týsdagur 17. november 1987síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 131 — 17. november 1987 tíðindablaðið
Síða 11
Itrottafeløgini í Føroyum
gera nógv fyri at útvega
pening til raksturin.
Ítróttavirksemið er nógv
vaksið seinastu árini, og
hetta kostar pening, og
fólk skulu eisin taka sær
== Ongin stuðul til hondbóltin
A FAD Um ítróttafelogini ikki høvdu til figgjarliga. Onnur lond anin i Føroyum.
sleppa vid, og felogini fingið stuðul frå fyritøkum og hava eina frítíðarlóg, sum
leita eftir nýggjum hug-
skotum, so nekur oyru
koma í felagskassan.
Stersti meinbogin hjá
ítróttinum í Feroyum er,
at vit onga fritidarlog
hava, eins og í t.d. Dan-
mark og Sveríki. Har lata
kommunan og landið
stuðul til leiðarar og feleg,
sum taka sær av børnum
undir 18 ár.
Tað vil siga, at hetta
virkar eins og kveldskúla-
skipanin í Feroyum, og
fyri ein part barnagarðar,
skúlar og aðrir stovnar,
sum taka sær av ung-
dóminum.
Í Feroyum er tað so-
leiðis, at itrottafeløgini
sjálvi mugu fíggja allan
raksturin og øll feløgini
eru samd i, at kemur
peningur ikki frå fyri-
tøkum og stovnum, so
hevði ikki borið til fíggjar-
liga
Um fótbóltsvellirnar
standa stórar lýsingar, ja,
eisini tekjan á felagshus-
unum verður nýtt til lýs-
ingar. Bingo er á hverjum
tanga og ikki gongur eitt
vikuskifti, uttan eitt
ítróttafelag skipar fyri
eini konsert ella einum
dansikvøldi.
Vit hava lagt til merkis,
at try ítróttafeleg eru far-
in undir nýggj tiltøk. Tey
fáa eina fyritøku at stuðla
einum leikara í einum
kappingarári, og leikarin
sjálvur útvega sær lýsing-
ina. Hugskotið eigur Getu
Ítróttafelag, sum aftur
hevur fingið hugskotið úr
Danmark.
Nú hevur Hondbólts-
felagið Neistin gjørt tað
sama og hevur sett lýsing
á búnarnar hjá báðum 1.
deildarliðunum. Í skrivi til
fyritøkurnar og stovn-
arar, sigur felagid, at
peningurin fer til stóru
hallarleiguna, sum felagið
má gjalda. Felagið nevndi
upphæddina 170.000
krónur um árið fyri at
venja og spæla í Gunda-
dalshøllini og í høllini á
Hálsi.
Felagið sigur eisini, at
torført er at fáa fólk í
nevndirnar, tá ið alt
stendur og fellur úggjar-
liga. Ungfólk tora ikki at
bjóða seg fram, tá ið
ábyrgdin er so stór.
Jú, hetta eru trupulleik-
ar, sum øll ítróttafelog
hava at dragast við.
Gleðiligt er tó, at ideal-
istarnir eru til, tí uttan
teir hevði ítrótturin i Før-
oyum ikki blómað, sum
hann í hesum tíðum ger.
stovnum, so hevði ikki borið virkar eins og kvøldskulaskip-
Neistin 1. deild menn.
Standandi frá vinstru:
Rói Egholm, Hans Got-
fred Thomsen, Jón Han-
sen, Jákup Hanusson,
Ragnar Steinarsson,
Jógvan Djurhuus og
Christian Poulsen,
venjari.
Húkandi frá vinstru:
Regin Hansen, Páll
Nólsoy, Finn Larsen,
Kristjan á Neystabo,
Úlfur Eggertsson og
Dánjal Pauli Mohr.
7
Neistin 1. deild kvinnur.
Standi frá vinstru:
Kristina Christiansen,
Ása Hansen, Ingilín
Holm, Marjun Christ-
iansen, Harriet Rasmus-
sen og Mildrið Jacob-
sen. Húkandi frá
vinstru: Rita Berg,
Anita Rasmussen, Frið-
un Hansen, Hjordis
Samuelsen og Katrin
Muller.