við tiltøkum sum betri tøkni og nýggjum arb- eiðshættum, hevur BP longu nú, 8 ár áðrenn tíðar- freistina, nátt sínum máli. BP hevur seinastu 20 árini gjørt stórar íløgur í sól- orkuútbúnað, og er málið hjá felagnum næstu 5 árini at økja um hesa framleiðslu við 30%. Eisini í Føroyum er BP við í menningini av alterna- tivari orkuframleiðslu. Hjarnar Djurhuus sigur, at BP/Shell samtakið og SEV hava gjørt avtalu um at kanna møguleikan fyri at samskipa vindorku við ver- andi vatnorkuverkið hjá SEV í Vestmanna. Serstak- liga verður hugsað um Mýruverkið, har hæddar- munurin millum brunnar- nar er umleið 240 metrar. Málið er m.a. at kanna orku- og fíggjarligu úrslit- ini av eini skipan, har vind- myllur framleiða streym til pumpur, ið pumpa vatn úr tí niðara brunninum upp í tann ovara. Samarbeiðið millum BP/Shell samtakið og SEV er skipað soleiðis, at ein stýrisbólkur, mannaður av fólki hjá BP og SEV, er sett- ur at hava ábyrgdina av verkætlanini. Stýrisbólkur- in hevur sett ein arbeiðs- bólk, mannaður við fak- fólki, ið skal gera tær ym- isku kanningarnar í sam- bandi við verkætlanina. Bretska rágevingarfyritøk- an Garrad Hassan, ið er leiðandi innan vindorku, skal luttaka í verkætlanini sum ráðgevi. Fyrsti arbeiðsfundurin millum BP/Shell og SEV var 1. oktober 2002 í suður- enska býnum Swaffam. Fundurin varð hildin á Eco- Tech, ið er stovnur fyri al- ternativari orku. Við stovn- in stendur ein vindmylla. Tá hon varð sett upp í 1999, var hon hildin at verða tann mest framkomna vindmyll- an í Stórabretlandi. E-66 vindmyllan umboðar eitt nýtt ættarlið av vindmyll- um. Hesar vindmyllur hava ikki gervikassa og er arb- eiðsferðin bert 10 til 22 snúningar um minuttin. Hetta ger, at tær eru ógvu- liga ljóðveikar. Vindmyllan er 97 metrar høg og tvør- málið á bløðunum er 66 metrar. Vindmyllan hevur eina framleiðsluorku uppá 1,5MW, ið kann nøkta mið- al steymtørvin hjá umleið 3000 fólkum í Swaffam. Vindmyllan hevur eisini minkað nógv um um- hvørvisskaðiligu útlátini. Útlátið av koltvíiltu er minkað við 3000 tonsum og útlátið av svávultvíiltu við 37 tonsum árliga. Stórabretland hevur ásannað týdningin av al- ternativu orkukeldunum og hevur tí sett sær fyri, at 20% av samlaðu orku- nýtsluni í Stórabretlandi í 2020 skulu koma frá al- ternativum orkukeldum. Hjarnar Djurhuus sigur, at gongst sum ætlað, verður kanningin av møguleika- num at samskipa vindorku við verandi vatnorkuverk hjá SEV í Vestmanna liðug í januar 2003. Eru fortreyt- irnar tá til staðar, fer SEV at umhugsa íløgur í eina tí- líka skipan til frama fyri føroyska el-brúkaran og náttúruna. Umhvørvið nærhendis Vestmanna kannast fyri brúk av vindorku Eco-Tech stovnur fyri alternativa orku í Swaffam Umboð fyri BP, SEV og Garrad Hassan hittast í Bretlandi Umboð fyri SEV, vitja vindmyllu í Bretlandi C M Y K 18-1