Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-10-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. oktober 1987síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sæa 70 — Nr. 121 — 24. oktober 1987 Brennistødin í Havn kann Nyggja brennistødin i , Havn klårar at brenna 360 - 380 tons av ruski um vikuna. Rusknøgdin ur Sudurstreymi er 175 tons um vikuna at brenna. Rusknøgdin ur IRF- økinum er av IRF mett at vera góð 200 tons um vikuna at brenna. Nyggja brenni- stødin klárar sostatt at brenna alt ruskið i landinum. Verður helvtin av pappinum og pappirinum fråskilt, minkar rusknøgdin nidur å ca. 300 tons um vikuna. Fara mat- restirnar ikki til brennistødina minkar rusknøgdin nidur å ca. 225 tons um vikuna at brenna fyri alt landid. Henda nøgd kann brennast i nakad minni enn 4 dagar um vikuna. Nýggja brennisteðin í Havn, ið er framleidd hjá Bruun á Sørensen í Dan- mark, kann brenna 2,5 tons av ruski um timan. Hetta svarar til 60 tons fyri hvørt samdøgur, hon brennur uttan steðg. Brennisteðin kann ikki brenna hvenn tann einasta tíma í hverjari viku, men má við jovnum millumbilum leggjast still til reinsan og umvælingar. Brennir steðin saman- hangandi við einum steðgi uppá 2 dagar triðju hverja viku — hetta svarar til brenning í 6,3 dagar um vikuna — so klárar hon at brenna ca. 380 tons um vikuna. Brennir steðin saman- hangandi við einum steðgi uppá 2 dagar aðru hverja viku — hetta svarar til brenning í 6 dagar um vik- una — so klárar hon at brenna ca. 360 tons um vikuna. Rusknegdir í Suðurstreymoy Sambært upplýsingar frá nýggju brennisteðini í Havn, er rusknegdirnar í ellum Suðurstreymi við umleið 15000 íbúgvum 75 tons av húsarhaldsruski og 100 tons frá virkjum, heilsølum og handlum ella tilsamans 175 tons um vikuna Brennitíð Og sum tað sæst av tíð- indaskrivinum, ið brenni- steðin í Havn fyri stutt- um hevur sent út, verða hesi 175 tonsini brend við 80 tíma drift um vikuna. Tað er 16 tíma drift um dagin í 5 dagar um vik- una. Tendrað verður í kl. 8 um morgunin. 1-2 tímar ganga til »uppstart« inntil hiti er komin á. Givist verður við at koyra inn í brenniovnin kl. 10 um kveldi (kl. 22), so menninir kunnu fara til hús á mid- nátt (kl. 24). Tá er ovnurin kelnaður nakað. Hetta gevur eina effektiva brenning í umleið 12- 13tímar um samdegrið. Brent verður ikki leygar- dag og sunnudag. T.v.s. at tann effektiva brennitíðin er 60-65 tímar um vikuna svarandi til 35-39% av tíð- imi. »Gislatøka«: / brennistadarmålinum hava før- oyingar flestir í longri áramál verið hildnir sum gíslar av teimum tveimum ella trimum »smartu« persónunum, sum ímóti ollum viti og skili so fegn- ir vilja »utvega« okkum eina IRF-brennistød. Hvi vita vit ikki, men vit vita nú, at brenni- stoðin á Sandvíkahjalla er gott og væl for fyri at brenna alt tað foroyska ruskið, sum nakað skil er í at brenna. Stórir fyrimunir eru í at brenna samanhangandi, so ein sleppur frá »upp- starti« og niðurkeling i hverjum samdegri. Steðin verður lættari at dríva, slitið uppá steðina verður ikki so stórt og roykdálk- ingin — serliga av dioxin- um — er størst undir »uppstarti« og nidurkøl- ing. Rusknøgdirnar i IRF-økinum Husarhaldsrusk: Sambært renovatións- felagsskapirnar runt um í landinum, eru negdirnar av húsarhaldsruski í øll- um IRF-økinum 11700 posar um vikuna Viðvíkjandi vektini á hverjum ruskposa í IRF- økinum halda vit okkum til vektina pr. posa í Suðurstreymi, ið eftir fleiri kontrollvigingar er funnin til at vera ca. 15 kg pr. posa. Negdin frá húsarhaldunum í IRF- økinum verður sostatt: ca. 175 tons um vikuna Rusk frá virkjum, handlum, heilselum o.ø. Tekniski ráðgevin hjá IRF pf. Teknocon hevur í 1986 gjert meting um, hvussu mikið av brenn- barum ruski kemur frá virkjum, handlum o.ø. i IRF-økinum. Teknocon kemur fram til, at negdin av ruski frá virkjum og handlum í IRF-ekinum svarar til ca. 20% av húsarhaldsruskinum. Hetta verður ca. 35 tons um vikuna Rusknegd tilsamans í IRF-økinum ca. 210 tons um vikuna Rusknøgdir til- samans i øllum landinum Nøgdin av brennbarum ruski fyri alt landid er nøgdin i Sudurstreymoy løgd afturat nøgdini i IRF-økinum: (175 + 210) = 385 tons um vikuna. Tad sæst, at henda nøgd svarar nøkurlunda til ta nøgd, brennistødin i Havn kann brenna, um hon brennur samanhangandi við einum steðgi uppá 2 dagar triðju hverja viku. Samanbering við grannalond okkara Negdin av brennbarum ruski uppá 385 tons/viku fyri alt landið, er tað sama sum ca. 20.000 tons/ár ella umleið 450 kg/ íbúgva / ár. Hetta er nekurlunda sama negd av brennbar- um ruski pr. íbúgva um árið, sum roknað verður við í okkara grannalond- um. Skiljing Bæði Tórshavnar Býráð og IRF hava viðtikið at skiljing skal setast í verk. Hetta fer at minka avger- andi um rusknegdina, ið skal brennast. Papp og pappír: Uttan nakran stórvegis kostna kann pappir leggj- ast saman í buntir. Hetta kann gerast heima við hús við avísir, tíðarrit, reklam- ur o.m.a. Og pappi frá virkjum, heilsølum og handlum kann lættliga pressas saman í ballir. Tað, ið krevst, er ein pressa, ið als brenna alt rusk í Føroyum ikki kostar nógvar peng- ar. Í okkara grannalondum er negdin av pappi og pappíri umleið 33% í vekt av teirri samlaðu negdini av brennbarum ruski. Og helvtin av pappinum og pappirinum — alt tað, sum er reint og turt — verður skilt frá og fer til endurnýtslu. Tað sama kundi verið gjert her hjá okkum. Suðurstreymoy Óvanliga stórar negdir av pappi og pappíri koma á ta nýggju brennisteðina í Havn. Hetta kemst helst av teimum nógvu heilsel- unum og SMS. Mett verð- ur, at upp ímóti 50% í vekt av øllum ruskinum ella eini 80 tons um vik- una er papp og pappir. Um helvtin av hesum bleiv skilt frå í heimunum og á virkjunum, so var hetta ikki minni enn 40 tons um vikuna IRF-økid Um tridingurin av øllum brennbarum ruski i IRF- økinum er papp og pappir — hetta er nøkurlunda tað, sum roknað verður við í okkara grannalond- um — so er hetta ca. 70 tons um vikuna. Verður helvtin fráskild, so er tað 35 tons um vikuna Framhald á síðu 14