Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-11-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. november 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Torshavn | Utgevari: Abyrgdarblaðstjóri Fyritaksstjóri: P/f Sosialurin = Jan Miiller Krisjan Dahi Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith Kalmar Lindenskov P/f Sosialurin P/f Pressan 1981 Blaðfólk: Ljósmyndari Uppseting Prent: At fáa meira burtur úr NÚ HAVA vit aftur havt tað árliga fiskivinnutingið, og so er at spyrja hvat ið kom burtur úr? Hetta fiskivinnutingið var ødrvisi enn tey undanfarnu á tann hátt, at hesaferð vóru tað veiðumenn sjålvir, ið høvdu framløgurnar. Soleidis at vit fingu at vita frå monnum, sum høvdu royndirnar, hvussu teir mettu støduna. TEIRRA royndir vóru eisini, at tað var minni fiskur til, og at tað var neyðugt at spíla seg meira út fyri at fáa nakað burtur úr. Her eru fiskimenn á einum máli við fiski- frødingar, og spurningurin er so, hvørji ráðini eru. OG fiskimenn komu sjálvir við tveimum møguleikum. Annar var at lata fiskin liva longri, so hann hildnaðist betur, tá hann varð veiddur, og hin var at fáa meira burtur úr fiskasløgum, sum higar- til hava verið koyrd fyri borð aftur. TAÐ tykist sum at tann mest nærliggjandi møguleikin fyri at verja fiskastovnin er at økja um meskastøddirnar. Hetta hevur fiskivinnuráðið mælt til í fleiri ár og royndir aðra staðni frá siga eisini, at hetta er tann frægasti håtturin at verja ungfiskin. Kanska verður veiðan nakað minni í fyrsta umfari, men sum frá líður skuldi tað komið aftur við rentum. Sum tað skilst kann roknast við tvørpolitiskari semju um hetta, so her skuldi ikki verið nakað at drálað við. SÍÐAN varð nevnt at vit eiga at fáa meira burturúr fiskasløgum, sum nú verða blakað út aftur. Og varð her nevndur stinglaksur og langasporl. Orsøkin til at tey ikki verða tikin er tí eingin marknaður og tískil eingin prísur fæst fyri hann. Men her eigur tað almenna at taka um endan. Vit vita jú, at so leingi eingin vøra er kann ikki roknast við at fiskasglan ger sær ómak fyri at selja hana. Tí kundu vit t.d. skotið upp. at landsstýrið tryggjar skipum ein ávísan av- reiðingarpís fyri tey fyrstu td. 1.000 tonsini, sum verða landað. Síðan skal latast øllum sølu- felagsskapum i landinum upp i hendur at selja vøruna. Hevði ein slik roynd eydnast, høvdu knapp- liga vit havt eitt iskoyti til verandi veidu, sum kanska kundu gjørt sítt til at bøtt um støðuna. Vit fingu jú at vita á fiskivinnuting- inum, at tað kundi vera rættuliga fitt av hesum fiskasløgum í trol inum. MEN trupulleikin higartil hevur eisini verið tann at í tann mun prísur hevur fingist fyri t.d. langa- sporl, hevur hesin verið so lágur, at lítið og einki hevur verið eftir til prís, tá útreiðslurnar á landi eru farnar frá. Viðvíkjandi langasporli er tað so, at her er ein ávísur marknaður fyri skráskorið langa- sporl. Her kundi hugsast tann møguleiki, at manningin umborð skráskar langasporlið beinan- vegin umborð. Hetta vildi merkt nógv minni útreiðslur á landi og tilsvarandi hægri prís. NÚ vit hava so nógvar svart- kjaftanevndir kundi kanska verið eitt hugskot at sett eina lítla langasporla og stinglaksanevnd, sum so kundi komið við uppskoti til landsstýrið um mannagongd á hesum gkinum. Tann peningur, sum varð nýttur her kundi skjótt komið nógvar ferðir aftur. Og kom hann ikki aftur, vóru vit í hvussu er tað klókari. ANNARS mugu vit harmast um at sjálvt eitt fiskivinnuting skal verða nýtt til slíkt ábyrgdarloysi sum Dagblaðið vísir í síni odda- grein í gjár. Tað er ein erlig sak um ein ivast í fiskifrødingum. Men fyri 117. at fortelja fólki, at veidda tonsatalið av føroyingum er økt úr 30.000 