Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-10-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. oktober 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26. 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Ábyrgdarblaðstjóri: Utgevari: P/f Sosialurin < Jan Miiller Krisjan Dahi Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith Kalmar Lindenskov Pit Sosialurin P/f Pressan 1981 Fyritaksstjóri: Blaðfólk: Ljósmyndari: Uppseting: Prent: »Glasnost« SEINASTU tidina hava vit hoyrt sera nógv um Sovjetsamveldid í fjøl- midlunum. Orsøkin er lutvist tad »glasnost«, sum nýggi leiðarin Gorbatjov hevur staðið fyri. Og sum — 7" þ. etærslit ag hesum er sediga sein- tingingar, sum hava verið millum leiðararnar í báðum risaveldunum. SERLIGA er glasnostfyribrigdið áhugavert. Vit hava hoyrt nógv um tað, men hvat skulu vit halda. Er her »fupp ella fakta«, sum talan er um? ÁÐRENN vit svara hesum spurningi, skulu vit gera greitt, at vit eru avgjørt ímóti kommunistiskari stýrisskipan, sum vit hava sæð tað í Sovjet. Ein skipan sum kann loyva einum Stalin hava vit alla møguliga orsøk til at vera varin vid. Vit vita eisini, at tá tosað verður um demokratisering í Sovjet, so er tað ikki demokrati í okk- ara týdningi, tosað verður um. Tann altvaldandi >flokkurina hevur avger andi orðið. Og tað verður hann sum slakar teymarnar og táttar í aftur, tá hann heldur, at tað er farið ov langt. HETTA hava vit í veruleikanum sæð fleiri ferðir. Tað sóu vit, tá Stalin doyði. Tá vóru milliónir sleptar úr fangalegum. Seinni varð táttað í aftur, og tá Krustjev kom til varð aftur slakað fyrst, og síðan varð táttað i. Og segan endurtók seg veru- liga eisini við Bresjnev. TAÐ SUM vit hava sæð seinastu árini við Gorbatjov er eitt munandi størri frælsi innan skipanina. Annað úrslit er, at rættuliga nógvir átrúnaðarligir og politiskir fangar eru sleptir leysir. Og hóast langt er á leið enn, so kunnu vit bert fegnast um hvert stig rætta vegin í hesum stóra landi. Vit vita, at framstig í eini slíkari skipan kunnu bert henda stig fyri stig. Og ein orsøk fyri hesum er, at í einum slíkum »konservativum« systemi verða altíð sterkar kreftir, sum eru ímóti broytingum. Og royndir frá t.d. Tjekkoslovakinum og Polen vísa, at ov stórar broytingar geva bakslåttur. EIN spurningur er so, hvussu vit kunnu stuðla hesum glasnostroynd- um. Tað er eingin ivi um, at ein orsøkin til gongdina i Sovjet er fyri at koma í betri orð vestanfyri. Tryst hevur jú í mong ár verið lagt á sovjettisku leiðsluna fyri at fáa hana at økja um frælsið í landi teirra, og eitt úrslit er so »glasnost«. Vit vita, at hjá okkum eru kreftir, har henda gongdin er komin illa við. Tað eru tær kreftir sum hava brúk fyri einum Sovjet uttan glasnost, soleiðis at hetta kann nýtast í vanliga politiska | spælinum. Hesar kreftir hava ongan áhuga fyri vælferðini hjá tí vanliga sovjetiska borgaranum. Heldur er tað hin vegin. FLESTU demokratisku politikarar «meta, at síggja leidaramir í Sovjet, at Aiglasnostepulitíkkurin ikki skapar teimum meira vælvild, so hava teir ein orsøk minni til at halda fram við hesum politikki. Ti hava vit her eitt dømi, hvar sjålvt vit kunnu stuðla einum ødrum fólki at fáa frælsari kor. Hetta umfatar eisini viðurskiftini hjá teimum kristnu i Sovjet, sum vit í Føroyum av náttúr- ligum