Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-11-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. november 1987síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Birgir Danielsen, fiskasolustjóri: Føroyskur fiskur fær hægstan pris Tað er fáfongd at trúgva, at betri prísir kunnu skaffast fyri okkara núverandi voru og tað er uppaftur meira fá- fongt at trúgva, at ein prísirnar. Hetta sigur Birgir Daniel- sen, stjóri í Feroya Fiska- I seinasta numm arinum av blaðnum >Okk ara millum«. Hann vísir á, at sum er fáa vit hægstu prísir á marknaðinum. Fiskaverur úr Norðuratlantshavinum eru annars ikki kappingar- førar í prisi við aðrar verur og harafturat kemur, at vit framvegis ikki liva upp til tey góðskukrev, sum markn- aðurin setir í 1987. Fiskaselustjórin sigur víðari, at vit ikki longur kunnu ugga okkum við, at góðskan hjá teimum vit skulu kappast við, ikki kann vera góðtikin á marknaðinum. Hetta er sega. Hann heldur nýhugsan er tiltrongd innan bæði politikk, stovnsrøkt, iløg- ur, arbeiðsmarknað, vøru- menning og góðsku og sigur, at bæði livifótur, brúkarapolitikkur og í- legupolitikkur má endur- skoðast. Vit prenta oddagrein- ina: „Aftur i ár hevur Fer- oya Fiskasela luttikið í altjóða matvøruframsyn- ing i Køln og á altjóða fiskivinnufundi i Monaco Her hittast keyparar og seljarar av fiskavørum i túsundatali. verða gjørdar um ymisk viðurskifti innan fiski- vinnuna. Viðurskiftini i Norðuratlantshavinum, á okkara leiðum, verða sam- mett við viðurskiftini aðrastaðir runt á knett- inum. Sum ein reyður tráur igjøgnum allar hesar sam- metingar gongur, at fiska- verur úr Norðuratlants- havinum ikki eru kapping- arferar í prísi við aðrar verur og kunnu heldur ikki kappast við fiska- verur aðrastaðir frá t.d. Alaska og Suðuramerika. Ein annar spurningur er góðskan, har vit tíverri mugu ásanna, at sjálvt um stór framstig eru gjørd, so Kiva vit ikki enn upp til tey krøv, sum marknaðurin setir í 1987. Partvis orsakað av teimum krevum, sum tú og eg seta hvenn dag, partvís av biologiskum or- sekum verða grunnarnir í Norðuratlantshavinum ov Metingar hart troyttir, meðan grunnarnir á sunnaru hálvu e: . hava eitt fiski- rikidømi, sum bert vit, sum eru farin um tey 40, minnast aftur á frá Grøn- landi og Newfoundlandi. Ein trolari, sum í Fer- oyum vil fáa millum 2.000 og 3.000 tons av ymiskum fiski, í Íslandi 4.000-5.000 tons av toski, vil t.d. í Suður Amerika fáa mill- um 7.000 og 9.000 tons av fyrsta floks fiski, sum mest minnir um hýsu — sokallaður »hake«. Herumframt skulu vit leggja okkum í geyma, at útreiðslur bæði til kapital, manning, framleiðslu, olju o.s.fr. bert er partur av teimum útreiðslunum, vit eru vanir við. Sjálvt við seluprísum, sum bert eru 60-70% av teimum prís- um, vit eru vanir við fyri somu ella líknandi verur, so er tað í dag lenandi at reka fiskivinnu í td. Suðuramerika. Vit hava higartil uggað okkum við tey eyðkenni, sum okkara fiskaslog hava, eins og vit hava uggað okkum við, at góðskan hjá teimum, sum innanhysis kapping vil okja um vit skulu kappast við, ikki hevur kunnað verið góð- tikin á marknaðinum. Hetta er sega. Vit fáa í dag hægstu prísir á marknaðinum. Í nógvum forum eru prísirnir press- aðir so nógv uppeftir, at sambandið við keypar- ararnar er í vanda. Tað er fáfongd at trúgva, at betri prísir kunnu skaffast fyri okkara núverandi veru. Uppaftur meira fáfongd er tað at trúgva, at ein innanhýsis kapping vil ekja um prísirnar. Innovatión ella nýhugs- an er tiltrongd innan bæði politikk, stovnsrekt, ílog- ur, arbeiðsmarknað, veru- menning, góðsku o.s.fr. Aðalhyrnissteinurin undir framburði er og verður góðskan av tí veru, sum vit framleiða og skulu selja. Livifótur, brúkarapoli- tikkur, — iløgupolitikkur, 0.s.fr. må endurskoðast. Sjålvt um vit hava bygt eitt stórt tal av nýmótans og vælútgjerdum skipum, so er tað neyvan ov nógv sagt, at besta skip í flot- anum fyri manning og reiðarí í dag er 100 ára Nr. 127 — 7. november 1987 Birgir Danielsen, fiskasølustjøri: — Tað kunnu neyvan vera fleiri meiningar um, at tilfeingið, sum vit hava tekt í dag, ikki megnar tað húsarhaldi, sum vit hava sett okk- um sum mál. gamalt. Hetta átti at vera ímóti = ellum náttúru- lógum, men kanska ber hetta okkum boð um okk- urt. Tað kunnu neyvan vera tvær meiningar um, at til- feingið, sum vit hava tøkt í dag, ikki megnar tað húsarhald, sum vit hava sett okkum sum mál. Tað liggja veldugar avbjóð- ingar fyri framman. Ikki minst á hesum øki er tørv- ur fyri innovatión<, sigur Birgir Danielsen í odda- greinini í »Okkara mill- um. Sjálvt um vit hava bygt eitt stórt tal av nýmótans og vælútgjerdum skipum, so er tað neyvan ov nógv sagt, at besta skipið í flot- anum fyri manning og reiðari í dag er 100 ára gamalt. Hetta átti at vera ímóti øllum náttúru- lógum, men kanska ber hetta okkum boð um okk- urt, sigur Birgir Danielsen m.a. í greinini. Skipið, hann sipar til, er Esther úr Klaksvík, og annars sipar hann til okkara nýggju rækju- og svartkjaftaskip 0.0.