Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-11-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. november 1987síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— Politikararnir áttu at skilt, at ein stuðulsskipan bert fyri fólk i fiskiidnadinum fer at skaða fakfelagsrørsluna. Tað er ikki til at fata, at teir koma við einum slíkum upp- skoti uttan at hava tosað við fakfelogini, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Foroya Arbeiðarafelag. Feroya Arbeiðarafelag hevur ikki tikið væl ímóti ætlanini hjá Landsstýrin- um um at gera eina fast- lenar- ella minstulønar- skipan fyri fólk á flaka- virkjunum. Nevndin í fe- lagnum er samd um, at ætlanin er illa umhugsað. — Vit hoyrdu sum leysatíðindi, at Lands- stýrið arbeiddi við at gera eina fastlønarskipan fyri flakafólk burturav. Síðan bleiv tað til eina minstu- lenarskipan. — Ongantíð hevur tað verið borið upp á mál í fak- feløgunum at taka ein bólk burtur úr og geva teimum eina fastlenar- ella minstulenarskipan og annars lata hini sigla sín egna sjógv. Tað hevði heldur ikki verið góður politikkur, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Fer- oya Arbeiðarafelag. Hon sigur, at tað heldur ikki er neyðugt við lóg at gera eina fastlenarskipan, ti fastlønarskipan er við í såttmålanum millum Før- oya Arbeiðarafelag og Feroya Arbeiðsgevarafe- lag. Vilja arbeiðsgevarar- nir geva flakafólki fasta len, kunnu teir bara gera tað. — Ein minstulenarskip- an er nakað annað. Tað er ein fjald arbeiðsloysis- skipan. Ætlanin hjá Landsstýrinum er, at hon bara skal vera fyri flaka- fólk, men ta almenna skal figgja, og harvið allir borgarar í landinum. Tað er órímiligt. Vit fara í hvussu er ikki at góðtaka, at ein partur av okkara limum verður tikin burtur úr og settur undir trygd- arnet, meðan hini onga trygd skulu hava. Ein tí- lík skipan hevði sett kílar millum limirnar. Longu nú hava fleiri av okkara limum spurt: Hvat só við Vi hinum, Vinther. Ein grundgeving fyri at geva flakafólki minstulen skuldi vera at lyfta flaka- virkini upp á eitt hægri steði, hevur Vilhelm Jo- hannesen nevnt. Gerið flaka- virkini betri — Tað heldur ikki. Flaka- virkisarbeiðið verður ikki lyft upp á eitt hægri steði við at geva flakafólkinum fasta løn. Tað, sum bagir á flakavirkjunum, er um- hvervið og arbeiðsviður- skiftini. Øl menniskju vilja sleppa undan at vera undir eftirliti hvønn ein- asta tima å arbeidsplåss- inum. Onnur lent verða heldur ikki spurd og lent eftir, hvussu nógv brev tey hava skrivað ein dag, hvussu nógv mál, tey hava vidgjørt o.s.fr. Tí flýggja fólk frá flakavirkj- unum. Sjálvandi er tað eisini ein pengaspurning- ur, tí arbeiðið er ósteðugt sum í fleiri eðrum vinnum. — Hví ikki heldur fáa skil í á flakavirkjunum? Og hví ikki skúla fólkið, sum tey gera td. í Is- landi? Tað hevði verið at lyft flakavirkini upp á eitt hægri steði. Arbeiðið verður ikki betri við at geva fólkinum hægri len, sigur Ingeborg Vinther. Hon heldur tað vera ógvuliga harmiligt. at Landsstýrið ikki fyrst hevur tosað við fakfelog- ini. Eingin av teimum, sum hevur arbeitt við uppskotinum, kennir ar- beiðið á flakavirkjunum, fakfelagsviðurskifti ella sáttmálarnar. Og hetta sæst á uppskotinum. Einki arbeiði av óveðri Minna »nlert P y! Minna heiyvtin a unun- sigur Ingeborg um i Føroya Arbeidarafe- lag arbeidir å flakavirkj- unum. Limirnir i felag- num arbeida annars sum heimahjålparar, å skipa- smiðjum, á sjúkrahúsum, ellis- og rektarheimum, gera jørd- og betongar- beiði. Tað eru bergholsar- beiðarar, og Feroya Ar- beiðarafelag hevur eisini limir, sum arbeiða hjá pri- vatum byggifyritøkum, hjá kommunum, SEV, Landsverkfreðinginum, Telefonverkinum 0.3. Fleiri av hesum sleppa mangan ikki til arbeidis fyri vedur. Hevdi tad ikki verið rímiligt, at ein stuðulsskipan eisini var fyri tey? spyr Ingeborg Vinther. Feroya Arbeiðarafelag hevur í fleiri ár mælt til at sett eina arbeiðsloysis- skipan á stovn. Í mars 1982 heitti felagið á