Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-10-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nobelfriðar- heidurslønin NORSKA Nobelnevndin avgjørdi tys- dagin at lata ti 46 åra gamla forset- anum í miðamerikanska statinum Costa Rica, Oscar Arias Sanchés, ár- sins nobelfridarheidursløn. Hann fær virdislønina fyri sítt slóðbrótandi ar- beiði at fáa frið í lag í ti krigsherjada Miðamerika. Í GRUNDGEVING síni at lata Oscar Arias Sanchés ársins nobelfriðar- heidursløn, sigur tann norska nobel- nevndin m.a., at tað er arbeiðinum hjá Oscar Arias Sanchés fyri at takka, at fimm lond í Miðamerika í august í ár kundu skriva undir eina friðar- ætlan. Sum hevuðsarkitektur fyri hesi friðarætlan hevur Oscar Arias Sanchés uppá framúrskarandi hátt gjørt sítt til, at varandi friður kann fáast í lag í einum umráði, sum ann- ars leingi hevur verið herjað av ófriði og borgarakríggi. NEVNDIN leggur dent á, at avtalan, sum er fingin í lag, er eitt úrslit av ábyrgdarfullum samarbeiði millum tey fimm londini, sum hava undir- skrivað hana. Við hesi avtaluni er grundarlagið lagt fyri víðari menning av demokratinum og fyri álitiskend- um samarbeiði millum fólk og lond. Ein fortreyt fyri varandi friði, sigur nevndin, er, at tey demokratisku idealini verða gjørd til veruleika. Hesi ideal eru frælsi og líkarættur fyri øll menniskju. Eftir hugsanini hjá nobel- nevndini er Oscar Arias Sanchés tydningarmikil forspråkari fyri hes- um idealum. Og hansara fridararbeidi fer at fáa tydning eisini uttanfyri Mið- amerika. TAÐ kom rættiliga óvart á heimin, at hesin ungi politikarin úr tí lítla mið- amerikanska landinum Costa Rica skuldi fáa ársins nobelfriðarheiðurs- løn. Roknað hevur verið við, at filipinski forsetin, svarti andstødu- leiðarin í Suðurafrika, Mandela, ella WHO-stovnurin fóru at vera fremstu boðini uppá heidurslønina. HVOR er so hesin á okkara leiðum heldur ókendi politikarin! Hann hevur útbúgving í buskaparfrødi frá »London School of Economics, ein skúli, sum hevur fostrað mangar kendar leiðarar. Eisini er hann doktari í búskarfreði vid lærda háskúlan í Sussex í Onglandi. Hann hevur í nógv ár umboðað sosialdemokratiska flokkin í parlamentinum í Costa Rica og varð herfyri kosin til forseta. Hann verður mettur at vera sera dugnaligur og var tað eisini hann, sum megnaði at bróta upp úr nýggjum í royndunum at fáa frið í Miðamerika. Í mong ár hava nevniliga londini í tí sokallaða Útgevari: Ábyrgdarblaðstjári: Fyritaksstjóri: Blaðfólk: Uppseting: Prent: Contadorabólkinum, Venzuela, Mexico, Colombia og Panama roynt at fáa stríðandi londini í Mið- amerika til samráðingarborðið. Hetta eydnaðist ongantíð til fulnar og ikki fyrr enn tann ungi Sanchés tók stig til eina friðarætlan bar til. AT HEIMLAND hansara Costa Rica er eitt friðarland, sum ongan her hevur, var tískil eisini gott stødi at byggja eina friðarætlan á. Umrødda friðarætlan, sum varð undirskrivað í Guatemala í august í ár, fevnir um øll fimm londini í Miðamerika. Sambært hesi ætlan skulu londini leggja vápn- ini, tey skulu ikki nýta stødir í granna- londum at gera álop á onnur granna- lond, tey skulu ikki móttaka hernaðarhjálp úr ødrum londum, og tey skulu seta demokratisk viður- skifti í verk. Sum eitt stig á fridarleid tók Sanchés sjálvur, stutt eftir hann hevði tikið við sum forseti, stig til at blaka teir fremmandu uppreistrarher- menninar, ið høvdu stød i Costa Rica, út úr landinum. Hetta fekk USA at taka sendiharra sín í Costa Rica heim í eina tíð, tí hesir uppreistrarhermenn vóru stuðlaðir av USA at gera álop inn í Nikaragua. VIT kunnu nú spyrja, hvønn tydning avgerðin hjá nobelnevndini at lata Sanchés heidurslønina fer at fáa fyri stødutakanina hjá grannanum fyri norðan, USA, til viðurskiftini í Mið- amerika. Tað er greitt, at heykunum í Washington dámar lítið hesa avgerð- ina, sum helst er beiskur biti at svelgja. Tí friðarætlan Sanchés miðar nettupp ímóti at forða fremmandari uppilegging í vidurskiftini í Mið- amerika. T.v.s. at Reagan forseti fer at hava enn truplari við at fáa góð- kenning frá kongressini at játta upp- reistrardeildunum, sum stríðast ímóti stýrinum í Nikaragua, hjálp. EISINI vit i Føroyum eiga at fegnast um avgerðina hjá nobelnevndini. Tí hóast vit lítið