týsdagur 10. november 1987síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 128 — 10. november 1987 É
==
John Egholm
og Kyndil
Í Ítróttarsosialinum sein-
asta leygardag skrivaðu
vit um, at John Egholm,
ið leikti við Kyndli ímóti
H71, ikki fekk spæliloyvi
soleiðis at hann kundi
leika við H71. Steðan var
nevniliga tann, at John
Egholm vandi við H71
líka til dysturin móti
Kyndli skuld leikast.
Nakað áðrenn blaðið fór
til prentingar, ringdi
hondbóltsleikari inn til
okkum, og segði, at John
Egholm hevði fingið
»ordrar« til antin at leika
við Kyndli ella eisini fekk
hann ikki spæliloyvi.
Tað er meguligt at vit
hava málborið okkum
skeivt. Í hvussu so er hev-
ur formaðurin í Hond-
bóltssambandi Feroya
biðið okkum um at rætta
hetta beinanvegin. For-
maðurin, Niels Nattestad,
sigur, at John Egholm nú
spælir eftir teimum treyt-
um, ið lógirnar fyriskipað,
og vísir til grein 8 í kapp-
ingarreglunum, sum eru
soljóðandi: Allir ieikarar
kunnu flyta frá einum
felag ti lannað aftan á at
ein feroyameistarakapp-
ing er liðug.
Flyting frá einum felag
til annað skal verða frá-
boða HSF. Skrivlig um-
sókn um spæliloyvi skal
vera HSF í hendi fyri 1.
apríl og fyri 1. september.
Henda umsókn skal vera
undir skrivað av leikara-
num, ið ynskir at flyta og
nevndarlimi í nýggja
felagnum.
Flytir leikari til annan
bý ella aðra bygd eftir
framman fyri umreddu
freistir, kann hann tó fáa
spæliloyvi fyri nýtt felag
eftir 30 dagar.
Nýtt spæliloyvi verður
bert givið leikara um við-
urskiftini millum hann og
gamla felag hansara eru í
lagi.
Formaðurin og
skrivstovumaðurin
Niels Nattestad legði ann-
ars afturat, at hann helt
tað ikki vera meira enn
rímiligt, at vit settu okk-
um í samband við seg ella
skrivstovumannin hjá
HSF, áðrenn tílíkt verður
skrivað, tí, sum hann
segði, skrivstovutíðirnar
hjá HSF eru greitt settar í
Hondbóltsskipanina.
Her kunnu vit bert
leggja afturat, at vit settu
okkum í samband við
venjingarskúlan fyri at
fáa fatur á Niels Natte-
stad, men eydnaðist hetta
ikki. Vit fóru síðan niðan í
ÍSF-húsið, har skrivstov-
an hjá HSF er, fyri at fáa
fatur á skrivstovumanni-
num. Vit vóru i ISF-husi-
num ta tid, sum sambært
kappingarskipanini åtti at
verið avgreiðslutíð, men
" har fingu vit tey boðini, at
. »eingin avgreiðsla verður í
dag.«
Gdm-
SPA sosialurin
Loysa loystar trupulleikar ella binda
bundnar troyggjur
Yvirskriftin ljóðar helst
flekt, men er ikki annað
enn dagsins nakni veru-
leiki. Fyri minni enn
tveimum vikum síðan
hoyrdu vit Lassa Klein,
landsstýrismann siga, at
nú var flogmálið loyst. Og
hver er so loysnin sum
landsstýrismaðurin tosar
um?
Ikki eru meira enn nøk-
ur og 20 ár síðan reglulig
flogferðsla kom í lag mill-
um Feroyar og umheim-
in. Ikki kann sigast annað
enn, at menningin á hes-
um øki hevur verið stór 1
mun til ta tíð, sum gingin
er síðan byrjað varð. At
henda menning innan
loftsambandið er farin so
skjótt fram kemst av tí
fíggjarliga føri sum Dan-
air hevu havt og framveg-
is hevur. Tænastusteði hjá
Danair er og hevur verið
av tí besta. Leysliga mett
flytur felagið um 60.000
ferðafólk árliga til og frá
Føroum. Flestu av hesum
eru helst glað um ta tæn-
astu sum Danair veitir.
