Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. desember 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 233 - 4. desember 2002 Fimm sett máttu til, áðrenn Dráttur kundi kalla seg vinnara av dystinum móti Fleyr, ið royndi seg við nýggjum venjara KVINNUFLOGBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Mest spennandi dysturin um vikuskiftið var uttan iva tann sunnudagin í Gunda- dalshøllini millum kvinn- urnar hjá Fleyr og Drátti. Fleyr hevði brúk fyri at prógva nakað, eftirsum liðið vikuna frammanund- an var tað fyrsta, ið hevði tapt móti KÍF, umframt at byrjanin yvirhøvur hevur verið vánalig í vetur. Hetta var somuleiðis fyrsti dysturin við donsku Mette Oht sum venjara, og tí skuldu Fleyr-kvinnurnar eisini yvir fyri nýggja venj- aranum prógva, at dugur var í teimum. Samstundis skuldi Drátt- ur halda fast um góðu gongdina, sum í dystinum frammanundan hevði merkt sigur á ÍF, sum er ein av FM-favorittunum í vet- ur. At bæði liðini eisini royndu at prógva alla sína styrki, fekst sjón fyri søgn. Settini skiftu millum partarnar, og ikki fyrr enn í evstu løtu varð vinnarin funnin, tá Dráttur í fimta setti dró longra stráið og vann 15-12. Hóast Dráttur á pappírin- um skuldi verið sterkara liðið og eisini vann, so hev- ur sigurin vissuliga nógv at siga fyri vágakvinnurnar, ið hava fingið fatur á rætta endanum. Dráttur hevur nú átta stig, og er tvey stig aftan fyri Mjølnir og fýra stig aftan fyri ÍF og TB. Fleyr er við sínum tveimum stigum framvegis botnlið saman við KÍF, men hesin fimmsettarin móti Drátti kundi givið ábendingar um, at vend er við at koma í. Við sigrinum á Fleyr tópku sørvingar seg úr botninum á stigatalvuni MANSFLOGBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Hóast SÍ longu er steypa- finalistur, hevur annars einki borið til hjá sørving- um í ár. Saman við Fleyr hava teir ligið og rótað í botninum, og soleiðis er støðan partvíst eisini enn. Tó fekk SÍ við greiðum sigri á Fram sunnudagin í Sørvági vunnið seg væl úr botninum og fram móti Mjølni og Fram, sum liggja tvey stig ovari. Tí munnu vónir enn vera um eina betri endastøðu, enn tað leingi hevur sæð út til. Unga manningin hjá Fleyr, ið líkist »prügel- knabe« í bestu mansdeild- ini í ár, fekk heldur einki gjørt hesa ferð við SÍ, sum vann settini við ávikavist níggju, tíggju og fjúrtan málum á muni. Fleyr hevur neyvan tær heilt stóru vónirnar til hetta kappingarárið, nú so at siga alt liðið er skift út, meðan SÍ kanska ætlar sær at krúpa hægri. Skal tað bera til, skulu eisini aðrir dystir vinnast, enn teir móti Fleyr, og so fæst at síggja í enda- spælinum, um sørvingar kanska fáa fatur á Mjølnir og Fram. Klaksvíkingar bastu føroyameistarunum úr Fram leygardagin, tá tað ikki gjørdist ordiliga spennandi fyrr enn móti endanum MANSFLOGBÓLTUR Hilmar Jan Hansen ÍF, sum hevði frí hetta vikuskiftið, er framvegis oddalið og væl tað. Tvær ferðir so nógv stig sum næstu kappingarneytarnir hava fuglfirðingar vunnið sær, og eingin sær út til at hótta teir. Tí var tað kanska heldur silvurið, ið dysturin í Hoy- víkshøllini leygardagin var ein forsmakkur uppá, enn ein kapping um gullið. Mjølnir hevði fyrr í vetur vunnið 3-1 á Fram, og tað endurtóku klaksvíkingar sunnudagin í einum dysti, ið at byrja við sá út sum av- greiðsla, men gjørdist spennandi móti endanum. Fyrstu tvey settini vann Mjølnir greitt, men í triðja setti svaraði Fram væl aftur og vann eftir javnbrótara. Spenningurin helt sær eisini í fjórða setti, ið Fram byrjaði betur, men so kom Mjølnir fyri seg og vann tað og dystin eftir enn ein javnbrótara. Sostatt vann Mjølnir seg fram um Fram á stigatalv- uni, har bæði liðini hava seks stig – og eru seks stig aftan fyri oddaliðið ÍF. Hesin munurin verður sjálvandi