Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-11-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. november 1987síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Skal sita tvær vikur afturat Akæruritið móti tí 23 ára gamla dananum, sum hevur sitið í varðhaldi nú í ein mánað, skuldsettur fyri svik, er ikki skrivað enn. Tí bað åkærumynd- ugleikin í gjár Føroya rætt um at longja varðhaldstíðina við tveimum vikum. Hetta gjerdi rætturin og verjin hevði onga viðmerking. Skuldsetti var ikki hjástaddur. Åkærin, Finn Ougaard, segði, at hann góðkendi at skula sita 14 dagar afturat, meðan leg- reglan ger seg lidna við kanningarar- beiðið. Hetta er rættiliga stórt arbeiði, tí í heil- um koma nýggj brot í ljósmála, tann ungi danin skal hava framt. — Síðani seinast (30. oktober, bl.m.) hava vit funnið try viðurskifti i Dan- mark og fýra í Fer- oyum upp á tilsam- ans 100.000 kr., segði Finn Ougaard í rætt- inum í gjár. Sambært kanning- um legreglunnar í Feroyum, Danmark og Noregi skal mað- urin hava svikað fyri yvir eina millión. Hvussu stórt enda- liga talið verður, fæst at vita, tá ákæruritið er skrivað. Sorinskrivarin heitti á ákæran um at hava ákæruna klára tann 27. november, tá skuldsetti aftur skal fyri rættin. hd - dagin. Ein 28 ára gamal dani kleiv ikki í tvey, tá hann fyrrapartin í gjár var til grundlógaravhoyring i Føroya rætti. Hann vildi ikki so frægt sum siga sorinskrivaran- um navnið hjá sær. Hann lætst als ikki um vón, tá hann varð spurdur. Danin varð handtikin, tá hann kom til Leirvíkar við Ternuni kl. 11.15 hós- Hann er skuld- settur fyri fleiri innbrot og stuldur í Klaksvík hós- náttina og fyri eitt inn- brot 3. september. Rætturin fongslaði hann í tvær vikur. Verjin hevði onga viðmerking til hetta. Ákærin, Finn Ougaard, upplýsti, at maðurin er skuldsettur fyri fýra inn- brot í handlar í Klaksvík hósnáttina, har hann skal hava stolið tilsamans um- leið 4.800 kr. umframt nakrar gamlar seðlar á tí eina staðnum. Somuleiðis heldur løg- reglan orsek vera til at skuldseta mannin fyri eitt innbrot í Klaksvík 3. sep- tember í ár, har 20.000 kr. blivu stolnar í einum handli. Sama dagin setti skuld- setti 6.000 kr. å konto i Føroya Banka i Havn og tveir dagar seinni keypti hann ein bil i Havn fyri 7.000,- kr. i hondina. Heimleysur Løgreglan veit heldur ikki nógv um hendan mannin, tí hann sigur heldur ikki orð, tá hon avhoyrir hann. Navn og feðingardag hevur hann kortini upp- lýst. Legreglan í Havn kann- ast tó við hann, tí tríggjar ferðir, í juni og september, er hann tikin í B71 og B72 á Landssjúkrahúsinum, har hann hevur sovið í kjallaranum. Maðurin er heimleysur og hevur fjakkað i Føroyum nakrar mánaðir. Finn Ougaard upplýsti, - bj - Prinsipielt eigur Sjónvarpið ikki at vera við í ráð um ella nevndum, har fólk kunnu fáa upplýsingar, tey ikki sleppa at brúka sum tíðindi, sigur Jógvan Asbjorn Skaale, sjónvarpsstjóri. at rætturin í Herning tann 26. oktober í ár demdi tann 28 ára gamla mannin í tríggjar mánaðar fongsul fyri eitt nú stuldur. Helst er hann so farin aftur til Føroya stutt eftir hetta. hd Óli einasti útlendingur við — tá Fiskimannafe- lagið í Hetlandi helt 40 ára hátíðarhald Nú um dagarnar kundi fiskimannafe- Hetlandi „Shetland Fishermen Association< halda 40 ára stovningar- dag. Einasti útlending- ur, sum var hjástadd- ur hátíðardagin var Óli Jacobsen, formað- ur í Feroya Fiski- mannafelag. Umframt hann var eisini formaðurin í norska fiskimannafe- lagnum boðin við. Men hann metti ikki. lagið í Tilvild Tað var mestsum av til- vild, tann 28 ára gamli danin varð handtikin fyrrapartin hósdagin. Hann var á veg til Leir- víkar við Ternuni. Um