Men hóast hetta góða
samband, sigst Lassi
Klein nú at hava »loyst«
flogmálið (???). Ella
sagt við eðrum orðum:
Loyst eitt loyst mál. Eitt
sindur ilt er hjá okkum
vanligu borgarum at skil-
ja hvat tað er sum lands-
stýrismaðurin hevur
loyst í flogmálinum. Tann
einasta »loysnin« her er
at síggja, er at flogferðsl-
an nú verður loyst frá ein-
um figgjarligt sterkum
flogfelag, og skal sidan
leggjast i neimsins min-
sta »flogpartafelag« við
einans 2 mill. kr. i parta-
peningi (t.v.s. kr. 33,33 pr.
flutt ferðafólk árliga). Og
so hava landsstýrið og
Flogsamband enntá
klandrast um hver teirra
skal eiga mest av teimum
51% sum feroyingar skulu
eiga.
Úrslitið av hesum nýgg-
ja felag í flúgvingini uppá
Feroyar kann valla gerast
annað enn ein útarmandi
kapping (um ikki Danair
legur undanhobning
ráða) har føroysk/danska
pinkulinga flogpartafe-
lagið er tann gjerdi tapar-
in. Havast má í huga, at
samlaði partapeningurin
í hesum „nýggja flogfe-
lag« Svarar til tær inntøk-
ur føroyaflågvingin hevur
uppå einar 3 - 4 dagar. So
har er ikki nógv at standa
í móti við. Tekur Danair,
sum er eitt væl etablerað
felag, kappingina upp, so
eru 2 mil. kr lítið at
standa ímóti við.
Nei, álvaratos Lassi,
loys heldur óloyst mál. Tú
ert í ferð við at rekja eina
liðugt tevda troyggju upp.
Minst til: Tevdur tráður
kann vera ringur at binda
uppaftur. Tí skulu míni
vinarráð vera: Loys held-
ur úr lagdi har tað veru-
liga er neyðugt.
Adolf V. Hansen
Niels Nattestad,
formaður í HSF
Síða 75
Vit selja
ítróttarmyndir
Tey, ið
ynskja at
keypa ítróttarmyndir
frá Sosialinum, eru
vælkomin til hetta
Kostnaðurin er alt
eftir stedd v.m. á
myndini. Tit kunnu
bíleggja við at ringja
til Sosialin, tlf. 11820
og tosa við Grækaris
Lystiliga prentar
| estra |
i Gøtu, tlf. 41085
KJARTAN
DALSGAARD
UMBODS
TLF 1 5222
har flestu tryggingar
kunnu teknast
Avgreiðslutíðir
9—12 og 13—16
Glasnost på dansk
Man behøver ikke at kunne russisk for
at følge med i det nybrud, både internt og udenrigs
politisk, der præger Sovjetunionen i dag
Tidsskriftet
fakta
Sovjetunionen |
giver hver måned en overskuelig dækning af d«
vigtigste begivenheder på dansk
Få ct gratis prøvenummer
ved indsendelse af denne an-
nonce eller telefonisk hen-
vendelse til:
Årsabonnement - 70 kr. Uddannelsessøgende
arbejdsløse og pensionister — 35 kr.
Vind en rejse
Tegn en ny abonnent, evt. dig selv, på kuponen i
prøvenummeret — så har du chancen for at vinde en rejse
til Sovjetunionen og mange andre flotte præmier.
|
Fakta om Sovjetunio: cn,
Ekspeditionen, Vestager-
vej 7, 2100 København Ø.
Tlf. 01 20 04 44
|
|
Soc
ert
A UN
eee
0 Pe