og einki merkja til stríðið í Miðamerika í okkara ger- andisdegi, so eigur tað at vera okkara inniliga vón, at einstøku borgararnir í londunum í Miðamerika aftur kunnu uppliva gerandisdagin uttan at skula vera partur í einum lemjandi stríði. Tað er okkara vón, at henda avgerðin hjá nobeinevndini, henda torpedoin í alla fremmanda uppílegging, fer at fáa åvirkan í ødrum pørtum av heim- inum eisini. Her hugsa vit ikki minst um ta uppílegging, sum Sovjetsam- veldið fremur í grannalandinum Afghanistan. Eisini tann uppílegg- ingin eigur at halda uppat. jamú Nr. 117 — 15. oktober 1987 7 Signar Hansen — SÁSASSSS? — pura einsamallur ung folk s um hem? a faa avgreitt mane at 1 a nóðveldisfloks“ nvegin in rudentå »Eysturoyggin« nr. 19, 21. mai 1987 Datt nú um dagarnar mestsum av tilvild niður á 14. September fyri leygar- dagin 10. okt. Á blaðsíðu 4 síggi eg grein av eystur- oyartingmanninum Sign- ari Hansen, ið hann nevnir »Skulapakkin må koma undan jolum«. Tad var vid ikki sørt av spenningi, at eg fór í holt við at lesa, tí mær vitandi, er hetta júst maðurin, ið var ein hin heitasti tals- maður fyri tí geniala hug- skotinum, at seta eina ser- staka nevnd av ting- monnum at staðfesta teir ymsu nýggju skúlarnar, ið samgongan, ið nú situr, hevði ætlanir um at fáa undan í hesum valskeiði. Tá greinskrivarin er ein, ið soleiðis hevur traðkað nýggjar leiðir í foroyskum skúlapolitikki við skúla- pakkanevndini, skuldi ein trúð, at hann læt nevnd- ina, ið hann sjálvur saman við eðrum hevur peikað út, sleppa at gera sítt ar- beiði í friði og náðum, og ikki órógvaði arbeiði hennara, við í forhond at geva honum eitt lítið íkast úr heimliga. feitilendinum, men sum samstundis gera arbeiðið hjá nevndini at greiða hesi mål enn trupl- ari. Endamálið við pakka- nevndini er jú tað, at hon skal peika út tey steð, har hesir skúlar skulu byggj- ast. Eftir hugsan Signars stendur ikki væl til mill- um tingmenn at fáa nakra semju í lag. Hann sigur m.a.: »Øll hesi skúlamálini hava fingið góða mótteku á tingi, men tað er týðu- liga komið fram, at mein- ingarnar um, hvar hesir skúlar skulu liggja, eru líka nógvar, sum vit eru tingmenn. Eisini í sjálvari samgonguni er ósemjan stor«. At ósemjan er so stór, sum Signar vil vera við, er ikki rætt, ið hvussu so er ikki, tá talan er um Stu- dentaskulan og HF- skeidid i Eysturoy. Vit eru vitandi um at einasta forð- ingin fyri, at hesin skúlin ikki er staðfestur, er Sign- ar Hansen og tann listi- lærdi háttur, ið hann hev- ur vidgjørt hetta málið uppá. Millum eysturoyarting- menn er stórt sæð semja um, at skúlin liggur best á tí staði, har hann nú ligg- ur, meðan Signar fyri ein- hvenn prís vil hava hend- an skúlan inn um kommunumarkið til heim- bygd sína. Kosta, hvat tað kosta vil! Hesa steðu tvíheldur Signar um, hóast bæði ein samd nevnd í Eysturoyar tjóðveldisfelag og ein samd nevnd í Unga Tjóð- veldinum í Eysturoy greitt hava givið sína stødu alment til kennar. Vit í Eysturoy, ið vilja ungdómi okkara væl, fara nú at troyttast av Signari. Vit unna teimum ungu ein nýggjan og tíðarhósk- andi skúla. Ein skúla, ið ikki skal klinkast ella lappast saman við eðrum skúlum, men sum skal standa sjálvsteðugur, sum ein sjålvstødug eind innan føroyska skúlaverk- ið, sum ein og hver hægri skúli eigur at gera og vera. Spurningurin er so bert, nær tað fer at loysa úr botni hjá Signari Hansen, ella nær hann skilir, at hann átti at umboðað alla Eysturoynna og ikki bert ein lítlan part av henni. Karl Thomsen. RÆTTING I samband við grein í Sosialinum seinasta týs- dag um Svend Auken og vitjan hansara í Feroyum í 1988, kom okkurt skeivt fyri. Vit prenta tí seinasta brotið aftur við rætting- um: >Í samband við at Óli Breckmann heitti á Poul Schlúter um at minnast Estrup, sum styrdi i 10 år uttanum RIKISDAGIN, segði Atli Dam i reðu síni á fólkatingi, at hóast hann ikki kendi seg so stinnan í segu, helt hann seg minn- ast, at kongurin tå, Christian tann níggjundi, segði seg at hava svárt við „at skilles fra Estrup og HESTEGARDEN«, tå Danmark aftur gjørdist demokrati i 1901 (System- skiftid), og legði Atli Dam afturat, at hann vónaði ikki, at samanberingin við Schlúter og Estrup merkti, at vit hevdu eina stjórn, sum livdi 100 ár aftur í tíðina.