hósdagur 19. november 1987síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Sum
nýtt
eitt
hús
— Uppihaldsdeildin á
Landssjúkrahúsinum er nú
eitt gott stað bæði hjá sjúk-
lingum og starvsfólki, sigur
Óluva Johannesen, deildar-
sjúkrasystir
Uttan sæst eingin broyt-
ing á uppihaldsdeildini
hjá Landssjúkrahúsinum.
Húsið er líka myrkt, og
runudíkið á gongubreytini
við hevuðsdyrnar er tað
sama. Bilarnir strúka
framvegis framvið við
fullari ferð.
Nú sjúklingarnir eru færri,
eru stundirnar betri at
tosa við tey gomlu
Men innan er deildin
ikki at kenna aftur. Alt er
nýtt uttan útveggirnir.
Og úrslitið eru bæði
starvsfólk, sjúklingar og
avvarðandi fegin um.
Uppihaldsdeildin er í
barakkini, sum stendur út
til J.C. Svabosgetu. Ein
partur av húsinum er
medisinsk deild, og í norð-
ara enda er tuberklastød.
Medisinska deild og
tiðindablaðið
uppihaldsdeildin eru nú
gjerdar í stand. Tær lótu
aftur 3. august, tá umvæl-
ingararbeidid byrjadi.
Sjúklingarnir vórðu fluttir
á medisinsku deild í-
meðan. Ætlanin var, at ar-
beiðið bara skuldi vara ein
mánað, men sum altíð dró
út. Harafturat vísti tað
seg, at neyðgut var at
gera nógv meira við húsið,
enn tey upprunaliga hildu.
Nr. 132 — 19. november 1987
Tað skundaði heldur ikki
undir. Ikki fyrr enn 15.
oktober bar til at flyta inn
aftur á deildirnar báðar.
Annars er tað vanligt á
Landssjúkrahúsinum, at
ein deild verður stongd
hvert summar fyri at
verða umvæld.
Nú er nakað heilt annað
at koma inn á gongina.
Fyrr stóðu vognar við
klæðum har, og tey gomlu
sótu allan vegin fram við
vegginu. Soleiðis er ikki
longur á uppihaldsdeild-
ini.
Færri í
i hvørjari stovu
Áður vóru stovurnar til
fýra fólk. Nú eru onga-
staðni á uppihaldsdeildini
fleiri enn tvey á hverjari
stovu. Tí er eisini pláss á
stovunum fyri borði og
stólum, sum tey gomlu
kunnu sita við í staðin fyri
at vera í gongini. Skáp itl
klæðini hjá sjúkrahúsin-
um eru eisini gjørd á
kemrunum. Tað hevur
havt við sær, at gongirnar
eru blivnar nógv rúm-
ligari, ljóst málaðar, og
urtapottarnir hugna væl.
Eftir umbyggingina eru
sjúklingarnir færri.
Framman undan vóru til-
samans upp í 42 á medi-
sinsku deild, nú eru 12 á
medisinsku og 10 á uppi-
haldsdeildini. Umframt at
færri eru á hverjari stovu,
eru stevurnar, sum vndu
niðan móti vegnum, gjerd-
ar um til uppihaldsstovur.
Uppihaldsstovan í
Í uppihaldsstovuni sótu
nakrar konur og bundu.
Her er tað Andrea. Hon
klárar seg sjálv. Annars er
hvønn dag frá niggju til
tri ein kona á deildini og
hjálpir teimum við at
binda, baka og við oðrum
rtrivi
sunnara enda er gjørd um,
soleidis at hon kann byt-
ast upp vid skjótihurðum.
Upp å tann måtan ber nu
til, um onkur t.d. hevur
fødingardag, at sita fyri
seg vid avvardandi og vin-
fólki. Tær báðar stov-
urnar, sum sjúklingar
áður vóru í niðan móti
vegnum, eru gjørdar um
til tvær minni uppihalds-
stovur, onnur til roykj-
arar.
Framman undan var
deildin als ikki innrættað
til sjúklingar í koyristóli.
Bara eitt wc á uppihalds-
deildini heyði nóg breiða
hurð til, at koyristólur
slapp inn. Nú hava ell wc-
ini breiðan dur, og brúsa
er á teimum øllum.
Alt innbúgvið er skift
út, og sjúklingarnir hava
fingið nýggjar sengur,
sum kunnu koyrast upp
og niður. Tað ger arbeiðið
hjá starvsfolkunum nógv
lættari. Eingini ivi er um,
at starvsfólkini sleppa
undan nógvum ryggja-
trupulleikum, sigur Óluva
Johannesen. Alt er eisini
nógv betur innrættað, so
gongdin hjá teimum er
væl minni nú.
Ikki brand-
fella longur
Uppihaldsdeildin = hevur
altíð verið nevnd sum
brandfella. Tann spurn-
ingurin er eisini loystur.
Umframt at nýggj skipan
er komin, eru fleiri út-
gongdir gjerdar. Har-
afturat er í hverjari stovu
eitt vindeyga, sum kann
koyrast heilt upp.
Starvsfólkini eru væl
nøgd við uppihaldsdeild-
ina, sum hon er nú. Tey
komu við uppskotum um,
hvat skuldi broytast, og
lurtað varð eftir teimum.
Nøkur av teimum
gomlu eru farin yvir á
Lágargarð, og onkur fer
afturat, tá tað heimið er
liðugt. Sjukrasystrarnar
Tann stóra uppihalds-
stovan kann nú býast upp
í trý rúm. Stovan er sum
alt annað nógu ljósari, enn
var frammanundan.
tey til
hon
Har
millummálara
savnast
eru fegnar um, at talid av
sjúklingum er minkað, ti
nú er meira tíð til at vera
um tey gomlu og tosa við
tey.
Uppihaldsdeildin er ein
opin deild, og tað merkir
m.a., at tey avvarðandi
kunnu koma at vitja,
sjálvt um tað ikki er í
vitjanartíðini. Óluva
Johannesen sigur, at tey
leggja stóran dent á gott
samband við tey avvarð-
andi. Sambandið er eisini
gott. Sjúklingarnir á uppi-
haldsdeildini fáa ofta vitj-
an, og tey sum hava
møguleikan og orka, fara
eisini stundum heim at
vitja familju, um viku-
skiftini, onkran seinna-
part og til høgtidir. Eingi
eru gloymd á uppihalds-
deildini. Á deildini royna
tey eisini at hugna. Tvey
tey seinastu jólini hava
tey havt jólaveitslu fyri
sjúklingum og teirra av-
varðandi, og jólaborð við
foroyskum viðskera er eis-
ini á hverjum ári.
Ein av degunum koma
nekur bern frá einum
barnagarði at vitja á uppi-
haldsdeildini. Tað gleða
tey gomlu seg til, og óivað
heldur onkur seg til at
siga børnunum eina segu.