Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-11-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 26 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn fh, /rgdarbladstjåri: PH Sosialurin Jan Miller Krisjan Dahi Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith ; Kalmar Lindenskov Pit Sosialurin P/f Pressan 1981 Utgevari: Fyritaksstjóri: Blaðfólk: Ljósmyridari: Uppseting: Prent: ————— Varskó! SEINASTU árini hevur Fiskivinnu ráðið á hverjum ári skipað fyri einum fiskivinnutingi. Hvert år eru evnini ymisk. Hesaferð er heitið á tinginum »Fåa vit sum frægast burtur úr fiskastovnun- um?« Tingið verður í Norður landahúsinum nú leygardagin og millum luttakararnar eru bæði fiskifrødingar, fiskimenn og polit- ikarar. Lagt verður so sanniliga upp til eitt bæði spennandi og av- gjørt neyðugt orðaskifti. SO KUNNU vit spyrja, hví tílíkt orðaskifti er neyðugt! Í tíðum, har flakavirkini fáa minni og minni av fiski, har skipini heldur ikki fáa nokk av fiski til at fáa endarnar at rokka saman, er spurningurin, um vit fáa sum frægast burturúr okk- ara fiskastovnum sjálvsagdur. Tað er í tøkum tíma, at hann verður settur. BÆÐI Fiskivinnuráðið og okkara fiskivinnufrødingar hava ferð eftir ferð ávarað móti at byggja fleiri skip til heimaleiðirnar. Víst hevur verið á, at fleiri skip merkja ikki meira fiskur. Tverturímóti vísa royndirnar og hagtølini, at tað er beint øvugt. Nidurstødan er einføld: vit hava fingið fleiri skip — veiduorkan er okt — men vit hava fingið minni fisk upp á land. Hagtølini sýna okkum, at samlaðu fiskanggdirnar, ið eru komnar til lands, eru minkaðar seinastu árini. Bæði fiskifrød- ingar og Fiskivinnuráðið hava mælt og mæla framhaldandi okk- ara politikarum til í fyrsta lagi at steðga tilgongdini av nýggjum skipum til heimaleiðirnar og har- næst at minka um verandi flota, sum er vorðin ov stórur. HVUSSU hetta verður gjørt er so ein politiskur spurningur. Í hesum sambandi kann nevnast at myndugleikarnir hava sett ymisk tiltøk í verk fyri at steðga og minka um veiðitrýstið. Einki nýtt skip inn í flotan uttan at eitt »gamalt« fer úr flotanum. Hetta er so ein leið, men vit vita, at slík skipan er ikki fullfíggjað, ti at nýtt skip kemur inn fyri gamalt merkir oftast, at nýggja skipið verður oddagrein enn meira effektivt og verður tað harvið við til at gkja um samlaðu veiðiorkuna. Nú hevur landsstýr- ið so tikið enn eitt stig, og tað er sokallada kondemneringsskipan- in, har 40 mill. kr. eru settar av á fíggjarlógini til teir, sum vilja taka skip síni úr flotanum frívilluga. Slíka skipan kenna vit úr Noregi. Men spurningurin er framvegis: munar hetta nóg mikið til, at vit aftur fáa eina meira náttúrliga javnvág millum forrentingina av flotanum og eina javnaðari til- gongd av fiski til flakavirkini! EIN annar spurningur, og kanska heldur ikki minni åhugaverdur, er, um vit duga nóg væl at fáa tað vit fiska til sættis uttan at nerva stovnarnar. Tað er nevniliga einki loyndarmál, at fleiri av okkara mest effektivu skipum brúka stóran part av fiskitíðini rætt og slætt til at sortera undirmálsfisk fyri harnæst at tveita hann fyri borð aftur. Tel sum fleiri túsund tons av slíkum fiski, ið eru farin í aftur havið, hava vit hoyrd nevnd. UM HETTA er veruliga stødan: at stórur partur av tí fiski, sum okkara fiskiskip — trolararnir ser- liga — veiða, verður tveittur fyri borð aftur og harvið doyr og tí hvørki kemur okkum ella endur- nýggingini av stovninum til góða, so er tíðin komin, har onkur má rópa varskó. VÓNANDI verður hetta fiski- vinnuting tí ikki bara eitt tamt hugnaprát, har tað bara verður langað út eftir okkara politik- arum. Teir eiga sína stóru ábyrgd, men tað hava teir, ið skipini eiga og reka so sanniliga eisini. Hvat sigur Vaktar- og Bjargingartæn- astan, sum ska! hava eftirlit