týsdagur 10. november 1987síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
RN S0SjalUrin
Nr. 128 — 10. november 1987
Stutt bræv til Jógvan Durhuus, landsstýrismann Í skúlamálum:
Er skúlin danskur
ella foroyskur?
Góði Jógvan
Undirritaði sóknast eftir
eini framtíðarætlan fyri
studentaskular og HF-
skeid, og skal i stuttum
greiða frå hví tað er neyðugt
at hetta mál verður lýst.
1. august 1988 fara danir
yvir til aðra skipan — tann
sokallaða reformin. Sum
Kunnugt nýta vit so gott
sum alla ta donsku skipan-
ina her í Feroyum. Kunn-
gerðir, lestætlanir og rund-
skriv verða í Danmark sett
úr gildi so hvert árgangirnir
gerast lidnir, og annað sett
ístaðin. Donsku próvteku-
uppgávurnar, sum vit nýta,
fara ikki í framtíðini at vera
í samsvar við verandi kunn-
gerðir. Trupulleikar koma
væntandi at stinga seg upp
á ødrum økjum eisini, og
neyvan ber til at liva við tí
gomlu skipanini í langa tíð.
Tað er millum annað av hesi
orsøk bráðneyðugt at tosa
um framtíðina nú.
MIST GRUNDARLAG
Ein onnur orsek til at sókn-
ast eftir framtíðarhugsjón-
um, eru ætlanirnar, sum
neyndar vóru í Miðnámsá-
itinum. Hesar eiga ikki at
vera sleptar nú, men liðugt
Tygum hava tosað um, at
upprunaliga endamálið við
HF-skeiðinum, hevur mist
stóran pat av sínum grund-
arlag. At students og HF-
útbúgvingin eru so nær
skyldar, at tær meguliga
kundu verið samskipaðar
— bæði út frá fíggjarligum
og útbúgvingarligum sjón-
armiðum. Í tí samband-
inum er eisini neyðugt við
framtíðarhugsjónum.
SKÚLAPAKKA-
NEYNDIN
Eisini hava vit hoyrt um
skulapakkanevndina. Tad
er sera umrådandi at fåa
greidi å innihaldi/bygnadi
ådrenn skúlabygningar
verða staðfestir. Sum dømi
kann nevnast, at greiða má
fáast á hver útbúgving fer
at verða boðin 16-19 ára
gomlum norðingum,
áðrenn Studentaskúli verð-
ur staðfestur í Eysturoy.
Hetta er eisini ein orsek til
at sóknast eftir framtíðar-
ætlanum.
Aðrar orsekir kundu
eisini verið nevndar.
MÁTTUR á TILFEINGI
Hevdi tað ikki verið hósk-
andi, at tygum alment
greiddu næmingum, lærar-
um, ja øllum Føroya fólki
frå, hvørjar framtidarhugs-
anir tygum hava um stu-
dentaskúlar og HF-skeið?
Politikarar hava vanliga
eina ætlan, eitt ynski, eina
meining, ein dreym — fyri
at nýta orð Erlends — um
ymisk mál.
Summir politikarar hava
hugsjónir um nekur fá ávís
mál, men sum landsstýris-
maður sjálvandi neyðugt,
at innlit og hugsjónir rokka
longur enn bert til tað eina
málsekið.
Politikarin eigur at ala
fram klárar og týðiligar
hugsjónir.
Men skal hugsjónini
verða lív lagað, má hon lat-
ast í orð, og nágreiniliga
kunngerast øllum áhug-
aðum.
Mátturin og tilfeingið,
sum til skal, fyri at gera
hugsjónina til veruleika,
eigur landsstýrispolitikari
vanliga eisini.
ALMENT BÁKNI
Tað er ti púra greitt, at tørv-
ur er á einum almennu
bákni, tí hetta er framtíðar-
samfelagnum sera viðkom-
andi.
Fyri 30-40% av hverjum
ungdómsárgangi er hetta
beinleiðis viðkomandi.
