hósdagur 15. oktober 1987síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
- -
Nr. 117 - 15. oktober 1987
IRF hevur einki oyra
eftir å kistubotninum
— og torir ikki
at biðja um meir
Felagsskapurin hevur nú boðið beton-
arbeiðið út við tómum kassa og eini skuld
upp á 35—40mill. kr.
Myrkaspælið hjá IRF
heldur fram. Hóast IRF-
felagsskapurin nærum
ikki hevur eina einastu
krónu eftir á kistubotnin-
um hava teir, sum stýra
hesum óðamannaverki,
boðið hbetonarbeiðið á
brennisteðini á Hagaleiti
út til innbodna licitatión.
Eitt danskt byggifelag
hevur fingið hetta arbeið-
ið og sekir nú eftir fólki
gjøgnum eina sera løgna
og dulda lýsing. Einki
verður í lýsingini sagt um,
hvar í Leirvík fólki skal
brúkast og heldur einki
verður sagt um, hvat ar-
beiðið umfatar. Hver er
orsekin til hetta kann nú
onkur spyrja.
Oivad er hon at finna í tí
myrkaspæli og ervitis-
skapi, sum hevur ser-
merkt henda felagsskapin
í nú skjótt 10 ár. Ferð eftir
ferð eru teir, sum vænta
sær skjótan letuvinning
av brennisteðini, farnir í
gongd — móti fólksins og
lógarinnar vilja, fyri á
henda hátt at vísa, at hjá
teimum er tað bert ein
spurningur um at fáa ar-
beiðið í gongd, so teirra
kistubotnur kann gerast
enn meira gyltur. Men
»Gud ske lov« finnast fólk
heima á landi, sum duga
at gjegnumskoða hesa
kynisku framferð og hava
steðgað hesum vitloysin-
um. Tað sama kemur
eisini at gera seg galdandi
í Leirvík — verið vísir í tí.
Lánið uppbrúkt
Felagsins roknskapir tey
seinastu árini vísa skill
iga, at tað lánið, sum IRF
fekk loyvi at taka við
landskassaveðhaldi i
Hollandi å heysti i 1981,
altso fyri 6 árum síðani, er
við at vera uppbrúkt. Til-
samans góðar 34 milliónir
blivu tiknar í láni til
henda felagsskap, og í dag
eru bert nekur heilt fá
oyru eftir. Og hver skal nú
gjalda gildið uppá meira
enn 39 milliónir, tá kurs-
tapið er íroknað. Ja, tað
verða ikki teir, sum hava
válkað sær í hesum láni,
men harafturímóti tann
foroyski skattgjaldarin.
Illa m an vera vorðið við
samvitskuni hjá hesum
monnum, tí ikki tora teir
at standa fram í pressuni
og greiða Feroya fólki frá,
hvat veruliga skal til av
peningi, fyri at ein nútím-
ans > brennistød kann
byggjast og rekast. Teir
brúka aloftast formannin í
felagsskapinum til at
skjóta við, meðan teir
sjálvir sita í teirra djúpu
stólum og stoypa kúl-
urnar. Formaðurin hevur
jú onga sum helst hóming
av, hvat hetta projekt fer
at kosta, ella hvussu
langa tíð, tað tekur at
byggja eina tílíka stød,
men sigur ber tað, hann
fær lagt í munnin. Aloft-
ast púra høpisleyst tvætl.
Ruskstevnan í
Norðurlanda-
húsinum
Vóru hesir, sum siga seg
at vera serfreðingar á hes-
um eki so vissis í síni sek,
hví tordi tá eingin teirra
at meta upp á ruskstevn-
uni í Norðurlandahúsinum
í februar í ár? Var tað ikki
legið? Teir vóru jú bodnir
at luttaka ferð eftir ferð,
men komu ikki.
Tekniski ráðgevin hjá
IRF, Eyðfinn Egholm frá
felagnum TEKNOCON,
bleiv beinleiðis júkaður
um at koma at halda fyri-
lestur á stevnuni, men bar
seg undan við-óskiljandi
umberingum.
