Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-10-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

pr ——— Utgevari: P/f Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miiller Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Torshavn Fyritaksstjóri: Krisjen Dahi Blaðfólk: Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Uppseting: Pif Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Dagpeninga- skipanin bøtt 1. OKTOBER hendi eitt stórt framstig hjá timalønt- um verkafólki, og tað var, at tíðarskeiðið, ein kann fáa dagpening við sjúku, er longt úr 13 í 20 vikur. HETTA má sigast at vera ein tann størsti bati á hesum økinum síðan vit fingu dasgpeningaskipan- ina seinast í 70-unum. Hon var í sær sjálvum eitt stórt framstig, tí undan henni var eingin skipan, sum tryggj- aði tann timalønta, tå hann fall frá. AT SKEIÐIÐ er longt merk- ir, at tann timalønti nú er tryggjaður eitt munandi longri tíðarskeið, og hetta merkir eisini, at flestu tilfelli av sjúkum og skaðatilburð- um nú verða fult út dekkað av dagpeningaskipanini, tí tað er bert í fægstu tilfell- um, at nakar er sjúkur longri enn hetta tíðarskeið. MEN í teimum forum hetta hendir, hava vit framvegis forsorgarlógina, og hon er eftir okkara meting nú tann skipan, sum landsstýrið eig- ur at fara í holt við. Forsorg- arlógin virkar jú á tann hátt, at viðkomandi er tryggjaður tær dagligu útreiðslurnar, treytað av, at tú stórt sæð ikki eigur eitt oyra. Hetta merkir, at her verður rættu- ligur munur gjørdur á monn- um. Er talan um ein, sum hevur nýtt alla sína inntøku, og kanska enntá spilt hana burtur, so fær viðkomandi fulla forsorgarhjálp. Er tað hinvegin ein, sum hevur lagt til síðis, og sum tískil eigur nakrar krónur á bók, so fær hann einki oyra fyrr enn hann hevur nýtt tað hann eigur. HETTA er ein óverdug skip- an, sum gevur heilt tilvildar- liga viðgerð. Sum t.d. um tann, sum er undir forsorg- arskipan í staðin fyri at nýta peningin hann eigur til at t.d. skifta tak fyri, so eigur hann aftur rætt til for- sorgarhjálp. REGLAN má vera tann, at við sjúku eiga øll at vera eins fyri, og tey eiga heldur ikki at kunna koma í eina ol- mussustødu, sum her er tal- an um. TÍ eigur landsstýrið í sam- band við blokkstudningin at taka hetta mál upp, so tað eisini kann fáa eina loysn í hesum valskeiði. Tá dagpeningaskeiðið er longt so nógv sum her er hent, verður heldur ikki talan um nakran stóran kostnað, um forsorgarhjálp verður latin uttan mun til um viðkom- andi eigur pening. ella hann hevur eina konu, sum for- vinnur nøkur oyru. VIT vilja eisini minna á, at sjálvari dagpeningaskipan- ini sum so tørvar framvegis åbøtur. Framvegis er endur- gjaldið bert 80% av minstu inntøkuni, og er hetta eitt mál, sum eigur at verða tik- ið upp eisini, sjålvt um ein- støk fakfeløg rinda munin millum tey 80 og tey 100%. TEIR skeivleikar, sumann- ars eru við skipanini, vænta vit verða tiknir upp av teirri nevnd, sum vist arbeiðir við hesum máli. MEN annars vilja vit fyribils takka landsstýrinum fyri, at tað eisini í hesum máli hev- ur víst, at tað er eitt arbeið- aralandsstýri. (> HEH ED TD (AO lf rr Fríggjakveldið 2/10 kl. 20.00 tíðarneyð valdar í vorðsluni ameriska brotsmannamentanin krevur sítt — eingin sending uttan blóð og dráp havreki mjarrar væl og leingi til kvæmar foroyskar barnasálir — tó er hålvur tími lutaður »sakligum tidindaflutningi« OG — tey prioritera vatnorkustjórin greiðir frå hví milliónirnar skolaðu burtur íturrum tunnlum — — — — — —10 minuttir milliónirnar skulu renna har milliónirnar runnu so skattafrødingurin lovar landsins ólukkur um vit ikki gjalda við gleði — — 8minuttir charmerandi pinkupolitikari ið fegin vil á ting — — — — — — 6 minuttir gorbatjov sýnir heiminum at hann hvorki hevur reyðlingar ella er sendur til sibiriu — — 5 minuttir tíð at hosta vera mismæltur og anda inn 1/2 minuttur »tydningarleysur« tíðindastubbi frá veikasta bólki samfelagsins — — — — — hålvur minuttur tilsamans — — — hålvur timi