mikudagur 4. desember 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 233 - 4. desember 2002
Nr. 233 - 4. desember 2002
23
C
M
Y
K
23-2
22-2
Tíðindaskriv
Fyribyrgjandi viðlíkahald
hevur ikki verði nógv nýtt í
Føroyum higartil, hóast tað
eru bæði pengar at spara
við tí, og bøtir munandi um
trygdina á virkjum og skip-
um. Men hetta vil P/F ES
Ídnaðartøkni broyta uppá!
P/F ES Ídnaðartøkni hev-
ur fingið til vega eitt
Termografi kamera, og
vibratiónsmálið útgerð, ið
ger felagið ført fyri at siga í
hvørjum standi eitt El-kervi
ella ein maskina er í. Eisini
eru nógvir aðrir møguleikar
við hesi útgerð, so sum at
man kann finna feilir við
isolatión (bjálving), fukt-
inntreingjan og mangt ann-
að.
So kann ein spyrja,
hvussu man kann spara
pengar økja um trygdina
við tí? Jú, við hesi útgerð
kann man finna feilir áðr-
enn ein maskina ella eitt El-
kervi „brýtur saman“! Og
so kanst tú fáa hetta umvælt
áðrenn skaði stendst av tí,
bæði á útgerðina og møgu-
liga á fólk sum arbeiða við
hesi útgerð!
Eisini er nógvur peningur
at spara við at kunna plan-
leggja nær man umvælir
sína útgerð! Um ein mask-
ina í einari framleiðleiðslu
steðgar, so steðgar oftast øll
framleiðslan. Og hetta kann
gerast sera kostnaðarmikið.
Fyri tað fyrsta skal útgerðin
umvælast her og nú, og tað
merkir ofta:
- Arbeiði um kvøldarnar
og næturnar.
- Eykalutir skullu fást til
vega, og ofta skullu teir
koma ekspress úr út-
landinum.
- Leveringstíðin av fram-
leiðsluni kann ikki hald-
ast.
- Tað sum skuldi framleið-
ast spillist møguliga.
(Fiskur o.a.)
- Tímalønt
arbeiðsmegi
stendur og bíðar eftir um-
vælingini.
- Arbeiðsfólk kunnu koma
til skaða
- Skaði kann standast á
bygning, skip ella aðra
útgerð.
Men um virkið/skipi visti
av feilinum, hvussu umfat-
andi hann var, og á leið
hvussu lang livitíð var eftir,
so høvdu tey møguleikan at
planleggja eina umvæling.
Og so høvdu tey havt bestilt
eykalutir á vanligan hátt, og
umvælingin kundi farið
fram, meðan framleiðslan
lá still avlíkaval. Og um tal-
an var um eina stóra um-
væling, so kundi virkið/-
skipi heinta tilboð uppá
arbeiði.
Og kanska mest umráð-
andi, so vildi eingin skaði
staðist av hesum.
Tá talan er um bjálving,
er tað ikki ein feilur ið
knappliga ger seg galdandi.
Tá er tað meiri tann fram-
haldandi missurin av orku,
ið kostar pening. Tað kann
verða upphiting av húsum
og virkum, har nógvur hiti
ferð til spillis, av tí at bjálv-
ing manglar, er vorin vát, er
dottin niður, ella kanska
bara ikki er sett rætt upp.
Tað sama ger seg galdandi
við fyrsti- og køligoymsl-
um, har hitin bert ferðast
hinvegin.
At broyta temperaturin í
einum rúmi, tað verði seg at
hita ella køla tað, er sera
orkukrevjandi, og harvið
eisini kostnaðarmikið, og tí
er bjálvingin av stórum
týdningi. Alt hetta ger seg
sjálvandi eisini galdandi í
vanligum sethúsum.
Hvussu virkar
útgerðin?
Í stuttum kann sigast, at eitt
thermografi kamera, er eitt
tól ið kann konvertera
infrareyðar strálir, til visu-
elt ljós!
