Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-11-07, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. november 1987síða 24

‹ fyrra síða allar 24 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? — tvamál? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! 2 Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritøkum og einstaklingum í lysingaspurningum, Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. Ohugnaligur býlingur: »Bumbur« yvir Hornabo ! Tað er ikki lukkuligt at búgva í Hornabe í Havn í hesum tíðum. Tað nógva byggivirksemið merkist hesum leiðum, hóast tað mesta av økin- um í og nærhendis Horna- be er bygt. eisinm á Men teir spreingja so tað forslær. Undirlendið tykist vera so hart, at tað skal nógv dynamitt til at fáa tað upp. Og tað hava íbúgvarnir í Hornabe sannað — ikki bara eina ella tvær ferðir, men ú nærum hvønn dag í fleiri månadir. — Vit liva i ampa alla tíðina og bera ótta fyri, at næstu ferð teir skjóta, so raka teir okkum, sigur ein kona í grannalagnum, hevur heppin, at hon enn er sloppin snikkaleys. Ein onnur kona, sum hevur verið minni heppin, tvær reisur er hol komið á tekjuna og grót komið singlandi inn í húsið, held- ur fyri: — Eg veit ikki, sum verið so hvat vit skulu gera. Her hava vit búð alt lívið og ongantíð fyrr hevur ein gingið við ampa á sær sum nú. Eg veit ikki, um ein verður noyddur at flyta á gamansaldri, áðrenn teir gera av viðein. Jú, skelkurin sæst enn í andlitunum á íbúgvunum í Hornabe eftir tann óvan- liga harða brestin á middegi hósdagin, tá teir sprongdu út fyri nýggjari fiskirannsóknarstovu SESAR vestanfyri an. Skotið varð so hart, at grót fór í allar ættir og fleiri steinar raktu hús og bilar í grannalagnum. Tað eru bert nakrir fáir mánaðir síðan granna- lagið varð herjað av líkn- andi spreinging. Tá var sjómansskúl- bresturin so harður, at stórir klettar endaðu meira enn 100 metrar burturi og settu hol á bæði húsatekjur og kjallarar. Hverki nú ella tá hendi ffakar fólkaskaði, og må tað sigast at vera satt undur. Men ikki er gott at vita, hvussu verður næstu ferð og tískil triðju ferð! jan Spreingingin fyri nekrum mánaðum síðani var meira álvarslig enn henda hós- dagin. Tá endaði hesin kletturin (t.v.) inni í kjall- aranum hjá Hans Eiriks- toft — og hin steinurin (h.m.) endaði í sovikamar- inum hjá stjórahjúnunum á Háskúlanum. So ófatu- ligt tað ljóðar, so hendi eingin fólkaskaði. Hesaferð hendi stórur materiellur skaði, men eingin fólkaskaði. Tó var tað um reppið, at ein steinur rakti eina konu í grannalagnum, sum var í ferð við at goyma seg, tá hon hoyrdi ávaringar- lúðurin. Steinurin rakti bert tveir metrar við síð- una av henni.