borð var eisini sýslu- maðurin i Klaksvík, Karsten Hansen. Hann skuldi okkurt erindi til Havnar. Fleiri innbrot hevdu verið í Klaksvík tá um náttina og sýslumaðurin fekk illgruna til hendan mannin, hóast hann ikki samsvaraði við ta lýsing, tvey vitni høvdu givið løg- regluni í sambandi við innbrotini. Karsten Hansen sigur, at hann tók mannin inn í bilin hjá sær beint áðrenn Ternan kom til Leirvíkar. Og hann fann skjótt prógvini, at illgrunin var ikki av leið: danin hevði uppi á sær nakrar gamlar pengaseðlar, stolnir vóru í tí eina innbrotinum tá um náttina. Karsten Hansen tók mannin við sær aftur til Klaksvíkar og seinni hós- dagin fóru teir so til Havnar við honum, har hann varð settur í varð- haldið. hd SVF vil ikki vera við í AIDS-ráði 14. november 1987 — Eftir at hava havt eina á- heitan frå landsstyrinum liggjandi í fýra mánaðir, hevur SvF nú avgjørt ikki at tilnevna umboð í eitt AIDS-ráð. Útvarpið hevur heldur ikki tilnevnt nakað umboð. Í summar, tann 10. juni, skrivaði landslæknin til landsstýrið og mælti tí til at skipa eitt ráð, sum „skal vera ráðgevi hjá før- oysku myndugleikunum, teim landspolitisku, kommunal-politisku = og eisini fyrisitingini um til- tek móti AIDS og sum saman við landsstýrinum skal samskipa ráðgerð- irnar móti AIDS í Fer- oyum«. Landsstyrid helt hetta vera gott uppskot og fyri skjótt fýra mánaðum, ella 17. juli, bað Jógvan Dur- huus, landsstýrismaður, nakrar almennar stovnar og eitt felag tilnevna um- boð í hetta ADIS-ráð. Hetta hevði skund, skiltist, og freistin var 14 dagar. Sjónvarpið sigur nei Nú skriva vit 14. novemb- er og enn er onki AIDS- ráð. Orsekin: Útvarpið og Sjónvarpið hava ikki til- nevnt nakað umboð. Og Sjónvarpið fer heldur ikki at gera tað, varð avgjert á starvsfólkafundi hós- dagin. — Vit eru prinsipielt ímóti, at Sjónvarpið ella fólk tess fara upp í ráð og nevndir, sum hava propa- gandistiskt endamál, sig- ur sjónvarpsstjórin, Jógv- an Asbjern Skaale. — Sum journalistar kunnu vit ikki liva við at fáa upplýsingar, okkum verður álagt ikki at bera víðari. Slíkari tvísteðu kunnu vit ikki vera í. Vit mugu sleppa at brúka alt, sum vit vita og fáa at vita. Jógvan Asbjørn Skaale leggur tó dent á, at upp- skotið um eitt AIDS-ráð er í lagi og hann vónar at SvF fær gott samband við hetta ráðið. Jógvan Arge í Útvarp- inum sigur, at har fara tey fyrsta dagin at viðgera málið. Landsstýrið hevur til- nevnt Hegna Debes Joen- sen landslækna, sum sítt umboð í AIDS-ráðið. Heilsu- og heimasjúkra- systraskipanin hevur til- nevnt Brynhild Daniel- sen, landsskúlafyrisit- ingin Helenu Dam á Neystabe og Feroya Blað- mannafelag Beate L. Jen- sen. Tilboð og ålønt Landsstýrið segði í bræv- inum 17. juli, at tað er eitt tilboð at tilnevna fólk í ráðið og arbeiðið er tí ólent. Meðan vísindafólk og onnur i eðrum londum við sveittabroti royna at finna ráð móti AIDS- smittuni, sum breiðir seg skjótt, eru føroyingar nak- að seinir á sjóvarfallinum. Til demis eru gingnir fimm mánaðir, síðani landslæknin setti fram uppskot sítt um eitt AIDS-ráð. Og enn er ráðið ikki skipað og enn minni farið til verka. AIDS-smittan er í Fer- oyum og higartil er hon staðfest hjá fimm fólkum her. Í eðrum londum eru fá í iva um, at rætt er at hava samstarv við fjølmidlar- nar í bardaganum móti AIDS. Og tað er, sum tað skilst, eisini ætlanin í Før- oyum. Men ikki øll hava álit á fjølmidlunum. Týskveldið skipaði Feroya deildin hjá Dansk Sygeplejerád fyri stórum fundi um AIDS í Norðurlandahúsinum, har m.a. læknar, lærarar og politistar vóru við. Sosialurin spurdi, um vit ikki kundu senda fólk á fundin. Svarið var nei, hetta var ein fundur á fakligum steði! hd