Eisini juridiski ráðgevin
hjá IRF, Jógvan Páll
Lassen, varð biðin um at
halda fyrilestur. Hann
játtaði í fyrstu atløgu, og
tíð varð avsett til hansara
fyrilestur. Men tá til
stykkis kom, stakk hann
halan millum beinini og
gav avboð.
Hví tordi hvorki annar
ella annar av hesum
monnum at stíga fram?
Er tað ikki undarligt at
hava brúk millióna upp-
hæddir — 2,5 mill. kr. —
til kanning og upplýsing
og milliónir og aftur milli-
ónir til onnur endamál og
so ikki hava tilfar til ein
fyrilestur uppá ein hálvan
tíma? Nei, ikki man
»kanningararbeidid« hava
verið so fruktagott. Og
tað mundi vera grundin til
at hesir »serfrødingar á
ellum ekjum<, sum sam-
bært Niels Paula Daniel-
sen »vistu meir enn nakar
annar um ruskmålid« ikki
ynsktu at fara á pallin og
avdúka at pengarnir vóru
brúktir, men at úrslitini
vóru eingi.
Harragud viti hvat tær
35-40 milliónirnar hjá IRF
eru brúktar til? Vekk eru
tær í ellum førum sam-
bært roknskapin, men tað
undrar mangan hvat tær
veruliga eru brúktar til.
Vegajáttan uppá
4,4 mill. kr.
Fíggjarlógin er nú komin
á borðið, og har eru bert
avsettar 4,4 mill. kr., sum
eru oyramerktar til um-
betan av gamla uppdyrk-
ingarvegnum út á Vík. Nú
man smakkurin = hjá
bygdarráðnum kennast
súrur, nú okkara vakra
bygd bleiv seld til kest
fyri ein Judasar penga.
Fýra milliónir krónur fyri
hetta vakra stað, tað var
alt. Hver skal nú gjalda
ringvegin ella kanska
suðurhavnina úti á Vík,
sum Niels Pauli Danielsen
fyrigyklaði leirvíkingum?
Úr landskassanum kemur
onki oyra. Hetta er fast-
sligið. Har er lok lagt á.
Landsins
figgjarstøda
Alt landið er við at fara á
húsagang. Fiskivinnan
skal brúka 100-vis av
milliónum krónum fyri at
koma aftur á rættkjel. Og
eitt er greitt, at ein brenni-
stød, sum kemur at kosta
120 mill. kr., tá tapini eru
íroknað, ikki kemur at
geva nakað avkast, ið
kemur at hjálpa uppá
tann skinklandi búskapin —
tverturímóti.
Ein brennistød
nokk
Vælsignadu menn.
Gloymið alt um hetta ør-
vitisprojekt i hesum
krepputidum, og latið teir,
sum longu hava keypt
ovn, bodid betonarbeidid
út og tikið lån i útlondun-
um sjålvar gjalda rokning-
ina, um teir halda, at Før-
oya fólk ikki kann liva
uttan eina brennisteð
afturat, sum er púra
óneyðug," nú ein nýggj
brennisteð er komin í
landinum.
Nú er rætta letan hjá
landsins myndugleikum
komin at steðga hesum,
og lata kommunurnar í
IRF byrja eitt samarbeiði
við Tórshavnar Komm-
unu, sum júst hevur bygt
eina brennisteð. Hendan
brennistødin kann taka
ímóti ellum ruski frá fer-
oysku heimunum og eisini
frá ellum virkjunum og
handlunum. T.v.s. kann
taka ímóti ellum brenn-
barum ruski í landinum.
Hetta veit IRF-leiðslan
ógvuliga væl, sjálvt um
teir nú royna at billa
bygdaráðunum runt í
landinum og Feroya fólki
nakað annað inn.
Latið skilið einaferð
vinna á vitloysinum.
Justinus Johannesen
Útvarp Føroya — í eini
broytingartíð — ella?
Ein, ið hevur hug og altíð
hevur goldið útvarps-
gjald, talar. Øll vita væl
av at tann journalistiska
dygdin í UF er í stóran
mun vorðin betri hesi sein-
astu árini, og tað skulu
tey, sum starvast har, fáa
mangt herðaklappið fyri.
