leygardagur 17. oktober 1987síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 118 — 17. oktober 1987
Heðin Mortensen, ÍSF-forseti:
— Eg havi hálvt ár eftir
sum forseti í ÍSF, og
standi so fyri vali. Men tá
vænti eg ikki at verða
einsamalt valevni, sum eg
havi verið seinastu ferð-
irnar.
— Tí nú mugu tað vera
fleiri góðir menn, sum
fullir av patentloysnum
uppá, hvussu ítrótturin í
Feroyum skal skipast og
stýrast, sum ætla at stilla
upp.
Vit fáa so at síggja tá,
hverjir viga mest á vekt-
skálini. Sjálvandi, koma
aðrar kreftir framat, so
taki eg meg gleðiliga aftur
og gevi sessin frá mær, og
alt tað arbeiði — og tær á-
breiðslur — sum fylgja við
forsetasessinum.
Legði til merkis, at 14.
September, sum kann
reypa av at hava 1-2
ítróttarsíður burturav,
dittar sær at heita á fólk
um at senda inn úrslit frá
ítróttarkappingum. Júst
Fjúrtandi hevur tveir
løntar ítróttarskrivarar til
at gera sama arbeiði. Men
helst eru teir so upptiknir
av at greiða ella misgreiða
Feroya fólki frá um niðan-
fyri nevnda persón, at teir
hava úr at gera við tí. Og
enntá fáa teir hjálp frá
eðrum at taka samanum-
aftur, upp í saman og upp
í saman.
Fyri at gera eina langa
segu stutta, so harmar tað
meg veruliga at verða so
útspiltur av sokallaðum
ítróttarvinum nú ígjegn-
um langa tí, ikki bert fyri
mítt ódugnaliga arbeiði
innan ÍSF, men eisini fyri
mína útsjónd, hvussu eg
eri klæddur og greiddur.
Tað kann ikki vera rætt,
at hetta skal hava nakra á-
virkan á, hvussu arbeiði
mítt verður virt. Ella
hvat? Men tá kjakið ligg-
ur á so lágum steði, so
skal hetta verða seinasta
innlegg mítt í hesum sam-
bandi.
Avmynding
Mín persónur og útsjónd
tykist at upptaka hesar
ítróttarskrivarar mest,
umframt tað, at eg loyvi
mær at taka myndir av
ítróttarligum hendingum,
sum beinleiðis hoyra
undir starvsnevndina hjá
ÍSF og Framá Feroyar.
Hetta kann eftir mínum
tykki bert koma sonevnd-
um ítróttarseguliga áhug-
aðum persónum tilgóðar,
tí kanska verður tað eina-
ferð heitt á teir um at seta
saman minnisrit við
myndatilfari um segu
ÍSFs.
At aðrar nevndir innan
sersambondini ella feløg-
ini ikki gera tað sama,
kann ikki leggjast mær til
last. Eg meti tílíkt at vera
av týdningi fyri eftirtíð-
ina, og hvat ítróttarsegu
sum heild viðvíkur, so
hevur tað m.a. eisini týdn-
ing, at vit m.a. eiga mynd-
ir av Manna Persson sam-
an við ymsum fótbóltslið-
um og Vagni Michelsen
saman við hondbólts-
liðum.
Felagslív
Fyri at venda aftur til
mítt arbeiði innan felags-
lív, sum er tengt at ítrótt-
inum, so hava ávísir
persónar ilt við at góð-
taka, at eg saman við
góðum fólki megnaði at
styrkja og byggja upp
ítróttarfelog í Havn, so
sum Havnar Róðrarfelag
— sum so ofta hevur verið
nevnt — og Tórshavnar
Ítróttarráð. Men tað verð-
ur teirra sak at hava ilt av
hesum — persónliga kann
eg bert síggja aftur á hesi
ár við gleði.
Á aðalfundi í ÍSF í 1980
heittu menn á meg at taka
við forsetasessinum eftir
Jógvan Arge, sum bar seg
undan. Síðani tá eri eg ein-
mælt afturvaldur av øll-
um itréttarfeløgum i land-
inum, so heilt ut av lagi
kann arbeidi mitt ikki
hava verið.
Tað kann heldur ikki
sigast, at eg havi trokað
meg framat forsetasessin-
um, tí eg varð biðin um at
yvirtaka sessin, og síðani
tá havi eg ongan mót-
kandidat havt. Eg taki
hetta sum eina ábending
um, at okkurt, eg havi
gjørt, man vera á góðari
leið.
Ítróttarleiðarar
Eg kenni meg sum ein
ítróttarleiðara, sjálvt um
tað ikki er í sama líki sum
teir, ið venja lið av gent-
um og dreingjum í hell ella
á velli. Eg havi sterstu
virðing fyri teimum, sum
gera hetta arbeiði.
At eg fái skotið í skógv-
arnar, at eg vanvirði hesi
fólk, er lygn, sum so
Ég eigi hålvt år
eftir sum forseti!
mangt annað, ið ført er
fram, síðani eg var so frek-
ur at geva m.a. map og
Dahl aftur av somu
skuffu, sum teir hava oyst
út eftir mær í longri tíð.
Tá er pennurin knappliga
skitin, sum skrivar um
teir, men so er ikki, tá teir
nýta pennin móti mær
persónliga. Skiljið tað,
hver skilja vil.
Út um
landoddarnar
Eg kenni tað eisini sum
mína uppgávu sum ÍSF-
forseti at hyggja fram-
eftir, og út um landodd-
arnar, fyri at okkara
ítróttarfólk kann roknast
við millum tey hjá eðrum
londum. Og her er tiltakið
Framá Feroyar eitt, ið vit
vóru nakrir, sum fingu
upp á beinini, men sum á-
vísir persónar nú royna at
jarðleggja.