Infrareyð stráling:
Alt materiali, tað verði seg
fast, flótandi ella gas, hevur
eina termiska orku í sær.
Henda termiska orka vil al-
tíð flyta seg frá heitum til
kalt. Og á yvirflatuni á hes-
um materialum, vil ein
stráling av temperaturi fara
fram. Hendan strálingin vil
eisini altíð verða í tí infra-
reyða umráðnum á elektro-
magnetiska skalanum, tað
merkir at vit kunnu ikki
síggja hana við eygum okk-
ara.
Til dømi, kann nevnast
eitt drívhús. Sólarljós, sum
vit
síggja,
kemur
inn
ígjøgnum glasið, ið dekkar
drívhúsið, og rakar ymisk
objekt og plantur inni í
húsinum. Hesi objekt gjer-
ast heit av ljósinum, og
senda infrareyðar strálir,
sum vit ikki síggja, frá sær.
Men infrareyðar strálur
kunnu ikki ferðast ígjøgn-
um glas eins og ljós, og
verður tískil speglað inn
aftur í rúmið, sum harvið
gerst heitari og heitari. Og
sostat hevur man drívhús-
effektina.
Hvar kann
hetta nýtast!
Allastaðir har vit yvirføra
orku, vil ein partur av ork-
uni ”blíva vekk”. Hetta skal
tó skiljast soleiðis, at orka
kann sjálvandi ikki blíva
vekk, tí orka kann hvørki
skapast ella oyðileggjast!
Hetta viðførir so, at tann
orkan ið vit yvirføra og ikki
kemur fram, verður sostatt
til aðra orku!
Og innanfyri maskin og
El, verður henda orka til
hita, ella thermiska orku.
Og við at hyggja at hvar
hendan termiska orka kem-
ur fram, kann man avgerða
um tað er ein byrjandi feil-
ur ella ikki. Tað krevst at tú
veit hvat tað er tú hyggur at,
altso at tú skilir funktiónina
á tí, sum verður kannað. Tí
øll mekanisk og elektrisk
útgerð hava eina ”virkn-
ingsgrad”. Tað er, at ein
partur av orkuni, ið verður
nýtt, ferð til spillis, og kem-
ur fram sum termisk orka.
Viberatiónsanalysa
Hetta verður nðtt til mask-
inarí, har vit hava roterandi
rørslu. Við at málað vibera-
tiónirnar á einari maskinu
ella motori, og síðani
hyggja at frekvensunum á
vibratiónunum kann av-
gerðast hvar hesar vibera-
tiónir stava frá.
Á sama hátt sum við
termografi, ræður tað um at
skilja hvat tað er man hygg-
ur at, tí alt maskinarí gevur
vibratiónir frá sær. Men við
at hyggja at á hvørjum fre-
kvensi hesar vibratiónir
lyggja, kann man avgerða
hvar tær stava frá. Tað kann
til dømis verða:
- Defekt leje
- Skeiv upprætting
- Feilur í kobling
- Ov stórt trðst á reimum
- Manglandi smyrjing
- Ov nógv smyrjing
P/F ES Ídnaðartøkni
P/F ES Ídnadartøkni hevur
lagt seg eftir at kunnu bjóða
eina heildarloysn innan
fyribyrgjandi viðlíkahald,
við at bjóða termografi,
vibratiónsanalysu og Lin-
coln-smyrjiskipanir til virk-
ir, skip og stovnar. Um-
framt hetta hevur ES Ídnað-
artøkni umboði uppá SKF í
Føroyum.
Málið hjá felagnum er at
tryggja kundum sínum eina
tryggari, effektivari og bíl-
igari framleiðslu, til gagn
fyri øll.