Løg- tingið um at seta niður nevnd umboðandi fak- feløg og avvarðandi stovnar at kanna allar spurningar um arbeiðs- loysi og at umhugsa ar- beiðsávísing og almennan arbeiðsloysisstuðul. Seinni sama ár varð mint á hetta skriv aftur. Í de- sember mánaða í fjør skrivaði Feroya Arbeið- arafelag til Legtingið, at tað hevði frætt gjøgnum fjølmidlarnar, at Lands- stýrið ætlaði at gera eina minstulenarskipan fyri flakafólk. Arbeiðsmarkn- adurin og Þpolitikarar mugu tosa saman um hesi vidurskifti, skrivadi Før- oya Arbeidarafelag. Ikki danska skipan — Vit eru fyri at gera eina arbeidsloysisskipan, sum er fyri øll. Serliga teir borgarligu flokkarnir hava herferð koyrt eina ímóti at fáa arbeiðsloysis- skipan. Tað hevur verið trúttað niður í fólk, at í Danmark fáa fólk pengar fyri at ganga fyri einki, og at tey ikki tíma til ar- beiðis. Fólk áttu at verið so fræg, at tey ikki trúðu slíkum. Ein arbeiðsloysis- skipan er ein neyðloysn fyri fólk, sum ikki fær ar- beiði. Tað hevur verið tos- að um at fingið onkra skipan í fleiri ár, men politikarar ræðast orðið arbeiðsloysisstuðul. Lat okkum so kalla skipanina okkurt annað! sigur Inge- borg Vinther. — Eingin hevur sagt, at vit skulu hava eina danska skipan. Eg skuldi verið tann seinasta at talað fyri tí. Sjálvandi skulu vit hava eina skip- an, sum hóskar til okkara viðurskifti. Vit í Feroya Arbeiðarafelag eru greið yvir at tað ber til, um vilji er til staðar. Vit arbeiða við málinum og ætla at koma við einum uppskeoti. Ingeborg Vinther held- ur, at nógvir vansar eru við uppskotinum, sum Landsstýrið er komið fram við. — Handa skipanin verður nógv bíligari fyri arbeiðsgevararnar. Nú er tað so, at tá lítið arbeiði er á virkjunum, plaga ar- beiðsgevararnir at hava nekur fólk gangandi fyri ikki at missa tey og geva teimum len fyri átta tím- ar. Við hasi skipanini kunnu arbeiðsgevararnir bara koyra alt fólkið heim, tí tey fáa minstuløn. Har- við sleppa arbeidsgevarar- nir við at gjalda 25% av lenini, tað almenna 75%. Framhald á síðu 6 - 7. november 1987 tvi Við Lómsveg í Runa- vík skulu nú byggjast seks tvíhús, t.v.s. 12 íbúðir. Tey, sum hava tekn- að seg fyri hesum hús- um, hava skipið seg í eigarafelag, sum so stendur fyri bygging- ini. Íbúðirnar verða hver einar 100 fer- metrar til steddar. Øll verða nekurlunda líka, men tað verða ikki sniðhús. Tað var annars Runavíkar býráð, ið tók stig til bygg- ingina. Hugskotið kom frá einum arkitekt- næmingi, sum herfyri starvaðist í býráðnum, sigur Dia P. Johanne- sen, býaráðsformaður í Runavík. Arbeiðið við at grava ekið byggi- búgvið verður nú boðið út. Býráðið tók stig til hesa byggingina, tí lendið at byggja á ikki er óavmarkað. Tað fer og gera Seyðurin í Runavík noyðist nú at finna sær annað vetrarbeiti enn teigarnar millum hús- ini. Býráðið í Runavík fer nú at gera endaligu avtaluna við bendur- nar um at vetrarfriða bein. Býráðið heldur tað ikki bera til at hava seyð gangandi í tí tætt bygda økinum, Nr. 127 - Byggja LÅ ikki so nog. sendi til hesi húsini, eini 300 fermetrar fyri hverja í- búðina. Roknað verður við, at hetta verður ein bíligur máti at fáa tak yvir hevdið. Ikki bara tí grundstykkini eru smá, men húsini verða røkurlunda eins, og til- farið kann keypast inn í einum til øll húsini. Sjálvt um bíðilisti er í Runavík eftir grund- stykkjum, er eftir- spurningurin ikki størri enn so, at øll tvi- sethusini ikki eru um- bidin enn. Runavikar byråd hevur fyribils sett seg fyri try teirra, men ætlanin er í hvussu er at lata tvey víðari. Runavíkar býráð er limur í eigarafelagnum við Lómsveg, men bý- ráðið hevur ikki lim i nevndini og hevur tí ikki sterri ávirkan enn onnur á byggingina. randi Seyðurin skal út úr Runavík ferðslan er nógv, og seyður verður ofta yvirkoyrdur. Ætlanin var, at seyð- urin ikki skuldi koma inn á bein aftur í heyst, men avtala kom ikki í lag í góðari tí. Nú skal tað verða, so tá seyð- urin fer út til várs, kemur hann ikki aftur á bein. randi Haldið SOSÍalin = —