við veiðini? Hon finst ikki millum lut- takararnar á Fiskivinnutinginum, og tað er tískil at vóna, at umboð hennara kortini Norðurlandahúsið henda dagin. Tað kundi hent, at brúk var fyri teirra ráðum og metingum eisini. eru so mikið vaks, at tey leita sær niðan í Jógva Við vón um eitt gott fiskivinnu- ting. Árhus 30. okt. 87 „Her eru feroysku tidind- ini í Danska útvarpinum. Góða góðu menn«. Hesi orð hava ljóðað i nógv ár, og tá man sum eg — og nógv við mær — eru niðri í Danmark undir út- búgving, ja, so gleðir man seg til tey bæði kvøldini, tá Jógvan Arge leggur rødd til teir 20 min. við foroyskum tíðindum, ið vit hoyra um vikuna her niðri á flatlondum. Ella sagt uppá ein annan máta — eg gleddi meg ia fyrstu tíðina. Men nú? Ja, tað eru sikkurt nógv við mær, sum slett ikki seta á Pl tyskvøld og friggjakvøld; tí at tíðindini siga einum so lítið, at tað slett ikki loysir seg at lurta. Tað er tað sama vit hoyra hverja ferð. Vit gleða okkum at hoyra nýtt heiman frá, men tað einasta, ið Jógvan finnur av nýggjheitum, er nýtt um skip og fisk — hver, ið hevur keypt nýtt skip — dag, lands- Nr. 129 — 12. november 1987 hver er farin á húsagang hver hevur tikið yvir o.s.fr. Ikki nokk við tí, men hann brúkar eisini minst helvtina av tíðini til at for- telja okkum um, hvussu nógv teir ymisku bátarnir fiska har heima. Tað ber ikki til, at tað ikki finnist annað tilfar at senda niður til okkum, sum kann upplýsa okkum um, hvat hendir heima í Feroyum. Tað er gott at fáa eitt sindur at vita um bátar og fisk, ren at brúka tað mesta av teim fáu minuttunum, ið vit hava — tað haldi eg spill av tíð, bæði hjá okkum og útvarpinum. Eg haldi ikki, at tað er mín uppgáva at koma við uppskotum til ein pro- fessionellan = journalist, men hvat við at fortelja okkum meira um, hvat hendir úti á teim ymisku bygdunum, ymiskar »gerandisdags« nýggj- heitir, ítrótt, meira um politikk (eisini alt tað býtta, sum Óli B. ger, n Arge og vánaliga tíðindasendingin í DR bæði har heima og niðri hjá Schliiter). Vit sakna eisini meira »kulturell« tíðindi — fortel okkum um allar tær føroysku bekur- nar, pláturnar og yrkinga- gt søvnini, sum jú verða út- givin í hópatali o.s.fr. 0.s.fr. Stutt og greitt, Jogvan — fortel um dagligdagin i Føroyum (eisini um fisk og båtar — men måti skal vera við øllum ...) Hví kagar tú, Jógvan, ikki í blødini og finnur o! sum kundi havt okkara áhuga. Ella ert tú so bundin av útvarpinum, at el! tíðindini skulu vera tykkara egnu útvarps- tíðindi. Um so er, og tað havi eg varhugan av, tá ríður tú lágt, tá hugsar tú meira um teg sjálvan og útvarpið enn um hvat vit, sum eru í Danmark og einki vita, kundu ynskt okkum at fingið at vitað heimanfrá. kurt XKUTT, Ein føroyingur undir útbúgving (i Århus) Sundstein og Breckmann Í lesarabrævinum sein- asta týsdag undir um- redda heiti kom nakað skeivt fyri og kann gera, at lesarin misskilir mein- ingina. ; Ístaðin fyri: »I 1980 segði Sundstein: — Eg kann heldur ikki standa aftanfyri tann sosialist- iska dámin, sum skrivingin hjá Óla stundum hevur verið merkt av …« ; skal standa »I 1980 segdi Sundstein: — Eg kann heldur ikki standa aftan fyri tann RASIST- Og aðrastaðni i brævin- um stendur: »Paradoksalt nokk so er tad just Oli Breckmann, russisku keisararnir, kinesisku aðalsmenninir og Heili Selassi og hansara kundar, sum skapa gróðrarlíkindi fyri kommunismu«. Har skal fyri orðið kundar standa »HUND- AR«. Bladstj.- Rætting i samband vid greinina hjå Ola Jacobsen i Sosial- inum tysdagin undir yvir- skriftini »Hvat hevur »politikarin Mortan« gjørt?« kom okkurt skeivt fyri. I blaðnum stóð: »Nu er tað so, at Mortan hevur ongantíð verið valevni og stillari hjá javnaðarflokk- inum ...“ Rætta orðingin skal vera >Nú er tað so, at Mortan hevur ONKUN- TÍÐ verið valevni og still- ari ee | Blaðstj.-