leygardagur 10. oktober 1987síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ÍSB avgjørd í herfyri, at fara á venjingarlegu í Svøriki. Við á leg-
uni eru eisini svimjarar frá svimji
ÍSB hevur nógv jern í
eldinum. Teir hava nú út-
tikið landsliðið, sum skal
til OL í Korea í okt. 1988.
Á landsliðnum verða
Katrin Johansen, Kristina
Næs og Tóra við Keldu.
I hesum samb. skipar
ISB fyri venjingarlegu í
Gávle, uml 180 km.
norðan fyri Stockholm í
Svøriki. ÍSB hevur eisini
bjóðað Svimjisambandin-
um við á leguna, og frá
teimum kemur landsliðið,
ið skal umboða Feroyar á
NM fyri juniorar í Íslandi.
Luttakarar í NM fyri
juniorar eru fyri dreingir í
aldrinum 17 ár og yngri,
meðan tað fyri gentur er í
aldrinum 16 ár og yngri.
Á Landsliðnum, ið fer
til Íslands, eru Elisabeth
Mortensen, Ægir, bringu-
svimjing og blandað,
Durita Djurhuus, Havnar
Svimjifelag, fri- og rygg-
svimjing, Høgni T.
Hansen, Havnar Svimji-
felag, bringusvimjing, og
Petur Heðin á Fletti,
Havnar Svimjifelag, frí og
buttarfly.
Aksel Haraldsen er
venjari, og er eisini ferða-
leiðari á venjingarleguni í
Sveríki
Luttaka í
Sweedish-Open
Svimjararnir fóru úr Fer-
oyum í gjár, og svimj-
ararnir hjá ISB skulu lut-
taka í einari almennari
kapping í Gávle í deg-
unum 16.-18. okt. Hetta er
ein kapping, ið verður
nevnd Sweedish Open.
Á venjingarlegu
í Føroyum
Ein av svimjarunum, ið
fyrr i ár vóru i Føroyum til
NM i svimjing fyri brek-
ad, var svenska gentan
Anne-Lie Østenstrøm.
sambandinum
Hon hevur seinastu
seks vikurnar verið í Fer-
oyum á venjingarlegu. Vit
hava tosað við hana og
m.a. fingið at vita, hví hon
nú aftur er í Føroyum.
Anne-Lie sigur, at tá
hon í summar var í Fer
oyum, dámdi henni so
mikið væl, at hon beinan-
vegin fór at tosa við hinar
svensku svimjararnar um
at koma aftur hendan veg-
in á venjingarlegu. Fleiri
vóru sinnað fyri hesum,
mÉn tá ið kom til stykkis,
góvu ell avboð.
Men eg misti ikki mótið,
sigur Anne-Lie, og tað má
ein brekaður helst ikki
gera, leggur hon afturat.
Eg valdi ti at fara aftur til
Føroya einsamøll og tað
eri eg glað fyri. Mær
dámar stak væl at vera
her. Feroyingar eru eitt
sera dámligt og fyrikom-
andi fólkaslag, og venj-
aran hjá mær, Aksel
Haraldsen, dámar mær
eisini stak væl.
Anne-Lie for í gjár
saman við føroysku svimj-
arunum aftur til Svørikis,
har hon eisini skal luttaka
í Sweedish-Open. >Men eg
komi aftur í november
mánaði, og tá verðið eg í
minsta lagi ein mánaða,
segði Anne-Lie at enda
Ítróttarsosialurin ynsk-
ir føroysku svimjarunum
og Anne-Lie, g6da eydnu
vid Sweedish-Open og
venjingarleguni annars.
Gdm-
Anne-Lie Østenstrøm Í
Svimjihøllini í Gundadali
Føroyskir svimjarar sam-
an við AnneLie. Frá
instru: Petur Heðin á
Flotti, Katrin Johansen,
Durita Djurhuus, Anne-
Lie Østerstrøm og Høgni
T. Hansen