skerdur munandi, tá endaspælið byrjar, men ikki skerst kortini burtur, at skulu »silvur-aspirantarn- ir« úr Mjølni og Fram gera nakað við ÍF, skal spælast væl og kanska meira enn tað. Kollafjarðarkvinnur, sum fyri viku síðani vunnu fyri fyrstu ferð, fingu ein frammaná frá Mjølni leygardagin KVINNUFLOGBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Liðið hjá KÍF, sum er nýtt í meistaradeildini hjá kvinn- um, var orsøk til ikki so lítið síðsta vikuskiftið, tá tað eydnaðist at vinna síni fyrstu stig nakrantíð við 3- 0 sigri á Fleyr. Eftir tann dystin varð venjarin hjá Fleyr koyrdur frá, so hesin fyrsti sigurin hjá kollafjarðarkvinnum fekk størri avleiðingar, enn mangir aðrir sigrar hava fingið tað. Leygardagin var tað so upp til KÍF at royna eina endurtøku í Hoyvíkshøll- ini, hóast uppgávan í út- gangsstøðinum mundi vera munandi torførari. Og tað vísti hon seg eisini at vera. Mjølnir, ið hevur nógv tað royndasta liðið av øll- um í bestu kvinnudeildini, læt ongantíð KÍF fáa fótin fyri seg, og vann ein sann- førandi 3-0 sigur. Serliga í øðrum setti, tá KÍF bara vann fimm bóltar, var munurin stórur. KÍF var ein skuggi av sær sjálvum, samanborið við dystin móti Fleyr, og tí gjørdist tað kanska eisini í so lætt spæl hjá Mjølnir. Samanlagt yvir allan dystin vóru tær úr Mjølni omaná í øllum lutum, og sigurin var væl og virðiliga uppiborin. Hjá klaksvíkskvinnum var hetta ein dystur, ið skuldi vinnast, eftir at Mjølnir vikuna framman- undan hevði tapt tepur móti oddaliðnum TB. Hetta eydnaðist, og Mjølnir er framvegis við í oddastríðn- um í meistaradeildini, bara tvey stig aftan fyri odda- liðini ÍF og TB. KÍF stríðist hinvegin framvegis í botninum sam- an við Fleyr, og hava tey bæði liðini tvey stig í part. Fleyr-SÍ 0-3 (16-25, 15-25, 11-25): SÍ best í botninum Lutakast hevur verið í steypakapp- ingini hjá kvinnum og monnum, har seks av átta dystum eru beinleiðis uppgerðir millum 1. deildarlið HONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Steypakappingin í hond- bólti er nú komin so mikið langt, at Hond- bóltssamband Føroya hevur havt lutakast um, hvussu spælast skal í fjórðingsfinalunum í Coca-Cola kappingini. Hjá kvinnum eru dyst- irnir VÍF I-Tjaldur I, VB I-Kyndil I, STÍF II- Stjørnan I og Neistin I- StÍF I, og hjá monnum StÍF I-Tjaldur I, KÍF I- Kyndil I, KÍF III-Neistin I og VÍF I-H71 I. Sum sæst, eru tað bara kvinnuliðið hjá StÍF í 2. deild og mansliðið hjá KÍF í 3. deild, sum ikki eru 1. deildarlið, so nak- rar spennandi uppgerðir kunnu væntast standa fyri framman. Serliga er tað hjá kvinnunum, at kanska ber til at vænta sær nógv av dystunum VB-Kyndil og Neistin-StÍF, tí hesi fýra teljast millum teirra, ið royna at gera vart við seg í landskapp- ingini eisini. Hjá monnunum sær tað kanska ikki so spennandi út, men hav- andi í huga, at lands- kappingin hevur havt fleiri óvæntað úrslit, kunnu kanka serliga dystirnir StÍF-Tjaldur og KÍF-Kyndil vera áhuga- verdir. Nú grundspælið í landskappingini nærkast endanum, er dystar- skráin trong hjá flestu liðum, so tí kann roknast við, at flestu av fjórð- ingsfinalunum verða spældar mitt í viku. Hondbóltssambandið hevur boðað feløgunum frá, at fjórðingsfinalurn- ar skulu verða spældar áðrenn sunnudagin 22. desember. Síðsta kappingarár vann VÍF kvinnufinal- una og StÍF mansfinal- una. Fjórðingsfinalurnar í hondbólti klárar Fram-Mjølnir 1-3 (20-25, 17-25, 28-26, 24-26): Mjølnir vann silvurdystin Eftir sigurin á Fram mugu menninir hjá Mjølnir nú takast sum einastu avbjóðararnir hjá oddaliðnum úr Fuglafirði Fleyr-Dráttur 2-3 (16-25, 25-22, 17-25, 25-20, 12-15): Kundi farið báðar vegir KÍF-Mjølnir 0-3 (14-25, 5-25, 11-25): Mjølnir ov stórur biti hjá KÍF C M Y K 16 Nr. 233 - 4. desember 2002 17 17