Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-11-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 1987síða 20

‹ fyrra síða allar 20 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Er nakað á våsi? — Ivamál? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! Hugskotið kom við koksborðið — Tað sær út til at ganga hjá okkum, sigur Maria Madsen, ein av systrunum á sjoko- látuvirkinum Solitude á Stykkinum Eitt úrval av sjokolåtu- vørunum, sum tær gera á Stykkinum Tær tríggjar systrarnar frá vinstru: Maria Madsen, Harda Dolum og Hildigarð Petersen Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. — Tað var meira at læra, enn vit hovdu væntað, sigur Maria Madsen 16 tímar er ikki óvanligur arbeiðsdagur á nýggja sjokolåtuvirkinum Solitude á Stykkinum. Enn í hvussu er. Virkið er ikki meira enn fýra mán- aðar gamalt. Tær eru tríggjar systr- ar, sum eiga virkið, Hildi- garð Petersen, Harda Døl- um og Maria Madsen. Eingin ávís orsek var til, at tær stovnaðu sjokolåtu- virkið. Tær hevdu tosað um ymiskt, og ein dag tær allar sótu við køksbordid, kom hugskotið til sjoko- látuvirkið. Áðrenn virkið byrjaði í summar, vóru tvær teirra í ødrum arbeiði. Ein hevur framvegis annað starv, og hon er so bara á virkinum um kveldið og um viku- skiftið. Hinar báðar ar- beiða heilan dag á Soli- tude og út á kveldið við. Tær hava ikki onnur fólk í arbeiði. Onkur hevur tó hjálpt teimum við at pakkað, og bókhaldið hava tær fingið onnur at taka ábyrgdina av. Áðrenn tær kundu byrja, var ein teirra eitt skeið í Danmark og lærdi. Síðan hava tær havt fólk úr Danmark og vegleitt tær allar tríggjar í arbeiði- num, og tær hava sam- band við ein mann í Dan- mark, sum fyrr hevði sjokulåtuvirki. Hann kunnu tær altid heita å, um trupulleikar verða. Tilfarið til sjokulåtuna er belgiskt men keypt í Danmark. Einki av tí fæst i Føroyum. Tær gera nógv ymisk sløg av sjokulåtu- verum, bæði í myrkari, ljósari og hvítari sjoku- látu. Enn hevur ikki staðið á hjá teimum at fingið selt, so goymslan er lítil og eingin. Alt fer gjøgnum heilsølu. — Henda tíðin upp undir jól er óivað tann besta, men annars sær tað út til at fara at ganga hjá okkum, sigur Maria Mad- sen. Í prísi eru tær førar fyri at kappast. Virkið heldur til í einum sethúsakjallara, ið er inn- rættaður til endamålid. Tær hava keypt fleiri maskinur, so ílegurnar vóru stívliga eina hálva millión krónur. randi — FERDSLUTRYGD