Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-11-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. november 1987síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 130 — 14. november 1987 ri reri Sunnudag: kl. 12.00: Gudstænasta úr Hvalbiar kirkju Jónsvein Bech, prestur, ørædikar 1920- og 30-árini hava verið merkisár, hvat við- „víkur kirkjubygging í Feroyum, tí tá vórðu so nógvar kirkjur bygdar sum ivaleyst ongantíð fyrr í so stuttum tíðar- skeiði. Her skulu vit bert nevna tær báðar, sum fyri stuttum hava rund- að tey fimti árini, Árna- fjarðar og Tjernuvíkar kirkju. Ein onnur bygd, sum fekk nýggja kirkju í hes- um tíðarskeiði, var Hvalbøur. Har hevði tó kirkja verið framman undan, men hon stóð aðrastaðni í bygdini. Nú- verandi Hvalbiar kirkja er bygd í 1930, og tað var Jens Mortensen av Tveroyri, sum stóð fyri byggingini. Av virðis- miklum lutum, sum í kirkjuni eru, kunnu vit nevna altarsilvurið, sum enska stjórnin gav sum tekk fyri, at hvalbingar í 1901 bjargaðu og jarð- aðu líkini av manningini á trolaranum >Saint Bernhard«, sum strand- adi har suduri. Hvalbiar kirkja fekk pipuurgu i 1968. Hon er uppå fimm stemmur, og bygd av I. Starup og Søn. Tann Hvalbiar kirkja, sum var frammanundan hesari — hon stóð úti i Skálum — varð bygd í 1859, og arkitektur var danin J. H. Nebelong. Sunnudagin á middegi sendir útvarpið guds- tænastu úr Hvalbiar kirkju, har Jónsvein Bech, prestur, prædikar. Sunnudagur kl. 13.40: Hetta er triðja og sein- asta sendingin á hesum sinni við Fuglafjarðar Gentukóri. Hóast vetrarligt er, so er summardámur yvir skránni hjá kórinum. Tær leggja fyri við sanginum »Séljan« við orðum eftir Frits Jo- hannesen og syngja ann- ars tríggjar aðrar yrk- ingar hjá Frits. Vit »S6lja, tú ert mína hoyra tveir sangir við orðum eftir Hans Andri- as í Áarstovu >Ég hoyrdi tína redd< og »Kvøldbøn«, og kórið syngur tvær yrkingar hjá Aleksandur Kristiansen >Vegguljóð< og >Páskaljóð<. Frits Johannesen og Jógvan á Lakjuni eru kórleiðarar. III TIKI ss ss. SKO DDP DDRS PPP 0000 000....... PD … alt 00 . . . . . ” . eð; st. . . . . 229. poØGPGP GPL PP PL PP DA HEP ARDEN PP PE PPP PP PA tíðindablaðið Sunnudagin kl. 15.55: »Meg minnist« Í hesari og tveimum komand sendingum hittir Niels Juel Arge Poul Joensen Poul við Garð Leirvík I hesum fyrsta pro Týsdagur kl. 20.00: »Opus 16 úr Søllerød« Vit skulu hoyra klaver- konsert av Grieg. Grieg er úr Noregi, og hann komponeraði hesa kon sertina, meðan hann var summarfrí i einum summarhúsi í Søllerød. Týsdagur kl. 16.05: Skála, Vit hoyra eisini tón- leik eftir Stravinsky og Krommer Martin leggur rættis. Mouritsen sendingina til Ungdómssendingin »Vitin«, blaðið hjá næm- ingunum á Feroya Stu- dentaskúla og HF-skeið er komið út aftur. Blaðið hevur ligið stilt síðan 1985, men nú hava so næmingarnir avgjert at fáa útgávuna í rættlag aftur. Í sendingini tosa Pet- ur Mohr og Dånjal við tríggjar av næmingun- um um endamálið við einum studentablaði. Í sendingini skulu vit eisini hitta belgisku gentuna Noele, sum hev- ur búð í Suðri í eina tíð. Noele gongur á Suður- oyar HF-skeiði, og i sendingini skulu vit hoyra hana greiða frá ymiskum viðurskiftum heima, og siga sína hugs- an um Feroyar. Barnaútvarpið Sunnudagin 15. november kl. 10.03 Hans Jacob Hermansen lesur 7. part av seguni »Kring jørdina í kavbåti«. Jon Hedin Tréndheim stendur fyri ti tekniska. Månadagin 16. november kl. 18.00 Astrid Lindgren hevur skrivað nógvar barnabøkur, og fleiri eru týddar til foroyskt. Barnaútvarpið fer at tosa um nakað av ti, hon hevur gjørt. Mikudagin 18. november kl. 18.00 Vit skulu hoyra 8. part av »Kring jørdina i kavbåti«. Í desember mánað sendir Barnaútvarpið hvønn dag, og tá verður søgan »Kring jørdina i kavbáti< bert send sunnudag. Fríggjadagin 20. november kl. 18.00 Barnaútvarpið hevur fingið hópin av brevum, og verða brevini lisin upp fríggjakveldið. Vit skulu eisini hoyra plátur. Síða 13 MIKUDAGUR Kvinna á veg í templið at ofra Dagbók úr Fjareystri — 4. sending Mikudagin kunnu lurt- ararnir fylgja Margret Mortensen og Janus Petersen tað seinasta strekkið á ferð teirra í fjareystri. Vit fylgja teimum á eini strævnari bussferð við knøunum uppi undir hekuni oman gjøgnum Thailand til gamla handilsbýin Penang í Malaysiu, har indarar, kinverjar og malayar liva saman í besta trivnaði. Síðani gongur leiðin niðan í frumskógina á oynni Sumatra í Indo- nesiu. Mitt uppi á oynni liggur risastóra Toba- vatnið har eitt serligt fólkaslag, Batakkarnir, liva við teirri heilt ser- ligu mentan. Fyrr vóru teir kendir sum hervi- ligir ránsmenn og mannaátarar, men eru í dag meiri friðarligir og hava skapt eitt av teim fáu kristnu samfeløgun- um í fjareystri. Men teirra kristindómur er tillagaður teirra viður- Batak hús á Sumatra skiftum og líkist ikki heilt okkara. Janus og Margret vóru í kirkju og sóu hvussu nógv kirkju- gongdin líkist tí tú sært millum tey svertu í USA við inniligum gospel- sangi, tárum, gráti og látri. Ferðin endar á oynni Bali, sum ofta hevur verið nevnd Paradís á jarð. Fólkið er milt og vinar- ligt við óvanligum lista- gávum. Mitt á oynni í mentunnarmiðdeplinum Ubud er tempulfestival- ur. Glæsiliga skrýddu íbúgvarnir ofra stórar gávur í templinum, gitni gamelantónleikurin ljóð- ar í hverjum heraðs- horni, og á pallinum dansa vakrar gentur Legong-dans og 100 menn tann óhugnaliga trancu- og eld-dansin. Áðrenn tey fara av aftur oynni, eydnast tað Janus at síggja hvussu eitt gosfjall sær út uppi á toppinum.