hósdagur 15. oktober 1987síða 20
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tit ringja — vit >“
Er nakað á vási? — h
Ein spurningur, ella t:ð ii
Vit eru til reiðar!
Einki
gjørt
Innan
enn á
SINNI
Í ár verður tað neyvan, at
Kommunuskúlin í Havn
fær nýtt innbúgu og verð-
ur liðugt umvældur. Byggi-
deildin hjá býráðnum skal
meta, í hverji roð skúlarnir
í Havn skulu hava ábetur.
Lærarar og næmingar í
Kommunuskúlanum i
Havn sleppa at bíða leingi
afturat eftir nýggjum
stólum og borðum, um-
vælingum og eðrum, ið
skúlanum tervar.
Hesi megin jólini verður
neyvan nakað gjørt
afturat i Kommunuskúl-
anum, tí fyrst skal byggi-
deildin hjá býráðnum
savna inn tilfar um,
hvussu nógv er neyðugt
at gera á ellum skúlunum
í kommununi, kostnaðar-
meting skal gerast, og síð-
an skal steða takast til, í
hverji reð skúlarnir skulu
umvælast. Og tað tekur
alt sína tíð.
Øllum skúlunum tørvar
ábetur. Sankta Frans
skúli er tann elsti, og at
umvæla hann kostar fleiri
milliónir krónur. Hvat tað
fer at kosta at gera
Kommunuskúlan í stand,
veit byggideildin ikki enn.
Fyrr setti býráðið á
hverjum ári eina ávísa
upphædd á fíggjarætlan-
ina til hvenn skúlan sær,
men nú skal alt um-
vælingararbeiðið á skúl-
unum fíggjast av somu
konto. Skúlarnir ráða
sjálvir yvir pengum til
dagligt viðlíkahald.
Lærararnir í Kommunu-
skúlanum hava strongt á
fyri at fáa Kommunuskúl-
an settan í stand. Fyri
tveimum árum síðan varð
farið at umvæla skúlan.
Tað kom nýggjur klædn-
ingur og nýggj vindeygu.
Veggirnir vórðu málaðir
innan í fleiri stovum, og
nýtt varð lagt á gólvið.
Men tíðliga í summar
steðgaði arbeiðið, og síðan
er einki hent. Lærararáðið
gekk á býráðið, men tað
segði tað sama. Í juni
mánað vendi Lærararáðið
sær til Landsskúlafyrisit-
ingina og heitt á stovnin
um at virka fyri at fáa ar-
beiðið gjert, men enn er
einki hent. Petur Jakku
Sigvardsen á Landsskúla-
fyrisitingini sigur, at hann
sjálvur annar herfyri var
og hugdi at Kommunu-
skúlanum. Teir vóru
samdir við leiðsluni á
skúlanum og lærararáð-
num, at neyðugt er at seta
skúlan í tíðarhóskandi
stand. Frá býráðnum hev-
ur Landsskúlafyrisitingin
fingið at vitað, at býráðið
ásannar, at åbøtur krevj-
ast, og at byggideildin
skal kanna skúlarnar.
Kann ikki bíða
Lærararnir í Kommunu-
skúlanum eru ótolnir. Teir
halda tað ikki vera ráðiligt
at bíða leingi afturat.
— Kommunuskúlin er
frá 1956 og treingir
álvarsliga til ábetur.
Gamli realskúlin er frá
hinari øldini, sigur Eyðun
Djurhuus, formaður í lær-
araráðnum í Kommunu-
skúlanum.
— Tað er so nógv, sum
má gerast. Alifreðistovan
kann ikki nýtast longur, tí
hon lýkur ikki treytirnar.
Har er eingin útlufting og
tí eru nógvar royndir, ið
ikki kunnu gerast. Wc-
viðurskiftini eru heilt út
av lagi. Tey eru brotin og
ófantalig, so nógv troyst
sær ikki inn hagar, fara
heldur heim. Wc-ini eru
eisini opin á ólavseku, og
tað fer illa við, sigur
Eyðun Djurhuus.
— Tað ringasta er inn-
búgvið. Tá umvælingar-
arbeiðið innan byrjaði,
vórðu nekur gomul skáp
tikin niður. Men einki
kom í staðin. Hverki skáp
ella hillar eru, og tí liggja
bekurnar og rekast í vind-
eygakarmunum og á gólv-
unum.
Skaða ryggin
— Vit mugu hava nýtt
innbúgv, borð og stólar til
næmingarnar. Vit halda
tað ikki vera nakað órími-
ligt krav. Innbúgvið er
skrambu stólabeinini
hava verið brotin og eru
sveisað saman aftur
Nógv er pinnaverk, tí
keypini hava ikki altíð
verið líka væl umhugsað.
Næmingarnir sita eisini á
somu stólum frá 3. til 10.
flokk. Tey yngstu rekka
ikki niður á gólvið, og teir
elstu næmingarnir, sum
eru vaksin fólk, sita
kropin saman. Øll vita,
hverjir ryggskaðar kunnu
standast av tí. Vit kunnu
ikki annað enn krevja, at
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritøkum og
einstaklingum í lýsingaspurningum., Hetta verður |
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
nakað verður rjørt
beinanvegin, sigur Eyðun
Djurhuus.
Petur Jakku Sivardsen
á Landskúlafyrisitingini
er samdur við lærarunum
í, at innbúgvið er niður-
slitið, og at viðurskiftini
mugu rættast sum skjót-
ast.
— Landsskúlafyrisit-
ingin fylgir málinum, og
vit fara at skunda undir,
at Kommunuskúlin fær
tað, honum tervar, sigur
Petur Jakku Sigvardsen.
randi
Uttan sær Kommunuskúl-
in nú ikki so galin út.
Innan
Wc-in
ast, og næmingarnir
stendur verri til.
kunnu ikki bruk
skada ryggin av gomlum
og vånaligum bordum
og stotum
Leiðaraskeið
á Kambsdali
KFUM og KFUK skeið í
vikuskiftinum
Inger Riiskær Christen-
sen, leiðaraskrivari og Ka-
ren Bryld Hansen, skriv-
ari í Keypmannahavn,
báðar frá KFUM&K, eru
komnar til Feroya at hava
skeið.
Skeiðið verður fríggja-
dagin til sunnudagin á
Kambsdali fyri leiðarum í
KFUM og KFUK í Feroy-
um. Fleiri evni skulu við-
gerast. tey fara at tosa um
barna-, ungdéms- og
familjuarbeiði, hvussu
boðskapurin skal berast
víðari, og spel, ítriv og
annað eru eisini á skránni.
Óli í Áarstovu
Verkfreðingarnir eru í
eðini, tí landsstýrið
sekir eftir arkitekti. Eg
haldi teir ganga í ov
trongum skóm.