Rímiligt var, um framtíð-
arkjakið m.a. fevndi um
nakrar av nidanfyrinevndu
spurningum. (raðfylgjan
tilvidlarlig og eigur sjalvast
at leingjast)
1) Tá id hugsað verður um
innihald — hava vit so ein
danskan ella feroyskan
skúla í dag? Hví? Skal
henda steða halda fram?
2) Eftir hverji meginhug-
sjón eigur studentaskúlin at
verða broyttur/mentur
komandi árini?
3) Fer »reformurin« í Dar-
mark at fáa ávirkan á okk-
ara skipan?
4) Hverjar eru hugsjón-
irnar undir nevnda reformi
og hvat halda vit um hesar?
5) Fer studentaskúlin inn á
sitt egna føroyska spor,
hvussu verður so at lesa vid-
ari í eðrum londum?
6) Hverjar
(evnir) skulu næmingarnir
lærugreinir
fáa frálæru í, í einum fram
tíðar studentaskúla?
7) Hvussu trívast føroyskir
næmingar nú so ngovir
danskir lærarar rætta okk-
um eina hjálpandi hond?
8) Hvussu er útlitið fyri at
nekta læraratervin, nú
fleiri nýggir skúlar koma
afturat?
9) Hverjir fyrimunir
vansar eru við »reform-
inum<, grønlendsku skip-
anini, suðuroyaruppskot-
inum, og eðrum uppskot-
um?
10) Danir leggja ikki stu-
dentaskúlan og HF-skeidini
saman? Hví?
11) Eiga vit fyrisitingarliga
orku at bróta upp úr nygg)-
anga aðrar leiðir?
SKIPA DANSIN
Hetta gjørdist longri enn
ætlað.
Av røttum tert
fram, at umsitararnir,
»teknokratarnir«, alt ov
ofta skipa dansin. Hóast
nevndin vónandi fer til
verka skjótast gjerligt,
hevði verið gott um politik-
arin setti skjetil á at greina
og lýsa málið. Mær rennur í
huga hvussu snegt og bein-
rakið Karsten Hoydal við-
ger myndirnar, sum hølast í
myrkri og blindum.
verður
Sálin stødugt i kvøl og
trong
søkir hitt rætta og sanna,
roynir seg sjålva og
stjørnugongd,
havdypasta loynd at kanna,
fær ikki náðir á síni ferð,
so leingi sum fjøld
av myndum
er ikki greind og opinber,
men helist í myrkri
og blindum.
vinarliga
Sámal í Skorini
——————"
Fróðskaparsetur
Førova
Treytað av figgingarjåttan verða hesi
størv at seta á Fróðskaparsetri Føroya 1.
januar 1988.
1 starv sum bókavgrður. Til hetta
starv krevst útbúgving frá viðurkendum
norðurlendskum bókasavnsskúla.
Starvslysing er tók. Starvið verður lent
eftir sáttmála millum Starvsmannafelag-
ið og Føroya landsstyri.
1 starv sum bókasavnshjálpari. Løn
sambært sáttmála millum Starvsmanna-
felagið og Føroya landsstyri.
Umsóknir við provskjølum verða at
senda Fróðskaparsetri Føroya, seturs-
skrivstovuni, í seinasta lagi 10. desem-
ber 1987.
Nærri upplýsingar fáast við at venda
sær til setursskrivstovuna, telf. nr.
15302.
Fróðskaparsetur Føroya,
Debesartrød,
100 Torshavn
|
I
Landssjúkrahúsið
190 Tórshavn
Vegna sjúku eru 2 sjukrasystrastørv leys
at søkja fyribils i 1 mánaða, við møgu-
leika fyri longri setan.
Talan er um fulltidarstørv á deildu-
num E3, heiliråd/ger. deild og A2, fødi-
deild.
Størvini verða at seta sum skjótast.
Umsókn skal sendast til: Fyristoðu-
kvinnuna á Landssjúkrahúsinum, 100
Tórshavn
Maskinmaður
Sekt verður við hesum eftir manni at
rækja maskinur og amboð kommununn-
ar og eisini at kunna gera rørarbeidi.
Argja kommuna,
Postrúm 2000
FR-165 Argir
Tlf. 129 34