leygardagur 3. oktober 1987síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Vanlukkutrygging
Fyri ikki at verða fyri ov stórum fíggjarligum
missi, um vanlukkutilburður berst á, er
neyðugt at hava tryggingarviðurskiftini í lagi.
Tryggingarslegini eru:
Vanlukkutrygging av hjálparfólki
á sjógvi og landi — løgskipad.
Tey. ið hava fólk í arbeiði á sjógvi ella landi,
hava skyldu til at halda arbeiðsfólkið van-
lukkutryggjað.
| Eigarar av skipum og bátum yvir 4 tons
| hava skyldu til at vanlukkutryggja mann-
| skapið.
|
Heimatrygging av sjófólki
løgskipad.
| Tey. ið vinna meir enn 1/5 av årsinnløguni av
sjónum, hava persónliga tryggingarskyldu.
Sjálvboðin arbeiðsvanlukkutrygging
sjálvkravd.
Arbeiðsvanlukkutrygging fevnir um van-
lukkutilburðir, ið henda í persónligum arbeiði
hjá tryggjaða.
Hartil fevnir henda arbeiðsvanlukkutrygg-
ing eisini um vanlukkutilburðir, ið henda
beinleiðis á veg til og frá arbeiðsplássi.
Sjálvboðin frítíðarvanlukkutrygging
sjálvkravd.
Frítíðarvanlukkutryggingin verður teknað
sum uppískoyti til arbeiðsvanlukkutrygging-
ina, so tryggjaði eisini er vanlukkutryggjaður
í frítíðini.
Vanlukkutryggingin gevur nærri upplýsingar
og leiðbeiningar. Ringið, skrivið ella stokkið
inn á gólvið.
Tað er livsneydugt…
Í Foroya Vanlukkutrygging S/F
| Telefon 11466 & 15952
2 Yviri vid Strond 23
Postboks 59 + 110 Tórshavn
jálparfólk
Hevur tú hug at arbeiða
saman við børnum
og vaksnum?
Vit søkja eftir hjálparfólki 40 tímar um
vikuna at byrja 1. november.
Arbeiðstíðin liggur ímillum kl. 6.45 og
17.30 og nøkur einkult kveld um vikuna.
Vit eru 60 børn og 10 vaksin á 3 stov-
um.
— Tú skalt hava hug at vera úti í nátt-
úruni uttan mun til veðrið.
— Tú skalt vera búgvin og kenna á-
byrgd fyri arbeiðinum.
— Tú skalt vera 18 ár ella eldri.
Løn sambært S & K sáttmálanum.
Umsókn skal sendast í seinasta lagi
24. oktober til
Barnagarðin við Velbastaðvegin
Tlf. 14373 - 100 Tórshavn
+
- -
——
Føroya Blindastovnur
Fyristóðufólk
Føroya Blindastovnur, ið er ein sjálveig-
andi stovnur undir uppbygging, fer í
næstum at taka nýggju húsini í nýtslu.
Í høvudsheitinum rúma húsini fundar-
høli, 3 komur, skrivstovu, goymslu, kok
og tað sum hoyrir til, umframt ein sjálv-
støðugan verkstað. Ætlanin við hesum
partinum er, at vera karmur um skeið-
virksemi og fundarrødir við meira, um-
framt at húsið eisini helst skal hava virk-
semi aðrastaðni í Føroyum, til dømis
ADL — venjing av einstaklingum í egna
umhvørvi og Mobility-skeið-venjing
kring landið.
Harumframt skal húsið hýsa fólki, ið
er undir upplæring á verkstaðnum og
skal skipa fyri teimum tiltøkum, ið eru
neyðug fyri hin einstaka.
Húsið skal hava tætt samarbeiði við
Føroya Blindafelag.
Húsið skal eisini uppbyggja band-
goymslu og tilfar á blindskrift og skal
umsita hetta.
At røkja hesa uppgávu — at skipa fyri
einum miðstovni fyri sjónbrekað — er
tað vit lýsa eftir einum fyristoðufólki.
Fyristoðufólkið arbeiðir undir ábyrgd
yvirfyri starvsnevndini. Uppgávan hjá
hesum persóni verður í fyrsta umfari at
koma við uppskoti um verkætlan og
kostnaðarætlan við normeringsupp-
skotið í tráð við omanfyri standandi.
Fyristoðufólkið skal arbeiða í neyvum
samarbeiði við verkstaðarleiðaran.
Starvið verður at seta sum skjótast og
verður lønt eftir viðkomandi sáttmála
eftir nærri avtalu.
Umsóknin, ið skal vera inni áðrenn
19. oktober 1987, skal stílast til:
Umbodsnevndina fyri
Føroya Blindastovn
og sendast til:
Starvsnevndina
v/ Ketty Viderø
Hagagøta 5
160 Argir
Arkitektur
Søkt verdur eftir dugnaligum arkitekti til
áhugavert projekteringsarbeiði so sum
bygningsprojektering, byarskipanir o. t.
Áhugað kunnu ringja tlf. 165 46
A-PLAN
Arkitekt- og Jórun í Dali, ark. m.a.a.
planleggingarvirkið Høgni W. Larsen, ark. m.a.a.
Klettaskot Sigmundur í Dali, geodetur
100 Tórshavn
Nr. 112 — 3. oktober 198
Føroya Blindastovnur | 2
Verkstaðarleiðari
Í samband við at húsini hjá Føroya
Blindastovni verða tikin í nýtslu, verður
vardur verkstaður, id er sjålvstødugur
partur av stovninum, latið upp.
Endamálið hjá verkstaðnum er:
— atgeva sjónbrekaðum fakliga upp-
læring,
— atskipa fyri vardum arbeiði,
— at skipa fyri skeiðum sjónbrekaðum
at bata.
Umsøkjari skal hava holla fakliga út-
búgving og hava kunnleika til arbeiði við
sjónbrekaðum.
Leiðarin skal arbeiða í neyvum samar-
beiði við fyristoðufólki á Føroya Blinda-
stovni.
Leiðarin fær til uppgávu, saman við
Blindafelagnum, at kanna hvussu nógv
fólk hava tørv á verkstaðarfyriskipan og
hvat slag av virksemi, umframt at koma
við kostnaðarætlan.
Leiðarin hevur ábyrgdina av dagliga
arbeiðinum, herundir umsiting, og ar-
beiðir undir ábyrgd yvir fyri stýrinum fyri
verkstaðnum.
Starvið verður at seta sum skjótast og
verður lent eftir viðkomandi sáttmála
eftir nærri avtalu.
Umsóknin, ið skal vera inni áðrenn
19. oktober 1987, skal sendast til:
Stýrið fyri verkstaðnum
á Føroya Blindastovni
Postsmoga 196, 110 Térshavn
Starvid sum
fyristødukvinna
Imadur
å hvildarheiminum »Naina«
er leyst at seta 1. november 1987.
Heimið er normerað til 30 búfólk.
Lønar- og setanartreytir eru i sam-
svari vid galdandi såttmåla millum Kom-
munernes Landsforening og Dansk
Sygeplejeråad, lønarrammi K 23 (skala-
trin 27 —34).
Gjøllari upplysingar kunnu fåast vid at
venda sær til formannin, Hans J. Joen-
sen, tlf. 12436.
Umsókn vid upplýsingum um aldur,
fyrrverandi størv og útbúgving vidløgd
prévskjøl, verður sent Hans J. Joensen,
Essalåg 18, 100 Torshavn, i seinasta lagi
20. oktober 1987.
Tórshavn hin 26. september 1987
F.s.
Hans J. Joensen
8