orsøkum eru upptikin av. Her eru eisini hend framstig. Og her skulu vit bert vísa til blaðið hjá svensku »Slavisk Mission«, sum kallast »Ljus i Oster«. Teir fegnast eisini um gongdina, men við ti fyrivarni, at hon kemur at halda fram. Men blaðið boðar frá leyslating av kristnum, øktum innflutningi av Bíblium og endur upplating av kirkjum. Hetta blað boðar eisini frå í sínum seinasta blaði, at sovjetleiðslan nú viðurkenn- ir plássið hjá trúarlívi í samfelagnum. Og blaðið endar sína grein um hetta mál við eini áheitan um at biðja fyri Gorbatjov, at tað skal eydnast honum at halda fram á hesi leiðini. HER er talan um eina veruliga kristi- liga stødutakan í kristnum anda, sum kanska onnur kund» lært av. HVAT VIT enn halda um politikkin hjá Reagan, so hevur hann nú á- sannað, at neyðugt er við beinleiðis sambandi og viðurskiftum millum risaveldini, og eigur hann at fáa rós fyri tað. Sjålvt tá kaldast var millum leiðararnar í risaveldunum, stuðlaði hann saman við Thatcher einum størri samskifti millum fólkini í Sovjet og teirra londum. Sum td. viðmentunarligum tiltøkum, har fólk hóast politiskan skilna kunnu hittast og læra hvønn annan at kenna sum menniskju. Og allar royndir vísa, at hetta er ein sera effektivur háttur at forða fyri fordómum og intoleransu. Á HESUM eki kunnu vit eisini gera ein innsats her í Føroyum, og vit vita um vinaleg. sum eru knýtt millum russiskar fiskimenn, sum hava verið í Føroyum og føroyingar, sum hava látið hánt um russararæðslu. VIT EIGA at stuðla »glasnost« so frægt sum vit kunnu. Ikki tí vit stuðla nakra kommunistiska stýrisskipan, men tí vit vilja stuðla sovjetiska fólk- inum at fáa størst møguligt frælsi, sum fáast kann við ta skipan, sum har nú einaferð finst. Til Lassa Klein: Nr. 124 — 31. oktober 1987 H nei > 7,7 ÍA Skeiv adressa, ja, nú váttar tú tað endiliga! Tú sigur, at tú ikki hevur sæð brævið frá okkum fyrr enn leygardagin í Dimmu, og at brævið heldur ikki er journalført. Hetta at tú ikki hevur sæð brævið, minnir ikki sert um tær umberingar, tú fyrr ert komin. við. Tá plegdi tað at:Vera at ti onki skilti, men er hetta so, og brævið heldur ikki er journalfert, so er hetta heldur ikki óvanligt. Tað kunnu vit prógva við tað, at tit fyrr hava sent boð eftir årsgomlum brævi frá okkum fyri at fáa tað journalfert. Hetta er sjálvandi ikki uppgávan hjá einum landsstýrismanni, at journalfera postin, men tó sera óheppið, at ein ikki kann vera vísur í at brøv, send til Landsstyrið, ikki kunnu blíva burtur so- leiðis uttan víðari. Men so kemur tað av- gerandi. Tú sigur, at brævið hevur skeiva a- dressu. Hví segði tú ikki tað fyri tveimum árum síðan, tá vit vendu okkum til tín á fyrsta sinni. Um- beringarnar kenna vit og ikki er neyðugt at koma við fleiri, Lassi. At málið hevur verið fyri á landsstýrisfundi, kann eg ikki svara fyri, tí teir eru ikki almennir. Tann fundurin, sum vit høvdu við Landsstýrið saman við eðrum um- boðum fyri tónleikalívið, var, so vitt eg veit. orienterandi fyri báðar partar. Og eg haldi, at tú burdi verið meira at tær komin, enn at royna at billa fólki inn, at eg kundi sloppið við á ein lands- stýrisfund, har avgerðir verða tiknar. Tí tað er nevnliga tað, sum spurt var un. Hevur Landsstýr- ið vidgjørt málið og har- eftir tikið nakra avgerð? soleiðis sum tú hevur sagt. Eg veit tað ikki og