MEN innan summi mál í
útvarpinum er tilvildin
meira sjónlig í dag enn
fyri bert 5-10 árum síðan.
— Kvalifikasjónir og evni.
Fleiri av teimum, sum í
dag eru tíðindalesarar,
eru, ja, sagt á ein hampu-
ligan máta, óegnað —
turrislig og uttan tað
minsta av harmoni í sín-
um upplestri. Onkur tos-
ar, sum um viðkomandi
stillar seg á ein reðarapall,
og ein mannafjeld á
200.000 lýður á. Hetta er
ikki neyðugt í einum elek-
troniskum fjølmidli. BBC,
bretski tj6darfjølmidilin,
hevur tidindaskrivarar
(journalistar) og tíðinda-
upplesarar (vælbornar
reddir). Bæði ÚF og SVF
skuldu gjørt sær greitt, at
munur er á hesum báðum.
Mikrofonhungur kann
oyðileggja ein stovn sum
útvarpið, so soldið frá,
kæru menn.
Tónleikasendingar: Tá
ið útvarpið longdi sendi-
tíðina, kom ein floymur av
sokallaðum plátuvend-
arum inn um dyrnar í ÚF.
Tað er nú so lítið skil á
tónleikasendingunum, at
ein tíðum leingist aftur til
tíðina, tá menn sum
Jákup Magnussen, Leif
Láadal, Birgir Kruse og
aðrir ráddu fyri borgum.
Tann tíðin er farin, men tí-
betur er onkur einstakur
av teimum enn at hoyra.
Poppsendingarnar hava
ongan sjálvsteðugan dám,
allar líkjast og málburð-
urin er sum harra gud
veit. Hvat er galið? Er tað
nakað grundleggjandi ella
fáa teir ella tey, sum
kunnu nakað, ov vána-
ligar sømdir? Eg veit ikki,
men steðan, sum hon er,
kann ikki tolast longur av
okkum > lurtarum. Tit
skulu hava stóra tøkk fyri
nakrar góðar sendingar
við eðrum tónleik so sum
kórsangi og klassiskt.
Útvarp Feroya! Tón-
leikur skal framberast og
ikki treingjast inn á fólk,
so hví ikki gera okkum
lurtarum tann beina at
gera so. Fólk eru til, fá tey
framat, men øll til upp-
gávur, tey eru fer fyri.
Menn sum Ove Olsen og
Jógvan Arge t.d. hava
hegni at frambera tíðindi
til okkara og tað skuldu
helst allir teir útvarps-
men, vit gjalda fyri, hava.
Sjónvarp Feroya vil eg
viðgera í eini aðri grein.
Starvsfólkið á SVF er í
hvussu er ikki betur fyri
enn tað í útvarpinum. At
enda vil eg heita á HYGG
OG HOYR í Sosialinum
um at hava okkurt meira
áhugavert úr útvarpinum
og Ssjónvarpinum, t.d.
onkra fitta samreðu.
Hemarin
1
Framhald av síðu 2
Pensionistafelagið hevur
opið hvert týskveld og tá
er dagtilhaldið stongt, sig-
ur Margit, sum leggur
afturat, at enn er alt meira
ella minni fyribils. Terv-
urin vil vísa hvussu
verður við hesum tiltakin-
um framyvir.
Klaksvíkar Kommuna
hevur rindad tær iløgur,
sum higartil eru gjørdar,
og tad er eisini komm-
unan, sum hevur sett fólk
at taka sær av húsunum,
og vera um tey eldru, men
kommunan hevur vent
sær til Almannastovuna
við fyrispurningi um hoin
kann vera við fíggjarliga,
og tað heldur Margit
Joensen, at meguleiki er
fyri.
tór.-
Konteynarar
til solu
NORÐ-TRANS
Tlf. 56269
KJARTAN
DALSGAARD
TRYGGINGAR
UMBODS
STOVA
HOYDALSVEGUR 6
X TLF 1 5222
— har flestu tryggingar
kunnu teknast
0000000000000000000
Avgreidslutidir:
9—12 og 13-16