Slóðbrótandi virki sett á stovn
Føroyingar við til at loysa basaltgátu
UNDIRGRUND
OG GRANSKING
Jan Muller
Herfyri stovnaðu oljufeløg-
ini, sum eru virkin á land-
grunninum, felagið Sindri,
sum skal vera við til at
loysa ymsar vísindaligar
uppgávur í sambandi við
leiting á landgrunninum.
Sett er út í kortið ein rætti-
liga einastandandi verkætl-
an, sum hevur til endamál
at loysa tann nógv umrødda
basaltknútin. Stórur partur
av føroyska landgrunninum
er fjaldur av tjúkkum
basaltfláum. Vanliga verður
seismikkur brúktur til at
“síggja”, hvar í undirgrund-
ini olja kann goyma seg.
Men basaltið forðar seim-
isku bylgjunum at síggja
niður undir basaltið. Nú eru
so settar 10 mill. kr. av
komandi trý árini at kanna
basaltið sjálvt og fyri at
finna út av, hvussu bylgjur-
nar hátta sær í hesum harða
grótslagnum.
Í fyrstu atløgu verða data
savnað. Kanningarnar byrj-
aðu á Glyvursnesi fyri
stuttum, har tað var borað
700 metrar niður gjøgnum
basalt. Kjarnurnar verða
síðani kannaðar á Jarð-
frøðissavninum
og
hjá
GEUS í Danmark. Tá bor-
ingin varð liðug var farið at
gera fysiskar mátingar í
boriholinum á Glyvursnesi
og einum gomlu boriholi í
Vestmanna.
Borifólkini
komu úr Finlandi. Fólkini,
sum hava staðið fyri mát-
ingunum í holunum, koma
úr Wales. Aftrat hesum
fólkum eru so bæði fólk frá
Jarðfrøðissavni og GEUS
við. Haraftrat hevur Fróð-
skaparsetrið fingið ein týð-
andi leiklut í tulkingini av
tilfarinum. Fleiri av kjarnu-
prøvunum
verða
eisini
sendir av landinum til
framkomnar rannsóknar-
stovur.
Komandi vár verða síð-
ani
gjørdar
seismiskar
kanningar, sum hava til
endamál at vita, hvussu
ljóðbylgjurnar bera seg at í
basaltinum.
Tað er greitt, at hægri
føroyskir
granskingar-
stovnar hava ein týðandi
leiklut í hesi granskingini.
Ein kann siga, at henda
stóra verkætlan gevur ung-
um føroyskum granskarum
møguleika at royna seg á
einum nýggjum øki, hvørs
rávøra er føroyska undir-
grundin, føroyskt basalt.
Claus Andersen, deildar-
leiðari á Jarðfrøðissavni-
num og ein av oddamonn-
unum aftanfyri verkætlan-
ina heldur tað vera sera
gott, at føroyingar eru
knýttir at hesi ætlan, og at
tað hevur eydnast at fáa øll
oljufeløgini at arbeiða sam-
an. Tað er í teirra alra
áhuga, at gátan við basalti-
num verður loyst.
Ein kann eisini siga, at
nettupp henda gransking er
avgerandi fyri, um oljufel-
øgini í framtíðini fara at
váða nógvan pening við at
bora gjøgnum basaltið og
harvið avdúka, hvat liggur
undir tí - møgulig risastór
olju og gassfelt. Hetta er í
tráð við føroyska oljupoli-
tikkin: at leitingin skal
koma inn á grynri vatn
heldur enn at vera úti í
stóru dýpunum, har kostn-
aður og arbeiðsumstøður
eru nógv øðrvísi.
Frá boriholinum í
Vestmanna, har serfrøðingar
úr Wales gjørdu mátingar
herfyri
Sindrimanningin, tá hon varð
savnað í Havn herfyri.
Myndir Jens K Vang
Claus Andersen., deildarleið-
ari á Jarðfrøðissavninum
stendur fyri spennandi kann-
ingunum á Glyvursnesi og í
Vestmanna. Hann letur væl
at.
Myndir Jens K Vang