Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-11-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. november 1987síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 ÁA Eingin maðkur hjá okkum Nú skuldi verið sloppið, sigur Jákup Eidesgaard, bóndi á Eiði Fólk við kjeti hangandi í hjallinum, hava verið lítið fegin um lýðkuna og væt- una í heyst. Tað er maðka- veður, og summi lata illa at. — Hjá okkum er tað á góðari leið. Eg havi ikki sæð maðk, og av hýggi er lítið og einki á kjøtinum, sigur Jákup Eidesgaard, bóndi á Eiði. — Og nú tindarnir eru farnir at hvítna, skuldi verið sloppið, sigur hann. Men skuldi tað hent, at maðkur kom í kjetið, veit Jákup Eidesgaard ymisk ráð. Eini ráðini eru at leggja krovið í ein plastikkposa og trýsta alla luftina úr posanum Tá koma maðkarnir út, tí teimum vantar súrevni. Ein annar máti er at spræna edikavatn inn í hverja rivi á kjøtinum — tá fara maðkarnir eisini. Henda mátin hevur Jákup Eidesgaard roynt. Edikur- in smakkast ikki at. Seyðurin á Eiði var hampuliga góður í ár, men ikki so góður sum sagt verður frá sunnanfyri, sigur Jákup Eidesgaard. Eingin gróður kom fyrr enn eftir ólavseku, og tí kundi skurðurin ikki blíva betri, enn hann gjerdi, sigur hann. randi Oll eru ikki lika fegin um tað lýggja heystið. Nogva- staðni er maðkur komin í kjøtid, serliga í sunnara parti av landinum. Hesin hjallurin í Haun slapp tó undan Nr. 131 — 17. november 1987 Sundaberg við bryggju í Klaksvík — júst aftur komin úr Barentshavin- um Avstað aftur í næstu viku Sundaberg komin aftur við 240 tonsum Sunnumorgunin kom salt- fiskatrolarin Sundaberg hjá Kjelbro í Klaksvík heim aftur úr Barentshav- inum, har teir hava roynt í tríggjar mánaðar. Túrurin royndist stak illa. Teir hevdu ikki meira enn 240 tons. Hinir trolararnir hjá Kjelbro, sum royna í Ba- rentshavinum, Skálaberg og Nónhamar, fiska líka lítið. Nónhamar skuldi í gjárkveldið fara út aftur úr Álesund, har hann hev- ur verið og umvælt maskinskaða. Skálaberg roynir heilt har eysturi. Í seinastu viku fekk hann 15 tons. Sjálvt um lítið er at fáa í Barentshavinum, hevur Kjølbro ongar ætlanir um at gevast við fiskiskap- inum har. Sundaberg landar hesa vikuna, og longu næstu viku fara teir avstað aftur. Desember mánaður plagar at roynast frægari, og vit mugu bert vóna, at teir fáa nakað, sigur Svend Thulesen, stjóri hjá Kjølbro. Árið i ár hevur roynst nógv verri enn í fjør hjá teimum trimum trolarun- um. Tilsamans hava teir fingið eini 2500 tons minni, sum í pengum svara til einar 60 mill. krónur. Sjålvt um trolararnir hjá Kjølbro ikki fiska tað sleppa við, sigur Svend Thulesen. Ein stórur part- ur av manningini er ungt fólk, og teir allar flestu fara við túr eftir túr. stóra í ár, stendur ikki á at randi fáa fólk. Tað er bíðilisti at } | æ = Samstundis sum fólka- fólk flytur til. Tað eru talið í Fuglafirði veksur skjótt, lækkar miðalald- urin á fólkinum. Síðan á nýggjárinum er fólkatalið vaksið við fýra prosentum, frá 1637 fólk- um upp í 1700. Fimm hús verða bygd á stykkjum, sum kommunan seldi fyri nekrum árum síðan inni í bygdini, og úti á Kambs- dali standa 6-7 hús í gerð. Veksturin í fólkatalinum stavar m.a. frá, at nógv familjur, har ofta annar parturin er úr Fuglafirði, og tey hava búð í eðrum kommunum, og fólk, sum hava verið uttanlands. Fyri nekrum árum síðani minkaði fólkatalið. Miðalaldurin á fólkinum í Fuglafirði er nú 27 ár. Fyri hálvum triðja ári síð- an var miðalaldurin 28 ár, upplýsir Fuglafjarðar kommuna. randi