t. í 130.000 t. sein- astu 13 årini uttan at fortelja at veidan hjå utlendingum er mink- að tilsvarandi, er nú ein grov vill- leiðing. Kanska kundi hetta bent á, at tilráðingar hjá fiskifrøding- um eru betur undirbygdar enn hesar kreftir vilja vera við. TAÐ er í hvussu er ein veruleiki, at síðan 1983 hevur ein okt veiði- orka ikki kunnað økt um samlaðu veiðuna. OG hetta er ein veruleiki, sum eigur at fáa ansvarligar kreftir at kenna sína ábyrgd, og tað ivast vit ikki í, at tær eisini gera. HER eiga vit eisini at hava í huga tilráðingina frá okkara best roynda snellumanni undir Føroy- um. Hann metti at við ávísum til- tøkum kundi snelluveiðan gerast meira lønandi. Ein slíkan møgu- leika eiga vit heldur ikki at lata fara frá okkum. 4 "> Til nólsoyingin Ova Joensen Sum tú helst veitst, so ert tú tann førovingur, sum eina sterstu virðing hevur átt millum landsmenn okkara. Hetta er sjálvsagt ikki av tilvild, tí bragdið tú gjørdi var av slíkum slag, at eingin annar í minnilig- ar tíðir hevur so frægt sum vágað sær at hugsað um nakað tílíkt, tíans- heldur framt tað stórverk at rógva einsamallur úr Føroyum til Danmarkar. Vit høvdu farid skeiv av tær, um vit hildu, at tu mestsum gjørdi hetta fyri at vinna pening. Hetta hevdi ikki likst tær, og til at fremja slikt bragd skal til enn gomul og góð verdslig morgirigheit. Nei, til tílíkt krevst klettaføst trúgv á, at sjálvt tað ómeguliga ber til hjá tí, sum veruliga setir sær nakað fyri. At útreiðslur standast av slíkum tiltaki er vitu- ligt. Eisini at tú við hes- um eisini hevur mist van- liga innteku eitt tíðar- skeið. Men hvat tú annars hevur fingið burturúr ferðini annað enn ta stóru frei um at hava framt bragdið, veit eg ikki, men annað og meira eg vóni, at tað reiðiliga ger út fyri útreiðslurnar og mistu inntekuna ann- ars. Um ikki, so er tað spell. Men um so skuldi verið, so havi eg ilt við at skilja, at hetta undirskot kann kastast eðrum fyri enn teimum, sum undan ferð- ini segdu seg vilja fíggja hana. Eins stórt spell er kanska tað, at áhaldandi inntekurnar eftir lokna ferð, kanska ikki gjørdust tað, sum væntað, men hetta var ikki annað enn * roknast kundi við, tá álitið í hesum inntekum bert skuldi vera leyslig og hálvhjartað lyfti frá van- ligum kraddara< um hetta ella hitt — og sjálvsagt TA og endaliga UM tað hóvaði teimum til ta tíð. Men fyri tað ert tú fyri feroyingum flestum al- samt sama reystmenni, og vita skalt tú eisini, at henda virðing fyri tær ikki verður skerd um tú ikki einsamallur kanst halda lyfti títt til nólsoyarbern um handa góða svimjihyl- in — væl at merkja, um tú ikki fært hasar 1,2 - 1,5 mill. fyri bátin. »snusfornuftigum Nytt stuttsøgusavn eftir SUM RAVNAR Hestoy UM DEYDSEYD Fæstum alt landið Og fært tú handa peng- an frá útlendingum fyri hjartaliga til- lukku við tí og sel hann av landinum í hesi lagaligu letu, um so er, at tú ikki kanst fáa meira fyri hann frá ødrum útlendingum. Men at reka framundir, at landsstýri okkara mest- sum skal hava skyldu til at gjalda nærum tað sama fyri bátin fyri títt persón- liga og »rørandi« lyfti til nólsoyarbern skal kunna ganga út, er einki minni enn SKAMMILIGT og ger okkum øll, sum vilja tær og nólsoyingum tað besta, ikki sert bilsin. Víst fer báturin onkun- tíð at hava sítt seguliga virði og víst hevði tað ver- ið stuttligt at havt hann á savninum á Debesartreð, men avgjert ikki um so var, at hesin gjerdist fólkaogn við at gera lands- stýrið til gísla í hesum ørvitismåli, sum tað má sigast at vera, um tjóðin skal rinda fyri bátin bara nakað sum líkist hasum upphæddum. Nei, sel bátin av landin- um og fá fyri hann sum mest, og um tað er svimji- hylurin til nólsoyarbern, 5 båtin, so p Ar