Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-10-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. oktober 1987síða 20

‹ fyrra síða allar 20 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? — tvamál? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! IN Lysingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritøkum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. GLA br í RA EAÁ Þ NN Klaksvík fær nýggjan miðbý um 3 til 4 ár Fyrsta byggistig verður útboðið fyrsta dag- in og byrjað verður at planera og fylla út í aprílnæsta ár Gongst eftir ætlan verður um trý ella fýra ár gjørligt hjá klaksvíkingum at ganga undir taki runt vík- ina har nýggja miðstaðar- ekið skal vera. Hetta er nógv fyrr enn nakar hevur roknað við. Tá miðbýarætlanin fyri Klaksvíkina varð logd fram fyri almenninginum fyri umleið trimum árum síðani, roknaðu teir við, at eini 10 til 15 ár fóru at ganga til ætlanin var liðug. Longu nú er fyri- reikingararbeiðið komið so væl áleiðis, at býráðs- formaðurin í Klaksvík, Jógvan við Keldu, heldur Uppskotið hjá Krohn á Hartvig Rasmussen og Tróndi Fugle, arkitekti av nýggja miðbýnum í Klaksvík seg kunna siga, at alt ar- beiðið kann verða liðugt um eini trý til fýra ár. Á byrådsfundi í kveld skal býráðið taka stødu til útbjóðingina í samband við planering og útfylling av midtadarøkinum. Fyll- ast skulu út umleið 12.000 fermetrar av nýggjum eki og so verður farið undir detailprojekteringina. Hendan skal vera liðug í februar, so sleppast kann undir at grava 1. apríl næsta ár. Roknað verður við, at hetta fyrsta byggi- stigið fer at kosta umleið 12 mill., og taka eitt ár at gera. Byggiøki verður einar 12.000 fermetrar og parkeringseki einar 7.000 fermetrar. Fund við løgmålarådid Higartil er bert eitt byggi- loyvi givið á nýggja mið- staðarekinum. Tað er til eitt hotell, men samråd- ingar hava millum annað eisini verið við danska log- málaráðið um at flyta poli- tistødina av sjúkrahús- økinum og á miðstaðar- ekið. Hesar samráðingar vóru í síðstu viku og var semja um hvussu byggj- ast skuldi. Annars skal eisini byggjast eitt ment- anarhús á økinum og har- afturat handils- og tæn- astubygningar. Nógvir handlar hava víst ætlanini áhuga, men samráðingar hava ongar verið millum teir og bý- ráðið. Hesar verða í no- vember. Hvussu hetta verður skipað er enn ikki greitt. Júst hvussu nógv hend- an ætlan kemur at kosta Klaksvíkar Kommunu er ikki greitt. Byýráðsfor- maðurin sigur, at um- framt kostnaðan av byggibúningini kemur kommunan at gjalda helmingin av mentunar- húsinum. Hin helmingin roknar hann at fáa í stuðli frá landinum. Harafturat skal kommunan gjalda sín part av bogagongini. Handlar og aðrir koma at gjalda sín part. Heildarætlan yvir bygningar Samstundis sum byggi- búningin fer fram fyrireik- ar býráðið tað framhald- andi arbeiðið. Felagið Krohn & Hartvig Rasmussen fara nu at gera eina heildarætlan yvir teir bygningar, sum skulu vera á miðstaðar- økinum, soleiðis at bygg- ingin ikki verður tilvildar- lig. Hendan ætlan skal vera liðugt 1. juli næsta ár og roknar býráðs- formaðurin við, at alt ar- beiðið kann gerast liðugt tvey til trý ár eftir at byggibúningin er liðug. Vegur framvið fjøruni Av størri handlum, sum Klaksvikar Kommuna hevur, er umframt mið- staðarætlanina ein vegur frá vestara keigki og runt vánna. Harafturat skal brúgv gerast um vánna, vestanífrá nakað uttan- Fyri trimum árum síðani sýndi Klaksvíkar Kommuna stóru ætlanina fyri almenninginum fyri bryggjaríið og yvir móti ESSO-steðini á eyst- aru síðu. Brúgvin verður um 200 metrar long. tor.-