Hetta er ein nýggjur
vegur at ganga fyri at út-
vega ítróttinum pening,
sum als ikki ávirkar ella
grípur inn í stuðulin frá
sponsorum til ítróttar-
feløg annars. Tað vita tit,
sum finnast at, væl.
Tí dugi eg ikki at síggja
nakra orsek til at finnast
so harðliga at hesum, og
als ikki dugi eg at síggja,
hví eg sum persónur
verðið blandaður so uppí
hetta mál. Sjálvsagt kunnu
menn vera ósamdir, men
sakligt kjak átti at verið
meguligt.
Men tann miðvísa for-
fylgingin av mær persón-
liga hevur gjørt eitt sak-
ligt kjak ómeguligt, og tí
fari eg í framtíðini ikki at
svara åkoyringum á
hesum steðinum.
Politikkur
Eg kann siga so mikið, at
ongantíð hevur politikkur
verið tikin uppá tungu
millum ítróttarfólkið í
ISF, men bert av uttan-
fyristandandi, eitt nú á-
vísum, sum halda seg til
14. September, og sum
miðvíst hava sáað split,
ítróttinum at skaða.
Sum eg síggi tað, hevur
bert ein flokkur brúkt
ítróttin innan politikk, og
tað er júst Tjóðveldis-
flokkurin, um 14. Sep-
tember umboðar sjónar-
mið floksins. Hetta hendi í
ár, tá júst map fylti ítrótt-
arsíðurnar í 15. Septemb-
er við álopum á meg per-
sónliga, tí eg var uppstill-
aður hjá eðrum flokki.
Persónliga nevni eg
aldri ítrótt við einum orði í
politiskum samanhangi,
og eg meti tað sum ein
borgararætt at standa
innanfyri ávísan flokk.
Oyggjaleikirnir
Men vit í ÍSF hav hverki
hug ella tíð til at spilla
uppá tykkum, sum bert
ynskja eina illsteðu, tí
ómetaliga nógv arbeiði
liggur fyri framman, eitt
nú Oyggjaleikirnir 1989,
sum skulu haldast í Fer-
oyum.
Men kanska er tað júst
fyri at oyðileggja sum
mest undan oyggjaleik-
unum, at hesir ítróttar-
skrivarar leika so í. Hetta
fyrireikingararbeiði er
longu byrjað, og júst
hetta arbeiði kemur helst
at fáa ein veldugan týdn-
ing í viðurkenningini av
Feroyum uttanlands.
Vit skilja als ikki, hví
menn eru so atfinningar-
samir í hesum sambandi,
men er hetta hjálpin, vit
kunnu vænta okkum, m.a.
frá map, sum fornermaður
tók seg úr nevndini fyri
oyggjaleikirnar, so verður
takið tungt. Vert er at
nevna, at allir hinir
nevndarlimirnir uttan við-
merking góðtóku, at
Manni Persson tók seg úr
nevndini. Og tað sigur
ikki so lítið.
Hálvt ár eftir
Eg havi hålvt ár eftir sum
forseti, og standi fyri vali.
Men nú vænti eg ikki at
vera einsamalt valevni,
sum undanfarin ár. Tí nú
munnu tit vera fleiri, sum
ætla at stilla upp — góðir
menn við hópin av patent-
loysnum uppá hvussu
feroyski ítrótturin skal
skipast og stýrast.
Tá fáa vit at síggja,
hver vigar meira á vekt-
skálini. Sjálvandi, koma
aðrar kreftir framat, so
taki eg meg gleðiliga aft-
ur, og gevi sessin og alt
tað arbeiði — og allar tær
ábreiðslur — sum fylgja
forsetasessinum, frá mær.
Eftir ferimuni fari eg tó
framhaldandi at arbeiða
fyri ítróttinum, har sum
brúk er fyri mær.
Allir ítróttarleiðarar
kunnu sanna, at tað fylgir
eitt stórt arbeiði við, og at
tað bert kann avrikast
nakað, um ein fult og heilt
gongur inn fyri tí arbeiði,
ið álagt verður einum.
Heðin Mortensen
Skeið í Halli-
wick svimjing
Skeið í Halliwick svimjing verður í Havn
døgunum 16. —21. november í år.
Skeiðið er ætlað øllum teimum, sum
undirvísa brekaðum fólki í
breiðastu
merking í løtuni, ella kunnu hugsast at
koma at gera slíkt arbeiði í framtíðini —
fyrst og fremst verður hugsað um lærar-
ar, fysioterapeutar, avvarðandi o. 0.
Skeiðleiðari verður Gudrun Gjesing,
barnaterapeutur, frá Pindstrup Centri-
num í Jyllandi, sum hevur sera nógvar
royndir á hesum gkinum, eisini tá talan
er um byrjanarsvimjiundirvísing sum
heild.
Fráboðan um luttøku skal vera ÍSB í
hendi innan 1. november. Max. luttak-
aratal verður 25.
Friloyvi v. m. fyri hesa skeidvikuna,
sum telur 40 tímar, verður viðkomandi
at søkja vanliga tænastuligan veg, eisini
innan 1. november 1987.
Luttakaragjald 300,- kr. fyri hvønn.
Bodast skal frå luttøku innan 1. no-
vember i tlf. 12606 gerandisdagar mill-
um kl. 15 og 17 ella hjå formanninum,
Jógvan Jensen á tlf. 11985.
>
#0
A