leygardagur 3. oktober 1987síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
41
>
em
KE
Ferðin var
tøkkin fyri
føroyskan stuðul
Tveir dreingir úr Árnafirði hava verið í
Suðureuropa og sæð, hvussu foreldraleys
born hóast alt hava fingið eitt ríkt lív
Saman við eini 20
donskum skúlanæm-
ingum og eðrum fólki úr
Danmark, vóru tveir
dreingir ur Árnafirði
saman við lærara sínum
fyri góðum mánaði síðan
einaferð í Suðureuropa.
Dreingirnir vóru tann 13
ára gamli Jaspur Bjartalíð
og tann 14 ára gamli
Dávid Hansen.
Teir donsku skúlanæm-
ingarnir vóru tey, sum
vunnu í eini stílakapping,
sum nevndin fyri >Danske
venner af SOS-berneby-
erne< skrivaði út. Fer-
oyskir skúlanæmingar
luttóku ikki í kappingini,
men nevndin vildi fegin
hava føroyingar við. SUm
takk fyri tann góða stuð-
ul, ið foroyingar hava latið
til SOS-barnabýir. Nevnd-
in í danska vinafelagnum
hjá SOS-barnabýunum
heitti á Skótahjálpina í
Føroyum um at finna
tveir næmingar og ein lær-
ara, og tað bleiv so til, at
Jaspur og og Dávid fóru
avstað við lærara sínum
Charlottu Thorsteinsson.
Tað var ikki av tilvild, at
Skótahjálpin fekk tilboð-
ið. Skótahjálpin hevði í
Onkuntid styttu Dávid og Jaspur sær stundir vid at telva móti bussforaranum, ið
koyrdi tey tann langa vegin
fjør eina innsavning til
frama fyri SOS-barnabyir,
og inn komu 58.000 krón-
ur.
Long ferð
Charlotta og teir báðir
dreingirnir eru sera væl
nøgd við ferðina. Eftir
átta degum koyrdu tey
4.400 kilometrar, úr Dan-
mark suður gjøgnum
Europa og heimaftur. Tey
vóru heilt suduri í Italiu.
Endamálið við ferðini
var at síggja nakrar SOS-
barnabýir, ið finnast í
nógvum londum um allan
heim. 230 slíkir býir eru í
eystri og vestri, í ríkum og
fátækum londum. Í hverj-
um SOS-barnabýi eru 15-
20 hús, og í hverjum húsi
búgva 6-10 bern, gentur
og dreingir. Hetta eru
børn, sum av onkrari
grund ikki hava foreldur
at vera hjá. Saman við
bernunum býr í hverjum
húsi ein kvinna, sum
hevur halgað bernunum
lív sítt. Hon verður rópt
mamma, og bernini kalla
hvert annað fyri systkin.
Tað hevur sína orsek, at
ein kvinna er einsamall
hjá bernunum. Fleiri av
bernunum hava upplivað,
at foreldrini eru skild, og
tað skulu tey ikki verða
fyri aftur.
Í egnum
umhvørvi
Ferðalagið í summar vitj-
aði tveir slíkar SOS-barna-
býir í Eysturríki. Char-
lotta sigur, at tey fingu ta
fatan, at bernini vóru
trygg í hesum býum. Tey
verða ikki send í nakað
fremmant umhvervi, og
dentur verður lagdur á
ikki at ávirka tey við
fremmandum siðum og
trúgv. Bernini verða upp-
ald til at kunna standa á
egnum beinum. Tey
kunnu flyta úr barna-
býunum eina tíð, t.d. tá
tey skulu í onkran skúla
ella í læru, men kunnu
venda aftur til barnabýin,
til tey eru fer fyri at klára
seg sjálv. Í eðrum barna-
býinum, sum tey vitjaðu,
var eisini ein SOS-barna-
garður. Har gingu bæði
børn úr barnabýnum og
onnur bern úr grannalag-
num. Bernini í barnabý-
num ganga annars í van-
ligum skúlum saman við
eðrum børnum, sum
bugva heima hjå familj-
I Norduritaliu vitjadu tey eina barnalegu, har børn úr einum SOS-barnabyi eisini vóru
við. Stundir vóru eisini at gera útferðir. Myndin er frá í itjanini í Venedig
Ein familja í eysturríkska SOS-barnabýnum Dornbirn. Bornini eru ymisk í aldri, og
har eru bæði gentur og dreingir
g g
uni. Hetta verður gjert
fyri at tey skulu vea ein
natúrligur partur av sam-
felagnum, sum tey búgva
í.
Fleiri stuðla
Í fleiri londum eru stuðla-
felog hjá SOS-barnabýun-
um, og hesi feløg savna
saman pengar til barna-
býirnar. Eisini lata stovn-
ar og grunnar pengar, og
feløg, arbeiðspláss og per-
sónar tekna seg fyri at
stuðla við upp-
hædd.
Teir
ávísari
føroysku og teir
donsku skúlanæmingarnir
lærdu mangt slíkt um
SOS-barnahjálpar-
arbeiðið. Tey hittu fólk,
sum arbeiða við hesum og
vóru á legu saman við eðr-
um bernum.
Ætlanin er, at tey sum
sleppa við eina slíka ferð,
skulu arbeiða víðari við
evninum, tá tey koma
heim aftur. Tað hevur ikki
borið so væl til hjá Dávidi
og Jaspuri. Eftir summar-
frítíðina eru teir farnir inn
til Klaksvíkar at ganga í
skúla og eru tí ikki longur
dagliga saman við læ:-
aranum Charlottu. Char-
lotta ivast ikki í, at
dreingirnir hava fingið
væl burtur úr. Fyri teir,
sum framman undan
høvdu gingið í skúla í
Arnafirði við fimm næm-
ingum, var tað ein stór
uppliving at vera úti mill-
um so nógv fremmand
bern, at skula tosa danskt
hvenn dag, og ikki minst
at koma út at síggja,
hvussu onnur bern liva
randi
IT >
KJARTAN
DALSGAARD
TRYGGINGAR
UMBOÐS
TOVA
HOYDALSVEGUR 6
TLF 1 5222
Kunnu teknast
Avgreidslutidir
9—12 og 13—16