Jandsstyrismenn aðrir siga, at málið ikki er við- gjert fleiri ferðir á lands- stýrisfundi. Tú sjálvur hevur alment lovað at gera nakað við málið, og har varð spurt, um tú hevur gjørt nakað og um tú ætlar at gera nakað. Tað svaraði tú ikki uppá. Tú lovaði á pallborðs- fundinum í Norðurlanda- húsinum seinasta heyst, at Landsstýrið var klárt við einum uppskoti at leggja fyri Tingið. Hóast hetta ikki var fyrstu ferð, tú lovaði tað sama, royndi ein at trúgva tær, men nú fer trúgvin at bila, sum tú kanska skilir. Eg tími ikki at reksa teir spurningar, tú slett ikki viðger, upp- aftur, teir standa jú á prenti. Men eitt haldi eg er heilt fantastiskt, og tað er at tú nú sigur teg vera stovnar- an av FUT. Er tað satt, so mátti tú, sum situr í Landsstýr- inum, havt fingið meira burtur úr. Tað hevði eg í ollum førum gjørt, sat eg i tínum sessi. Tað er altíð gott at ynskja okkum tað besta, og takk fyri tað. Men orð- ini hjá einum gomlum sjó- manni renna mær í huga, tá tú gert tað. Hann segði, at tað var gott at hava fittan skipara, men at tað sást aftur á avrokningini, um maðurin var vavskít- ur. Tú heldur eisini, at eg havi hug at gera gjøldur burtur úr málinum, har fert tú skeivur. Eg eins og „allir tónleikarar i Fer-. "oyum, . halda “slett onki stuttligt vera í tí máta hetta álvarsmál hevur verið viðgjert frá tínari síðu, og ikki minni frá hin- um politikarunum. Er nakað komið upp ímillum, sum kundi virkað sum gjøldur, so er tað kanska tað, at ein hevur ilt við at taka teg fyri fult. Viðvíkjandi tínum mánadags vitjunartíðum, so havi eg verið har niðri í Nesinum óteljandi ferðir, ikki bert mánadagar, men aðrar dagar við. Men tað var ikki hugnatos, vit vildu, og tað kom eisini fram, bæði í Norðurlanda- húsinum og í samtalum vit hava havt, men kon- kretar samráðingar, við harav fylgjandi konkret- um úrslitum. Tað er gott at skriva saman í blød- unum, men hevði tað ikki verið meiri kreativt at bjóða teimum, sum fáast við tónleik, á ein fund, har vit fingu at vita um tit vildu gera nakað ella ikki. Heilsan Petur Mohr Reinert. P.S.! Til øll, sum skriva brev til Landsstýrið! Sendið brævið innskrivað, so tit hava kvittan fyri at tit hava sent brævið. Grind! Harra blaðstjóri, ger so væl at hýsa mær hesi greinini. Í gomlum degum var tað ein óskrivað lóg, at grind, sum kom inn ímill- um Stong og Eystnes, skuldi norður í Sunda- lagið, men í dag tykist tað at vera eðrvísi. Nú tykist tað sum um alt skal til Havnar. Grindaformad- urin úr Havn leggur seg fyri grindina við tí fyri eyga, at hon ikk skal norður í Sund, og hirðir ikki at tos við finningar- bátin, hvar grind skal. Tað, sum erkymlar meg mest, er, at sjálvur »Spogvin«, sum dregur hvørt sildagarn og hvørja gåggulinu upp i Sundalag- num, einki vildi gera vid hetta, hóast hann er biðin um tað ferð eftir ferð, men tað tykist vera sum tað gamla orðatakið sigur: ÞAt tað er lætt at rista breiðar álir av annan- manns húð“ tá al menningurin rindar. Men eg vil hervið biðja Jákup Andrias Mohr gera so væl at strika flaggið, Haldið SOSlal áðrenn hann kemur norð í Sund, og um hann ikki ger tað, verða vit aðrir noydd- ir at gera tað fyri hann. Sera ófatiligt tykist tað mær, at grindaformaðurin úr havn kann loyva sær at koma norð á Streymnes- oyruna at nýta tann reið- skap, sum hann ikki torir at nýta í Havn. S.D.H.